Vanliga er fjallfólkið við hús aftur við seyðinum um middagsleitið. Tá døgurði er etin, verður farið at gera klárt til uppboðssøluna. Flett verða eini fýra lomb, sum verða seld í stykkjum. Uppboðssølan byrjar [...] seinnapartin. Ofta fæst góður prísur. Peningurin, ið fæst fyri seyðin, fer til góðgerðarendamál og til at røkja Stakkin fyri. Annars er seyðurin á Stakkinum vanliga góður. Lombini viga javnan 50 pund og meira [...] seyður, sum »Stakkurin« keypir frá høgunum. Í fjør var ongin seyður í Stakkinum. Væntast kann tískil, at tjørnuvíkingar hesaferð fáa eina góða »auktión«, nú tvey ár eru síðan seinast, seyður varð seldur av
varð nýggj lóg sett í verk, sum loyvir sparikassunum at reka bankavirksemi á jøvnum føti við bankarnar. - Broytingarnar eru eisini partvíst framdar fyri at laga Sparikassan til flytingina, sum verður við árslok [...] tosað so nógv um bygnaðarbroytingar í hesum døgum. Føroya Sparikassi er ikki eftirbátur og til tess at laga seg til framtíðaravbjóðingar hevur stovnurin gjørt umfatandi broytingar í leiðlsubygnaðinum. Stjórnin [...] klædningurin verður skiftur. Tá ið starvsfólkini við árslok til nýggju øldina flyta verður tað í ein so at siga nýggjan bygning. Bygningurin hjá Sparikassanum við Tinghúsvegnum, sum varð bygdur síðst í áttatiárunum
Herluf Berthelsen á odda stóð ytst á brúgvarendanum og tók ímoti. Farið varð beinleiðis heim í skúlan at venja. Kórini skuldu syngja í felag og einsæris. Árið fyri - 1967 - hevði stevnan verið á Havnini. [...] veitsluni eftir sangin hetta árið segði Ólavur Hátún við Herluf: Næsta ár koma vit til Fuglafjarðar at hava stevnu. Og so var. Nú eru liðin tríati ár, síðan henda stevnan var. Gestakórleiðari í ár er Garðar [...] 30 verður kórstevnan sett av Hallbjørg Hansen, borgmeistara. Kl. 20.00 fer Garðar Cortes til verka at venja felagskórið. Vant verður allan fríggjadagin. Konsert verður í kirkjuni fríggjakvøldið kl. 19
leikarar eru við í leikinuum, sum tey venja í løtuni. Laura Joensen er leikstjóri og 6. februar fæst at síggja, hvat tey hava fingið burturúr. Tá verður leikurin "Tann gamla daman kemur til býin" frumsýndur [...] ávís áskoðan kemur til sjóndar, men øll kunnu kenna seg aftur. Setir treytir Leikgongdin er í stuttum, at býurin Güllen er farin á húsagang, men sær eina bjarging fyri framman, tá Claire Zachanassian kemur [...] rýmdi á ungum árum, tí hon var komin í óføri, orsakað av Ill. Á ellisárum er hon múgvandi dáma og lovar at stuðla, men hon setir treytir og tær eru ikki mjúkar. Hvørjar tær eru, og avleiðingarnar, snýr leikurin
missurin av ommusoninum, Eyðuni, fyri lítlum ári síðani var meira enn hvøkkurin, og ikki er at taka seg aftur í, at lívstreystið tá fekk smeitin harða. Við sorgblídni minnast vit Petru Smith, ljósglæmuna horvnu [...] gloyma, tey góðu orð, tú okkum hevur lært. Vit fara ongantíð at gloyma teg, men fjálga um tey góðu minnini, nú vart tú móð og vildi heim at sova - Far trygg - og Jesuspápi fylgi tær.
Hvannastein úr I Am, sum spælir sologuitar á nøkrum løgum. Gulli sigur í tíðindaskrivi, at hann metir tónleik og tekst at líkjast Frændum, um ein skal samanbera við nakran. Tó eru nøkur løg heldur meira rockkend [...] Healing. Fløgan verður tyngri enn hendan, ið nú er komin, og eisini meira nýmótans, Eisini verður mett, at hon er nýskapandi og heldur øðrvísi, enn nakað annað, ið er komið út í Føroyum. Tá vit nærkast jólum [...] setti meg totalt frían frá so nógvum, tú simpulthen rular Jesus. Fløgan við Gulla er komin út og er at fáa kring alt landið. Tað eru Tutl og ghj-producion, ið standa fyri útgávuni.
Hvannastein úr I Am, sum spælir sologuitar á nøkrum løgum. Gulli sigur í tíðindaskrivi, at hann metir tónleik og tekst at líkjast Frændum, um ein skal samanbera við nakran. Tó eru nøkur løg heldur meira rockkend [...] Healing. Fløgan verður tyngri enn hendan, ið nú er komin, og eisini meira nýmótans, Eisini verður mett, at hon er nýskapandi og heldur øðrvísi, enn nakað annað, ið er komið út í Føroyum. Tá vit nærkast jólum [...] setti meg totalt frían frá so nógvum, tú simpulthen rular Jesus. Fløgan við Gulla er komin út og er at fáa kring alt landið. Tað eru Tutl og ghj-producion, ið standa fyri útgávuni.
móti KÍF, og vestmenningar vístu, at teir eru komnir yvir hvøkkin úr steypakappingini og vunnu trygt 32-22. Við hesum sigrinum kom VÍF upp á 16 stig, og tað merkir, at teir veruliga eru komnir upp í oddastríðið [...] oddastríðið aftur. Mikukvøldið var tað uttan Sámal Joensen, men hinvegin vísti Agnar Joensen, at vestmenningar hava gott í væntu eisini komandi árini. U18 landsliðsmaðurin skeyt átta mál móti kollfirðingum [...] yvirgingið av Allani Mørkøre og liðfelaganum Áka Olsen, sum skutu níggju mál í part. Tað fór allatíðina at verða VÍF, sum var omaná í dystinum, og KÍF var ongantíð frammanfyri í dystinum. Tá 11 minuttir vóru
Tað er ein óvanlig uppliving at ganga millum myndirnar hjá Astri í Norðurlandahúsinum. Alt er so annarleiðis enn føroysk list annars er. Litirnir, evnini, teknikkurin og kompositiónin. Leiðarin í Norð [...] Norðurlandahúsinum tók til í røðu síni, tann dagin framsýningin læt upp, at her var ein óvanligur frískleiki í myndunum. Óvanligur fyri føroyska myndlist. Og tað er tað. Eg skuldi havt skrivað hetta beinanvegin [...] beinanvegin, men verkfall og høgtíð hava forstýrað alt. Tað er synd, tí her er veruliga nakað at fara til. Seks stórar myndir av fuglabjørgum hanga sum sjálvur miðdepilin í framsýningini á tí stóra hvíta vegginum
framvegis er tað so, at talið á fosturtøkum í Føroyum er nógv tað lægsta í Norðurlondum Av tí at tølini eru smá, kunnu sveiggini vera stór frá ári til ár. Tó er gongdin greið, og tað er, at sum heild hevur [...] tað er føðitalið eisini Men eisini tá vit rokna eftir føðitalinum, er gongdin tann sama og hon er, at talið á fosturtøkum er fellandi. Í áttatiárunum vóru umleið 110 fosturtøkur fyri hvørji 1000 livandi