? Eg kundi tikið undir við nógvum av tí stjórnarskipanarliga í hasum samgonguskjalinum, sigur Atli Dam, fyrrverandi løgmaður og formaður Javnaðarfloksins.
Hann sigur, at sjálvstýrislógin hjá Javnaðarflokkinum eisini bygdi á íslendsku skipanina frá 1918.
? Okkara skipan inniheldur tættir, sum bygdu á ta íslendsku - eitt nú at sligið varð fast, at Føroyar var eitt sjálvstøðugt land og føroyingar ein sjálvstøðug tjóð - at talan var um tvinnar tjóðir.
? Men vit vendu heimastýrislógina á høvdið. Í prinsippinum vóru øll mál yvirtikin, og t. v. s. at vit kundu taka yvir lóggávu- og fyrisitingarvald á øllum økjum, so hvørt sum vit kundu semjast um tað og høvdu møguleika til tað, sigur Atli Dam.
Hann sigur víðari, at hetta við at proklamera ein suverenitet, sum so skal berast aftur til Danmarkar - tað smakkar mær ikki væl, sigur hann.
? Tað hevði verið virðiligari og reiðiligari við eini sjálvstýrislóg, sum var ein samarbeiðsavtala millum tey bæði londini.
Um hetta so skuldi verið innan fyriríkisfelagsskapin ella í einum ríkjafelagsskapi - tað kundu vit so tikið støðu til, heldur Atli Dam.
? Men tað er einki dulsmál, at mín persónliga støða er, at eg síggi stórt virði í at samvirka í ríkis- ella ríkjafelagsskapi. Tí síggi eg minni stórt í at proklamera loysingina.
Atli Dam sigur, at politikkur Javnaðarfloksins altíð hevur verið, at skuldi loysingin koma, so tóku vit støðu, tá vit vóru komin at loysingini - við heimastýrislógini, ella sum nú við eini nýggjari sjálvstýrislóg.
Og Atli Dam hevur sítt tilmæli at geva Javnaðarflokkinum:
? Eg vil mæla Javnaðarflokkinum til, at flokkurin positivt fer inn og medvirkar til at broyta stjórnarviðurskiftini, so at tann sáttmáli, sum kann gerast millum londini bæði, bøtir sum mest um - uttan tó at fremja loysing.
Tað svartasta, sum verið hevur á prenti
Restini av samgonguskjalinum gevur Atli Dam ikki tað besta skoðsmáli.
? Tað kann sigast stutt um tað, sum har stendur, at hatta er tað svartasta og tað mest borgarliga, sum verið hevur á prenti, sigur hann.
Atli Dam heldur, at nýggja samgonguskjalið brýtur nógv av tí, sum varð vorðið siðvenja.
? Hatta prógvar eisini, at Signar á Brúnni var tann, sum kom at seta kósina hjá Tjóðveldisflokkinum burtur frá at verða roknaður sum partvís vinstraflokkur til burturav at vera ein borgarligur flokkur.
Atli Dam sigur, at Signar á Brúnni í valtríðnum boðaði frá, at Tjóðveldisfloksins politikkur fevndi frá uttasta høgra og inn ímóti miðjuni í politikki.
? Hetta gevur so Javnaðarflokkinum enn størri ábyrgd. Tí Javnaðarflokkurin er nú tann einasti verjin hjá lønmótakarunum og vanliga fólkinum, sigur hann.
Atli Dam sigur víðari, at samgonguskjalið hevur alt ov nógvan dám av, at tað í alt ov stóran mun tosar um marknaðarbúskaparligar treytir.
? Men kortini er tað tann gamla vælkenda Fólkafloksdefinitiónin um, at tað bara eru ávísir bólkar í samfelagnum, sum skulu hava ágóðan frá restini av borgarunum. Hetta ger tað torført at liva upp til málsetningin um lægri skatt og betri sosial viðurskifti hjá vanliga borgaranum.
Tískil heldur Atli Dam, at nógv av tí, sum stendur í samgonguskjalinum millum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin bert eru orð, sum geva okkum eitt meira borgarligt og ósosialt samfelag.
? Burtursæð frá hasum, so er kvinnan - helmingurin av borgarunum í landinum - vorðin nógv meira ósjónlig í samfelagnum - ella nærum horvin, endar Atli Dam sínar viðmerkingar um nýggja samgonguskjalið.










