Troyttur men nøgdur samráðingarleiðari

Tað var ein troyttur, men hóast alt vælnøgdur samráðingarleiðari, sum kom út aftur úr tinghúsinum, eftir at hava boðað tingformanninum frá, at samgonguskjalið var undirskrivað

Anfinn Kalsberg hevur ikki sovið nógv seinastu vikuna. Hann hevur, sum samráðingarleiðari verið í »sving« nógvar tímar út í eitt.


Á fyrsta sinnið, síðan nýggja stýrisskipanarlógin varð sett í gildið fekk Anfinn Kalsberg bert fýra dagar at royna at skipa samgongu.


Hetta er munandi styttri skotbrá enn vanligt hevur verið fyrr, men tað gekk hóast tað.


Til samanlíkningar kann sigast, at tá Edmund Joensen skipaði samgongu eftir seinasta val, samráddist hann í umleið nýggju vikur. Fyrst í átta vikur við Anfinn Kalsberg (!) og eftir tað í eina góða viku við Sjálvstýrisflokkin og Javnaðarflokkin.


Hóast tíðarpressið var størri hesaferð, so endaði fyrsta samráðingarumfar við, at samgonga varð skipað. Og hvat helt hann so sjálvur um samgonguskjalið?


? Eg eri nøgdur við samgonguskjalið. Tað er altíð so, tá tríggir flokkar skulu samráðast, so verður man noyddur at lora onkustaðni og aðrastaðni verða hinir noyddir at lora. Og tað hendi eisini her, segði hann.


Anfinn Kalsberg hevur undir samráðingunum sagt, at flokkarnir í samgongusskjalinum løgdu størstan dentin á ríkisviðurskiftini og tað sæst eisini greitt á samgonguskjalinum.


? Vit hava gjørt eina ætlan um hvussu vit kunnu gera hetta land til eina ríkið. Vit brúka tann íslendska leistin og fara at taka upp samráðingar við donsku stjórnina, sum so at siga venda heimastýrislógini á høvdið.


? Fyrr hevur tann lógin verið ein útdelegeringslóg úr Danmark til Føroya, men nú verður tað øvugt. Nú skulu vit útdelegera ein part av umsitingini til danir, inntil vit sjálvi kunnu yvirtaka málsøki.


Anfinn Kalsberg var nøgdur við úrslitið, sum fyriliggur og sigur:

? Nú er prosessin sett í verk, har vit gera Føroyar til eitt sjálvstøðugt land.


Tó so, í gomlum døgum kundi samgonga fella uppá býti av málsøkjum, men tað væntar Anfinn Kalsberg ikki.


? Man skal ikki selja skinnið áðrenn bjørnin er skotin, men nú hava vit undirskrivað samgonguskjalið og so vænti eg ikki at tað fellur uppá málsøkini.


Í samband við vinnumálini segði Anfinn Kalsberg, at her var munurin millum flokkarnar størri.


? Á tí ríkisrættarliga økinum hava vit nógvar felags meiningar, men á tí vinnupolitiska økinum eru Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin meria ymiskir. Annar er borgarligur og hin sosialistiskur og tí vóru ymsar ósemjur, sum skuldu greiðast.


? Vit hava fíla av har ósemjur hava verið og eisini her hava vit bæði givið og tikið, men allir partar eru nøgdir, segði tann troytti samráðingarleiðarin


Býti av málsøkjum er næsta uppgávan og hon kann sum sagt gerast trupul. Men Anfinn heldur at hetta kann bíða til mánadagin.


? Nú hava vit verið í gongd í næstan eitt døgn og tí haldi eg at vit fara at hvíla okkum fyrst, segði hann og avtalaði síðani við hinar báðar partarnar um at møtast aftur við samraáðingarborðið mánamorgunin klokkan 10.00.