Kavi alt vikuskiftið

Sambært veðurmanninum, Peturi Skeel Jacobsen verður tað kalt, men gott veður um vikuskiftið.

Leygardagurin byrjar við góðum veðri: Tað verður turt og lítil vindur, og sólin fer eisini at kaga fram við millumbilum.

Seinnapartin veksur hann vindin nakað av útnyrðingi og norðuri og tað verður kavaavfall.

Sunnudagin heldur høgættin fram við kavaælum, men út á seinnapartin minkar hann vindin nakað.

- Og tað verður turt seinnapartin, sigur Petur Skeel.

Mánadagin verður lítið av vindi frá morgunstundini av. Seinnapartin veksur hann kortini vindin nakað og tað verður lýggjari og regn.

- Alt vikuskiftið fer hitin um náttina at liggja um frostmarkið og um dagin beint omanfyri, sigur hann.