frægast í fyrra hálvleiki, og tær royndu so dánt at fylgja við KÍ-kvinnunum. Fyrri hálvleikur var eisini meira javnur enn seinni, og tað tyktist sum, at luftin fór úr Skála-kvinnum í seinna hálvleiki. [...] Undan dystinum á Skála sunnudagin, var ávísur spenningur um, hvussu uppflytarnir av Skála fóru at standa seg ímóti oddaliðnum úr Klaksvík. Skála vísti gott spæl ímóti B68 vikuna undan, og nú tær skuldu [...] fleiri, sum væntaðu ein javnan dyst. Hetta gjørdist kortini aldrin veruleiki, tí KÍ-kvinnurnar prógvaðu, at tað er also munur á 1. og 2. deild, og við einum knúsandi 9-1 sigri, settu tær Skála-kvinnur uppá pláss
allan dystin, at liðið spældi skjótari og flutti bóltin betur. Fleiri mál komu eisini upp á skjótálop, og á teirri kontuni lá einki fyri hjá Tjaldri. Ein annar munur var kanska eisini, at teir tríggir [...] bakkspælarum, men annars er restin fólk, ið hevur flestu royndirnar úr 2. deild. Hetta vísti seg kortini at røkka alt samalt, tá VB sunnudagin tók móti Tjaldri í høllini á Vágseiði, tí VB-kvinnurnar vunnu dystin [...] nú kom spælandi venjarin hjá Tjaldri, Vesna Tomajek, bara á vøllin ta einu ferðina móti endanum fyri at taka eitt brotskast ? og brendi_ Hóast alt hetta, kom stígur í hjá vágskvinnum í seinna hálvleiki,
og vit kunnu bara siga, at hetta er føroyskur kórtónleikur, tá hann er allar best. Asbest. MYNDATXT Fiskurin er búmerkið hjá Mpiri. Eitt sereyðkenni við fløguni Asbest er, at á permuni eru hondkliptir [...] At ein fløga kemur á marknaðin, har bara nýføroyskur kórtónleikur er skrivaður, er ikki gerandiskostur. Men tað er so hent, nú Mpiri júst hevur givið út fløguna Asbest. Mpiri er eitt lítið føroyskt kamarkór [...] kórinum og hevur skrivað sjey verk til kórið, síðan tað varð stovnað. Mpiri hevur altíð virkað fyri at fáa til vega nýggjan føroyskan kórtónleik. Bíløgd eru verk frá føroyskum tónaskøldum, og á nýggju fløguni
høvdu avtalað at fylgjast og komu báður á mál sum nr. 7. Hjá unglingunum vóru tríggir luttakarar, harav tveir komu á mál. Hans Krossstein fekk trupuleikar av einum gomlum skaða, og var noyddur at gevast! Allir [...] ferðir. Teinurin var uml. 105 km. Unglingar koyrdu tó ein tein, ið er eitt sindur styttri. Munurin er, at hesir ikki koyrdu eftir Oyggjarvegnum, men koyra gjøgnum Kaldbakstunnilin til Havnar. Eisini hjá teimum [...] stendur á skránni. Hetta fer fram uppi á Hálsi í Havn, og tá verður eisini møguleiki hjá yngru súkklarnum at kappast. Úrslit, FM í landavegskoyring Vaksin 1Gunnar Dahl-Olsen3t 17min 42sek 2Eli J. Christiansen3t
fyri, at øll fakfeløgini altíð hava víst legunum, serliga familjuleguni fyri brekað, so stóra virðing og vælvild, at legan ikki hevur verið hindrað, hvørki viðvíkjandi at fáa mat til vega ella at flyta
Fritz 7 als ikki hóvar. Helst er ikki rætt at opna støðuna, í júst hesari støðu) 14.Rid6+ (áhugaverdur leikur. Martin hugsar ikki her um materiali, men ætlar sær at opna linjur móti konginum!) 14...Bxd6 15 [...] Martins er. Øll fólkini arbeiða saman um endamálið at seta svartan í mát) 25...Fa6 26.Red1! Ref8 27.Fg3 Fb6? (seinasti feilurin, sum ikki er óvæntaður, eftirsum at ein oftani leikar skeivt tá ein er undir stórum
stýrt elektroniskt, soleiðis at trygdarbelt-ini strammast, meðan samanstoyturin er og síðan geva tey eftir, samstundis sum airbag-bjølgurin er uppblástur. Hetta er gjørt fyri at minka um trýstið á bring-una [...] Tað er ikki á hvørjum degi, at nýggir Mercedes-Benz hýruvognar verða skrásettir. Hesin E 220 CDI er ein av nýggjasta modellinum, sum kom á marknaðin í vár. Bilurin verður ein av hýruvognunum á bilstøðini [...] ljós er undir instrumentborðinum og undir forsetrunum, nakkastútturnar aftan verða lagdar niður við at trýsta ein knøtt á instrumentborðinum. Hesin E 220 CDI er ein Avantgarde, sum hevur nakað av eykaútgerð
Sikivat Andersen vart við seg, tí hon setti sjálv met í bringusvimjing á bæði 50 og 100 metrum, umframt at hon saman við Maluni Michelsen, Shailu Millum Garðarnar og Lisbeth L. Joensen setti met í fýra ferðir [...] svimjarunum klárað settu kravtíðirnar til oyggjaleikirnar á Guernsey komandi summar, so alt bendir á, at føroyski svimjihópurin verður væl betur mannaður enn í fjør, tá oyggjaleikir vóru á Man. Sum er, hava [...] Hentze, Dia Jacobsen, Malan Michelsen, Karina Petersen og Andrass Thomsen havt nóg góðar tíðir til at fáa pláss á liðnum, sum skal til oyggjaleikirnar, men fleiri kunnu koma aftrat. Longu komandi vikuskiftið
tóku fólk tók væl ímóti hesum evangelisku sangum, sum støðugt vóru at hoyra - eitt nú í kvøðuljómunum í Útvarpi Føroya. Nú verður so høvi at hoyra nakrar av hesum sangum á nýggjari fløgu. Aðrar umstøður Tað [...] gomlu sangunum og staðið fyri upptøkunum av teimum nýggju. Nú á fløgu Tankin um at savna "gomlu" Sangbrøður aftur og at syngja nakrar nýggjar sangir inn á fløgu, og tengja teir saman við nøkrum av teim
Jólakonsert Í Vestmanna eru ikki færri enn tvey kór. Vestmanna Sangkór og Vestmanna Kirkjukór. Tey fara at hava jólakonsert í Vestmanna Kirkju sunnudagin klokkan 18.00. Vestmanna Kirkjukór verður stjórnað av [...] sum stjórnar Vestmanna Sangkóri. Á stóru felags jólakonsertini fara kórini í Vestmanna fyri tað mesta at syngja gamlar, kendar jólasálmar og -sangir. Onkran tó í eitt sindur nýggjari líki, siga kórini í [...] skránni. Fyrst syngur Vestmanna Kirkjukór. Síðan verður ein felagsframførsla, og Vestmanna Sangkór fer at enda konsertina. Vestmanna Sangkór er vanligt, blandað kór, meðan Vestmanna Kirkjukór er eitt gentu-