Veljarin aftur snýttur

80-ini ? Vanstýri

ikki heimastýri

Eftir nógv ring ár við vanstýri í Føroyum undir heimastýrislógini, raknaðu vit upp við at føroyska samfelagið var farið á húsagang.

Orskin var einfalt tann, at á brúnni hevði í 10-20 ár ikki verið stýrt, hóast øll stýriamboð vóru tøk og vóru møgulig at fáa til taks.

Úrslitið av hesum kenna føroyingar á egnum kroppi, har alt vinnulív steðgaði upp samstundis sum vit høvdu heimsins hægsta skatta- og avgjaldstrýst. Meira enn 4000 føroyingar flýddu av landinum, heimsins hægsta arbeiðsloysi osfr.

M.a. teir flokkar, ið nú hava skipað samgongu, vóru teir, ið rendu Føroyar um koll.


94-98: Heimastýri

undir ábyrgd

Seinastu 4 árini hevur Sambandsflokkurin havt leiðsl-una. Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin hava undir hesi leiðslu og í tráð við samgonguskjalið, staðið fyri fíggjarmálum. Heimastýrislógin hevur verið galdandi. Og vit síggja, at undir hesi lóg hevur ? undir ábyrgd ? verið møguleiki at fremja framburð, so føroyingurin hevur tað betur, enn hann hevur havt tað í mong ár. Skattir og avgjøld eru lækkað, fleiri hendur eru komnar í arbeiði o.s.v. Fólk vóru farin at trúgva uppá framtíðina. Vónin og trúgvin uppá framtíðina er ein sera týðandi partur av øllum framburði í eini tjóð. Hesin framburður kundi givið støði til víðari menning. Allar kurvar, ið skulu peika uppeftir, gera tað. Teir, ið eiga at peika niðureftir, gera tað.

Verður nú farið í gongd við eksperimentir, fer hetta at kosta meira enn vit eru før fyri at gjalda. Tað áttu bæði Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin at vita. Og her hvílir ein stór ábyrgd á borgarligu veljarum floksins. Fíggjarligt frælsi er grundarstøði undir øllum framburði. Tí skal hetta tryggjast fyrst og fremst.


Óvissa - stúran

Men nú er eitt nýtt samgonguskjal skrivað. Óvissan og misálit valda. Helst fara allar kurvar at peika mótsatt. Tær, ið skuldu peika upp, peika niður, og tær, ið skuldu peika niður, peika upp. Fer nú aftur at ganga niður á hjá vinnuni? Fara fólk nú aftur at lata vera við at gera íløgur? Fer nú aftur peningur at streyma a landinum og verða bankar og sparikassar tømdir? Fara útlendskar íløgur, ið ætlanin var skuldu gera íløgur í ein vaksandi føroyskan búskap, at halda seg burtur? Fara føroyingar nú aftur at flýggja av landinum? Fara nú aftur skattir og avtjøld at hækka?

Tað rokni eg við. Tíverri.

Signalið, ið fær alt at steðga upp er sent.


Hvat visti veljarin?

Fyri stuttum var í sjónvarpinum ein sending, har niðurstøðan var tann greiða, at fleiri flokkar tosaðu um broytingar, sum hvørki flokkarnir ella veljarin hevði nakra áning um, hvat var. Og so er ringt at velja nakra av hesum broytingum.

Samgonguflokkarnir siga, at veljarin hevur valt ? loysing.

Sjálvstýrisflokkurin í t.d. Vágum fór frá 25 atkvøðum í 1994 til uml. 250 atkvøður til løgtingsvalið. Ikki tí at fólk har vilja hava loysing, men tí at fólk har vilja hava »samband«. At hetta verður tikið sum inntøka fyri nakað annað, er manipulatión av veljaranum ? og tað er sera álvarsligt! Vit valdu til Løgtingið ? ikki loysing.

Nú vakna so føroyingar upp aftur við kaldan dreym ein fagran morgun og fáa eina kalda pøs yvir ennið og hoyra, at nú verður loyst Vit skulu hava eina nýggja grundlóg osfr.

