Seta hol á fíggjarlógina

Løgtingið fer í dag undir fyrstu viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum fyri 2001.

Tað eru nú 11 dagar síðani landsstýrismaðurin í fíggjarmálum legði fíggjarlógaruppskotið fyri 2001 fyri tingið, og tigformaðurin metir, at tingfólk hava fingið nóg mikið av tíð til at seta seg inn í uppskotið.

Tí hevur tingformaðurin sett fyrstu viðger av fíggjarlógaruppskotinum sum einasta mál á dagsskránna fyri tingfundin, sum verður settur klokkan 10 í dag.

Fíggjarlógaruppskotið fyri 2001 líkist í høvuðsheitum ógvuliga nógv fíggjarlógini fyri ár 2000, og leggur tað upp til eitt yvirskot á hálva milliard.