Floksting
Á flokstinginum gjørdi Høgni Hoydal eisini nógv burtur úr altjóða fíggjarkreppuni, sum hann heldur hevur avdúkað, at tær politisku skipanirnar, ið skuldu umboða fólkið og gera framtíðartryggar loysnir fyri komandi ættarlið, hava gjørt beint tvørturímóti.
- Tær politisku skipanirnar hava bæði slept allari stýring og forsømt eftirlitið við einum fíggjarheimi, sum hevur sprænt pengar út í einum altjóða pokerspæli, har eingi verulig virði vóru aftanfyri. Politisku skipanirnar hava hartil eggjað til hetta pokerspæl við neo-liberalum hugsjónargóðsi, sum helt uppá, at tess minni spekulantar og fíggjargandakallar rindaðu til felagsskapin og stóðu til svars fyri politiska myndugleikanum, tess meiri skuldi ævigur vøkstur skapast.
Floksformaðurin segði, at altjóða fíggjarmarknaðurin, sum í fyrsta lagi støðugt hevur sett alt fólkaræði og politiskar skipanir í skák, setur nú eisini alt tað politiska valdið í heiminum í mát: Tað, ið var altjóða mál og privat ogn, tá vinningurin skuldi vinnast, gerst nú aftur ábyrgd einstakra tjóða og alment mál, tá rokningin skal gjaldast og uppruddingin fara fram.
Hann vísti á, at føroyski búskapurin og føroysku fíggjarstovnarnir hava ikki verið fremstir í teimum leikum, sum hava elvt til altjóða fíggjarkreppuna.
- Staðfestast kann, at tað hevur verið ein fyrimunur, at føroyska bankakervið hevur verið rikið lutfalsliga varisliga eftir bankakreppuna í 1992, og at útrásirnar á aðrar marknaðir hava ikki vundið uppá seg fyrrenn seinastu fáu árini. Men føroyskur politikkur og búskapur hevur tíverri verið stýrdur av somu hugsanum, sum liggja aftanfyri atvoldirnar til altjóða fíggjarkreppuna.
Og floksformaðurin helt fram:
- At byggja á fígging og pening, har eingin verulig framleiðsla og virði liggja aftanfyri. Har vit halda, at ein innspræning av peningi uttanífrá kann skapa haldføran búskap. Har politiska skipanin eggjar til spekulasjón og forsømir at stýra teimum ótalmaðu kreftunum á fíggjarmarknaðinum.
Høgni Hoydal spurdi, um hetta ikki júst eru royndirnar av okkara egnu kreppum og okkara egnu húsagangum undir heimastýrinum.
- Skatta- og búskaparpolitikkurin hjá undanfarnu ABC-samgongu bygdi á júst somu hugsjónir um monetarismu, sum Thatcher, Reagan, Bush yngri við hugmyndunum hjá Milton Friedman hav gingið á odda fyri. Har skattalættar og innspræning av peningi til teir sterkastu samfelagsbólkarnar og fíggjarheimin, skulud skapa framburð.
Hann segði, at hesin politikkur og hendan hugsjón hevur nú lagt dimmar slóðir eftir seg.
- Vit kunnu bert hyggja at teimum londum, ið hava fylgt hesum einamest - USA, Ísland, Stórabretland, Estland og Írland. Hesi lond eru nú harðast rakt av altjóða fíggjarskrædlinum og haðani ávirkast allur heimurin – eisini Føroyar.
Floksformaðurin helt fyri, at tíbetur varð hesin skatta- og fíggjarpolitikkur bert rikin í Føroyum í fýra ár, tá hann varð steðgaður og partvíst afturspolaður av CHE- samgonguni.
- Men hevði hesin skatta-og fíggjarpolitikkur havt rátt í longri áramál, vóru Føroyar uttan iva eisini millum tey harðast raktu londini í dag, legði hann aftrat.
Orkukreppa
Høgni Hoydal vísti á, at saman við altjóða fíggjarkreppuni hevur heimurin eisini rent seg í eina kreppu, sum vit kunnu rópa ein umhvørvis- og orkukreppa.
- Tann ótálmaða framleiðslan og orkunýtslan hevur sett heimin at mørkum, har heimsins veðurlag og javnvág í náttúrukreftunum er álvarsliga hótt. Stórar broytingar og kollveltandi umleggingar verða avbjóðingin hjá øllum heimsins londum. Tann ævigi vøksturin og ovurnýtsla teirra vælbjargaðu kann ikki prædikast sum hugsjón longur.
Hann segði, at víst er ein materiellur vøkstur skaptur seinastu øldina - serlig í vesturheiminum – sum fáur hevði droymt.
- Men seinasta øldin og byrjanin á hesar gjørdist eisini tann blóðugasta í søgu menniskjans. Seinastu árini eru vit aftur skelkað av meiningsleysum kríggi millum fólk, ið skuldu liva saman sum frændur og grannar. Líka so nógv fólk, sum læknavísindin hevur bjargað frá sjúku, líka so nógv fólk hevur framkomin tøkni dripið í 20. øld. Samstundis sum okkara vitan um náttúruna hevur ment seg í risalopum, hava vit oytt djóra- og plantulív kring allan heim. Samstundis, sum vit framleiða størri og størri mongd av vørum og hentleikum, veksur munurin millum rík og fátæk í heiminum.
Høgni Hoydal helt fyri, at læran av 20. øld er, at framburður uttan menniskjalig virðir skapar onga framtíð, at t tøknilig nýskapan og materiellur vøkstur hava einki virði í sjálvum sær.
- Byggja vit ikki á felags virðir og virðing, sum hvør einstakur kennur seg aftur í og kennir seg hava ávirkan á, so er ongin framburður møguligur. Seta vit blint okkara álit á blindar kreftir sum pengar, kapital, vísindi ella lærur um, hvussu søgan fer at enda, so skapa vit gróðrarbotn fyri meiningsloysinum, segði floksformaðurin, Høgni Hoydal á flokstinginum.