Tær stóru og tungu ríkisrættarligu broytingarnar, var tann spurningurin undir hesum samgongusamráðingunum, ið var nógv tann lættasti spurningurin at avgreiða ? nakrar minuttir! Aðrir lata sínar bestu ser-frøðingar innan umráðið arbeiða við slíkum viðurskiftum í mong ár. At farið verður so lætt um hendan spurning, ið fer at ávirka land og fólk í øldir, og eisini kann gera av við hesa tjóð, er fyri mær tekin um, at hesir flokkar eru óseriøsir og óprofessionellir. Grundarlagið fyri endurtøku av »det gale vanvid« í 70-unum og 80-unum er við hesum samgonguskjali veruleiki. Bert er hetta samgonguskjal enn vandamiklari.

Eg meti at nógvir sjálvstýris-, fólkafloks- og javnaðarveljarar eins og føroyingar annars, kenna seg so dyggiliga verða hildnan fyri gjøldur. Vit fóru á løgtingsval og fáa at vita, at vit hava valt loysing. Tað er og verður ein reingjan av veruleikanum. Tað hvílir ein tung ábyrgd á ríkisfelagsskapsveljarum hjá hesum flokkunum. Sigið nú harðliga frá, á røttum staði.

Í stevnuskrá Sambandsfloksins stendur, at flokkurin er sinnaður at gera tær »stjórnarligu broytingar, ið eru til gagn fyri land og fólk«. Ein náttúrlig avleiðing av hesum er

1) at nágreiniliga verður arbeitt við broytingunum, áðrenn tær verða settar í verk.

2)at ein veit konsekvensin av teimum broytingum, ið verða gjørdar.

3)Eftir samráðingar við Danmark, ið vit hava havt samstarv við í meira enn 600 ár.


Veljarin vísti á eina

borgarliga samgongu

Valið kundi eins væl bent á, at veljarin segði, at vit skuldu hava eina borgarliga samgongu, ið framhaldandi vildi menna Føroyar. Hesum var meiriluti fyri. Men eftir 2 skilagóð ár undir leiðslu Sambandslfoksins, har peningakassarnir nú eru á tremur, so orkaði loysingarvongur Fólkafloksins ikki meira. Nú mátti eksperimenterast við vælferðini hjá føroyinginum.

Eg eri vitandi um, at stór misnøgd er bæði í Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum um hesi viðurskifti.

Okkum í Sambandsflokkinum dáma ikki hetta signal, ið skaðar vælferð føroyinga og tjóðina. Sambandsflokkurin hevur altíð verið og fer altíð at vera tann flokkurin, ið vil menna land og fólk við at lækka skattir, geva vinnuni møguleika at virka, og føra ein skilagóðan sosial-, heilsu-, mentanar- og fíggjarpolitikk.


Eitt stendur fast og tað er, at kanningin beint áðrenn valið vísti, at knapt 70% av føroyingum ynskti at vera í ríkisfelagsskapinum við Danmark. Men við meiri sjálvavgerðarrætti heima í Føroyum enn nú er galdandi.

Hetta fakta hava samgonguflokkarnir so dyggiliga sett til viks. Hetta eiga vit á Føroya Løgtingi at gera nakað álvarsamt við.

Tí ein meiriluti av Føroya fólki eigur ikki at verða lumpaður og snýttur so dyggiliga aftur. Føroya fólk er snýtt áður.

Rættast hevði verið, at teir beinanvegin góvu leiðsluna frá sær ? áðrenn skaðin hendir!

Hví skal føroyingurin nú aftur niður á knø ? tað er ófatiligt.

Rokningina orka vit so ikki at gjalda aftur.

Latið okkum menna Føroyar við skili ? í Ríkisfelagsskapinum.

Føroya fólk orkar ikki fleiri eksperiment í milliardaklassa.

Vinarliga,



Marjus Dam,

løgtingslimur

Sambandsfloksins