StÍF einsamalt á odda

StÍF-Kyndil 30-26 (15-12)

Hóast Kyndil spruttaði meira fyrstu løtuna, so vóru tað strandingar, sum tóku sigurin í dag.

Efitr fyrstu løtuna, har gestirnir lupu avstað, var tað StÍF, sum stóð fyri tí mesta. Undan steðginum togaðu teir seg framum, og síðani tóktist munurin bara at økjast.

Eitt skifti vóru soleiðis seks mál á muni, og tó at Kyndil fekk minkað um munin, so kundu teir ikki skala oddaliðið.

Bárður Danielsen og David Edvardsen skutu 6 mál hvør fyri StÍF. Finnur Hansson skoraði 6 ferðir fyri Kyndil.