B68 sett nevnd

B68 hevur sett eina fimmmannanevnd at taka sær av tí øllum tí praktiska í felagnum. Higartil hevur alt ligið á fáum herðum, men nú fáa teir gjørt arbeiði meiri skipað, skrivar b68 á heimasíðu sínari .Arbeiði hjá nevndini er m.a. at taka sær av tiltøkum av ymiskum slag. Teir skulu skipa fyri foreldrafundum, koyring til dystir o.l. Eisini skal nevndin samskipa dystir, skaffa dómarar, venjarar o.a. Harumframt skulu teir fáa til vega útgerð, t.d. klæði, bóltar, vestar osfr. og uppdatera hesi viðurskifti, sigur B68.