Búskapurin skal vera støðið undir livifótinum

Tað gleðiliga í nýggja samgonguskjalinum er, at dentur verður lagdur á at búskapurin skal virka undir teimum fortreytum vit hava í Føroyum. Síðani kemur orðaskiftið, hvørt ynskini rúmast innan hesar karmar, men tað er ikki øðrvísi enn í øðrum samgonguskjølum. Tað sum brýtur frá eru peningaligu og fyrisitingarligu viðurskiftini mótvegis Danmark, sigur Bjarni Olsen

­ Tað er eitt gagnligt sjónarmið at búskapurin skal føða landið, men tað sæst ikki aftur í samgonguskjalinum, í hvønn mun hetta fer ar avmarka okkara livifót.

Tað sigur Bjarni Olsen, formaður í Búskaparráðnum.

Hvussu hetta skal gerast í praktiskum verki, eitt nú við lægri skatattrýsti o.ø. stuðulsveitingum, ger ikki tann stóra munin. Nógv ynski eru altíð feld niður í samgonguskjøl.


Óvanlig í hesum samgonguskjalinum

­ Tað altavgerðandi í hesum samgonguskjalinum, sum ikki líkist teimum undanfarnu,eru orðingarnar um ríkisfelagsskapin.

­ Teir torføru spurningarnir síggjast ikki aftur í samgonguskjalnum. Eitt nú hvørjar avtalur vit fáa við danir viðvíkjandi blokkinum og uttanlandsskuldini. ­ Verður henda avtala ikki góð, so versna útlitini fyri føroyska búskapin, sigur Bjarni Olsen.

Hann fegnast um at málið er at fáa ein skilagóðan búskap og at vinnan skal fáast at bera seg.

­ Spurningurin er so, hvat vit hava ráð til, serliga í almannu kassunum, og um útreiðslurnar standa mát við inntøkurnar.

Tað er ikki nakað serligt í hesum samgonguskjalinum. Vanlig er st slík skjøl hava stór ynskir, sum kosta nógva pening, men um blokstuðulsskipanin dettur burtur, so verður inntøkuklemman størri.

­ Avgerandi verður frameftir, at vit verða bundin av búskaparliga grundarlagnum, og at útreiðsluynskjini ikki mugu verða størri enn vit kunnu bera.


Avtalurnar við Danmak avgerandi

Triðja málið er spurningurin um ríkisfelagsskapin, og hvørjar møguleikar vit fáa at býta blokstuðulin út við at minka um skuldina. Hvussu henda avtala sær út tá avtornar, fær ávirkan á búskapin, sigur Bjarni Olsen.

Hann heldur eisini, at ein annar týðandi spurningur er, at tá vit skulu stýra sjálvi, krevur tað nógva serkøna hjálp í umsitingini.

­ Vit skulu kunna umsita øll økini í Føroyum.Tað krevur at fólk í umsitingini skulu duga alt. Spurningurin er, um vit eiga so nógv serkøn fólk.

­ Ein avleiðing verður, at somu fólk skulu umsita fleiri málsøki. Um vit taka dømi í Hagstovuni, so eru vit 14 fólk, sum skulu gera sama arbeiði sum starvsfólkini á Danmark Statistik.


Tørvur á

serkønum fólki

­ Her er munurin, at eitt fólk hjá okkum skal vera serfrøðingur á 10 økjum, har sami fulltrúi í Danmark bert hevur eitt øki at umsita.

­ Tað kann gerast ein vansi fyri samfelagið. So er hugsandi, at vit t.d. kundu sett fleiri fólk, men trupulleikin verður tá bæði peningaligur, og at vit ikki hava nóg nógv serkøn fólk á ymsu økjunum, sigur Bjarni Olsen.