Hann gjørdist kendur fyri sendingarnar um bankamálið í sjónvarpinum og gjørdi - eftir áheitan - av at stilla upp fyri Tjóðveldisflokkin og fekk eitt satt kanónval.
Høgni Hoydal fekk fleiri enn 1500 atkvøður og kom so rúkandi inn á ting og tá valið var av gjørdu hinir tinglimirnir av at velja hann sum samráðingarleiðara fyri flokkin.
Av sonnum ein stór uppgáva fyri mannin, sum púra óroyndur kom inn á føroyska politiska pallin.
Men eftir smílunum hjá tjóðveldismonnum at døma, so hevur hann megna at loysa hesa truplu uppgávu. Teir vóru fegnir um at tað var eydnast at fáa eitt samgonguskjal, har stórur dentur verður lagdur á tey ríkisrættarligu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark.
? Vit hava fingið eitt samgonguskjal, sum staðfestir, at vit lýsa Føroyar sum eitt sjálvstøðugt ríkið.
? Hetta er ein koyriætlan, sum sigur hvussu vit skulu fara fram og sum endar við at Føroyar verða lýstar sum ein suverenur statur.
Hetta skal gerast á tann hátt, at løgtingið ger eina samtykt, sum sigur, at Landsstýrið tekur upp samráðingar við danir um ein sáttmála við danir um ríkisviðurskiftini. Hesin sáttmáli skal síðani leggjast út til fólkaatkvøðu.
Løgtingi skal samstundis seta eina grundlógarnevnd, sum skal fyrireika eina føroyska grundlóg. Eisini henda grundlóg skal góðkennast av fólkinum á fólkaatkvøðu í ár 2000.
Og tað var talið av fólkaatkvøðum, sum gav trupulleikar náttina til leygardagin. Tjóðveldisflokkurin vildi hava greiðu á, hvørt tann fyrra fólkaatkvøðan merkir, at fólkaatkvøðan í 1946 varð sett úr gildið. Men so er ikki, siga teir.
Tá hesin trupulleikin var loystur, kom meira glið á og tað tykist, sum teir eru nøgdir við úrslitið sum fyriliggur.