flokkurin og Sjálvstýrisflokkurin eru samdir um at skipað politiska samgongu á løgtingi og at skipa landsstýri. 1. Ríkisrættarliga støðan Samgongan staðfestir: * at føroyingar eru tjóð og at Føroyar eitt [...] staðfesta: * at løgtingið hevur heimild til, at gera sáttmála við donsku stjórnina um ríkisrættarligu støðuna og at tingið hevur heimild til at siga sáttmálan upp. * at tað bert er gjøgnum sín demokratiska [...] uttanríkis- og rættarmálum. Málsøki eiga at kunna útdelegerast til danska ríkið at umsita og sáttmálin kann umfata felags kongahús, felags gjaldoyra og felags skyldur og rættindi hjá føroyskum og donskum
Hóast tað til tað allarsíðsta sá út til at ganga sera striltið, so varð nýggj samgonga gjørd fyrrapartin leygardagin. Tá Edmund Joensen, løgmaður, tríggjar dagar eftir valið hevði staðfest, at tað ikki [...] Anfinn, at tað var grundarlag fyri eini sjálvstýrissamgongu við Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin, og tá hann yvirtók samráðingarnar týsdagin vendi hann sær til hesar báðar flokkar. Men tað gekst striltið [...] tíðarneyð. Hann hevði fyrr um morgunin sett uppá, at hann bæði skuldi hava manna landsstýrið og býtt nevndarsessirnar, men sá nú, at tað í fyrsta umfarið ráddi um at fáa undirskrivað samgonguskjalið. Tær seinastu
nøgdur við samgonguskjalið. Tað er altíð so, tá tríggir flokkar skulu samráðast, so verður man noyddur at lora onkustaðni og aðrastaðni verða hinir noyddir at lora. Og tað hendi eisini her, segði hann [...] Kalsberg bert fýra dagar at royna at skipa samgongu. Hetta er munandi styttri skotbrá enn vanligt hevur verið fyrr, men tað gekk hóast tað. Til samanlíkningar kann sigast, at tá Edmund Joensen skipaði [...] Kalsberg (!) og eftir tað í eina góða viku við Sjálvstýrisflokkin og Javnaðarflokkin. Hóast tíðarpressið var størri hesaferð, so endaði fyrsta samráðingarumfar við, at samgonga varð skipað. Og hvat helt hann
í sjónvarpinum og gjørdi - eftir áheitan - av at stilla upp fyri Tjóðveldisflokkin og fekk eitt satt kanónval. Høgni Hoydal fekk fleiri enn 1500 atkvøður og kom so rúkandi inn á ting og tá valið var av [...] hann megna at loysa hesa truplu uppgávu. Teir vóru fegnir um at tað var eydnast at fáa eitt samgonguskjal, har stórur dentur verður lagdur á tey ríkisrættarligu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. [...] samgonguskjal, sum staðfestir, at vit lýsa Føroyar sum eitt sjálvstøðugt ríkið. ? Hetta er ein koyriætlan, sum sigur hvussu vit skulu fara fram og sum endar við at Føroyar verða lýstar sum ein suverenur statur
ni. Tað vil siga at hetta er meiri reindyrkaður borgarligur politikkur enn vit hava sæð leingi í føroyskum politikki. Og tað kemur at krevja ein virknanjavnaðarpoltikk á tingið og tað fara vit at gera [...] verður: - Eg fýlist á, at tað er gjørt ov lítið fyri at vísa á hvat tað inniber reint fíggjarliga. Eg veit at tað er ikki lætt, men ambitiónsniveauði kann lættliga koma so høgt upp, at tann føroyski bøuskapurin [...] fólkaatkvøðu. Eg haldi tað er keðiligt fyri Tjóðveldisflokkin at konstatera, at man hevur livað uppá eina lygn í øll hesi árini. - Annars er tað eitt annað, sum harmar meg, og tað er henda "forfeingiligheitin"
