Samgonguskjalið ikki í tráð við galdandi lóg

­ Samgonguskjalið staðfestir nøkur mál, sum ikki kunnu gerast, og gevur tinginum heimildir, ið tað ikki hevur, sigur Bjørn á Heygum, sum ikki er bangin fyri at ríkisfelagsskapurin verður avtikin

­ Tað tykist løgið, tá sagt verður í samgonguskjalinum, at fyrst skulu øll málsøkini takast heim, fyri síðan at geva dønum boð um, hvat teir skulu umsita fyri okkum.

­ Eg eri ikki vísur í, at danir uttan víðari fara at játta hesum, sigur Bjørn á Heygum.

­ Eitt nú vilja samgonguflokkarnir útvega Føroyum fullan suverenitet. Tað tykist sum hevur Tjóðveldið fingið nógv burturúr, tí hetta skjalið er viðgongd á sjálvstýrisleiðini,sigur Bjørn á Heygum.

Hann leggur dent á, at skulu føroyingar umsita málsøki, so liggur í hesum eisini ein fíggjarliga skylda - vit kunnu ikki bara valda - og ikki gjalda. So verður sagt, at samráðingar skulu vera við danir um yvirtøkur, men ikki hvat tað kostar.

­ Bert verður nevnt, at yvirtøkurnar ikki skulu ganga út yvir vælferðina í Føroyum, og tað avmarkar yvirtøkurnar. Kunnu vit ikki fíggja, so verða als ongar yvirtøkur, sigur Bjørn á Heygum, sum ikki er bangin fyri at Føroyar fara at loysa frá Danmark.


Einki fíggjarligt grundarlag

­ At tosa um yvirtøkur uttan fíggjarligt grundarlag er orðaskvaldur, sigur Bjørn á Heygum.

Um broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum, sigur Bjørn á Heygum, at hetta er ikki mál, sum føroyingar einsamallir hava ávirkan á.

­ Skulu broytingar gerast í viðurskiftunum millum londini, er tað ein treyt at báðir partar samtykkja tað. Samráðingar mugu fyrst vera millum partarnar, tí vit kunnu ikki einvíst fremja loysing.

Sambært samgonguskjalinum er semja um: »Uppskot verður lagt fyri løgtingið og samytkt í 1998, sum skal fremja suverenitetin í verki og skal staðfesta, at løgtingið hevur heimild at siga sáttmála upp».

­ Hetta skilji eg als ikki, tí víst hevur tingið lóggevandi vald, men tað er Landsstýrið sum skal samráðast. ­ Tað merkir, at samgonguskjalið staðfestir nøkur mál, sum ikki kunnu gerast, og gevur tinginum heimildir, sum tað ikki hevur fingið.


Kunnu ikki einvíst siga sáttmálan upp

­ Tingið kann ikki einvíst siga ein sáttmála upp, har ein avtala er til.. Tí haldi eg, at orðingarnar eru skeivar. Samgonguskjalið átti at verið varligari orðað, um teir veruliga vilja røkka málinum.

­Tað er greitt, at Tjóðveldið hevur fingið orðingarnar inn, tí teir royna at trýsta hinar partarnar, men hetta er ikki í trá við galdandi lóg, har alt byggir á samráðingar, og at partarnir verða samdir, sigur Bjørn á Heygum.

Hann heldur, at flokkarnir kunnu saktast hava eitt stevnumið, men at tað ikki er vist, at teir røkka teimum. Eisini heldur hann, at als ikki ber til at tosa um grundlóg í samgonguskjalinum, áðrenn samráðingar hava verið.

­ Um vit skulu hava føroyska grundlóg uttan fyri danska ríkið, ber illa til at hava felags dómsvald, gjaldoyra og felags kongshús.

­ Væntar tú at vit fáa fullveldi í ár 2000?

Nei, tað er óveruligt at hugsa sær at vit fáa sjálvstýri um tvey ár. Sjálvstøða er treytað á stats- og fíggjarligt frælsi. Vit skulu vera før fyri at fíggja samfelagið.


Skulu finna 1,2mia. krónur eyka

­ Persónliga haldi eg tað vera ógjørligt at fáa 1,2 mia. krónur til vega, samstundis sum vit skulu gjalda rentur og avdráttir av lánum, og eisini reka føroyska samfelagið víðari.

­ Eg eri ikki bangin fyri at tað verður veruleiki, og eg taki Anfinn Kallsberg upp á orðið, tá hann sigur, at livikorini í Føroyum ikki skulu skerjast og at vælferðin ikki skal hóttast, fyri at fremja loysningina, sigur Bjørn á Heygum.