Lambert ivasamur

Leikarin, sum flestu skotsku miðlarnir geva ans undan leygardegnum er liðskiparin á landsliðnum, Paul Lamberg. Hann hevur drigist við ein skaða seinastu tíðina, og meðan liðfelagarnir nú venja, hevur hann bara hildið til í svimjihylinum, so fóturin ikki verður overvaður av venjing.
Og hóskvøldið var í øllum førum framvegis ivasamt, hvørt liðskiparin fór at verða tøkur leygardagin.
- Enn er so einki avgjørt. Vit arbeiða við tí hvønn dag, men tað verður so ikki fyrr enn beint fyri dystin, at endaliga avgerðin verður tikin, segði Paul Lambert við sjónvarpsrásina, SkyNews, hóskvøldið.
-jm