ið eiga at peika niðureftir, gera tað. Verður nú farið í gongd við eksperimentir, fer hetta at kosta meira enn vit eru før fyri at gjalda. Tað áttu bæði Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin at vita. Og [...] hevur altíð verið og fer altíð at vera tann flokkurin, ið vil menna land og fólk við at lækka skattir, geva vinnuni møguleika at virka, og føra ein skilagóðan sosial-, heilsu-, mentanar- og fíggjarpolitikk [...] vinnuni? Fara fólk nú aftur at lata vera við at gera íløgur? Fer nú aftur peningur at streyma a landinum og verða bankar og sparikassar tømdir? Fara útlendskar íløgur, ið ætlanin var skuldu gera íløgur í
yvirtikin, og t. v. s. at vit kundu taka yvir lóggávu- og fyrisitingarvald á øllum økjum, so hvørt sum vit kundu semjast um tað og høvdu møguleika til tað, sigur Atli Dam. Hann sigur víðari, at hetta við [...] sjálvstýrislóg. Og Atli Dam hevur sítt tilmæli at geva Javnaðarflokkinum: ? Eg vil mæla Javnaðarflokkinum til, at flokkurin positivt fer inn og medvirkar til at broyta stjórnarviðurskiftini, so at tann sáttmáli [...] tó at fremja loysing. Tað svartasta, sum verið hevur á prenti Restini av samgonguskjalinum gevur Atli Dam ikki tað besta skoðsmáli. ? Tað kann sigast stutt um tað, sum har stendur, at hatta er tað svartasta
Tað er eitt gagnligt sjónarmið at búskapurin skal føða landið, men tað sæst ikki aftur í samgonguskjalinum, í hvønn mun hetta fer ar avmarka okkara livifót. Tað sigur Bjarni Olsen, formaður í Búskaparráðnum [...] blokkinum og uttanlandsskuldini. Verður henda avtala ikki góð, so versna útlitini fyri føroyska búskapin, sigur Bjarni Olsen. Hann fegnast um at málið er at fáa ein skilagóðan búskap og at vinnan skal [...] verður inntøkuklemman størri. Avgerandi verður frameftir, at vit verða bundin av búskaparliga grundarlagnum, og at útreiðsluynskjini ikki mugu verða størri enn vit kunnu bera. Avtalurnar við Danmak avgerandi
Endamálið má vera at samantvinna tað erliga og tað kommerciella, og hevði hann ynskt sær, at eini fimm fólk kundu starvast hjá plátufelagnum. Hann leggur tó dent á, at tað ikki eigur at vera nøkur samfe [...] bara verða nokk at hava eitt gott orkestur. Tað kostar at marknaðarføra, men sigur tað viðhvørt loysa seg at halda seg til tað, sum er egið og føroyskt. Millum 10 tær frægastu Hetta hevur Kristian eisini sjálvur [...] samfelagsuppgáva at røkka hesum, tí hetta má felagið klára sjálvt við at hava nakað at bjóða upp á eins og ein og hvør onnur fyritøka. Nú prátað verður nógv um at útflyta tónleik, sigur Kristian tað ikki bara
samráðingar, og at partarnir verða samdir, sigur Bjørn á Heygum. Hann heldur, at flokkarnir kunnu saktast hava eitt stevnumið, men at tað ikki er vist, at teir røkka teimum. Eisini heldur hann, at als ikki [...] Væntar tú at vit fáa fullveldi í ár 2000? Nei, tað er óveruligt at hugsa sær at vit fáa sjálvstýri um tvey ár. Sjálvstøða er treytað á stats- og fíggjarligt frælsi. Vit skulu vera før fyri at fíggja samfelagið [...] haldi eg tað vera ógjørligt at fáa 1,2 mia. krónur til vega, samstundis sum vit skulu gjalda rentur og avdráttir av lánum, og eisini reka føroyska samfelagið víðari. Eg eri ikki bangin fyri at tað verður