Kyndil-Stjørnan 19-25 (10-13)
Eina løtu tóktist Kyndil ætla at endurtaka óvæntaða sigurin móti Neistanum fyri viku síðani.
Kyndilskvinnurnar høvdu gott tak á meistarunum, og liðini bæði fylgdust eitt gott petti av dystinum.
Í steðginum hevði Henrik Gerster helst tosað við stórum bókstavum, og í øllum førum hvarv allur ivi. Stjørnan spældi í gott korter sum eitt meistaralið, og so munaði tað lítið, at Kyndil aftur kundi pynta um úrslitið móti endanum.
Fyri Kyndil skeyt Jacklin Durhuus 7 mál. Tað gjørdi Simona Petersen eisini fyri Stjørnuna.










