Er tað í lagi, at tingmenn brúka skriftstøð í politiska orðaskiftinum? og í hvønn mun skal tolsemi rúma ótolsemi? Átrúnaður og politikkur á Rás 2 í morgun Hvønn leiklut skal átrúnaður hava í føroyskum politikki? Hendan spurning settu teir báðir Heini í Skorini og Páll Holm Johannesen 13 hugsandi og skrivandi føroyingum, tá teir tóku stig til at geva út essey-savnið Krossvegir, sum kom út herfyri.
Teir báðir ritstjórarnir verða gestir á Rás 2 kl. 10.20 í morgun, har Anna V. Ellingsgaard og Rigmor Dam eru vertir.










