Original og frísk framsýning

við øðrvísi litum enn vanligt í føroyskari myndlist. Seinasti dagur hósdagin.

Tað er ein óvanlig uppliving at ganga millum myndirnar hjá Astri í Norðurlandahúsinum. Alt er so annarleiðis enn føroysk list annars er. Litirnir, evnini, teknikkurin og kompositiónin. Leiðarin í Norðurlandahúsinum tók til í røðu síni, tann dagin framsýningin læt upp, at her var ein óvanligur frískleiki í myndunum. Óvanligur fyri føroyska myndlist. Og tað er tað. Eg skuldi havt skrivað hetta beinanvegin, men verkfall og høgtíð hava forstýrað alt. Tað er synd, tí her er veruliga nakað at fara til.

Seks stórar myndir av fuglabjørgum hanga sum sjálvur miðdepilin í framsýningini á tí stóra hvíta vegginum í Kringluni fram við niðasta gólvi. Uppi á hanga tríggjar smærri myndir, eisini av fuglabjørgum, hvørju megin við. Tær stóru eru í lilla og grønum litum, hinar við ávikavist gulum og bláum sum høvuðsliti.

Á glasveggjunum í erva eru skiftandi støddir, litir og evni. Smá prent við lomvigum, ymisk onnur fuglamotiv og landslagsmyndir. Sentralt hongur her ein samansett mynd í 12 pørtum, ið kundi verið kallað veðurskifti. Nátturustemningar frá tí heilt dramatiska til tað lýriska. Alt innan somu rammu.

Her eru djarvar kompositiónir. Antin endurtekur hon motivini við fuglarókum rað á rað, ella arbeiðir eitt einstakt motiv út á alla flatuna á summum av teimum størstu myndunum. Á einari eitt sorgfult kvinnuandlit som dominerandi motiv við dunnu øðrumegin og neytakonum hinumegin. Á eini aðrari er rovfuglur settur í staðin fyri neytakonurnar. Mettaður symbolikkur. Eg finni tvey høvuðstema á framsýningini: fuglur á flogi og ein tolin bíðan.

Tað er so stilt og vakurt á hesi framsýningini, men kortini er røringur í myndunum. Myndirnar eru vakrar (nær bleiv tað forboðið við vakurleika í myndlistini, forrestin?), men ikki kitsj.

Áskoðarin verður stemtur í sinninum av at ganga á hesi framsýningini, og ber stemningin við sær út aftur úr Norðurlandahúsinum. Her er ein sangur um nátúruna og dreymar og hugflog. Tað er sjáldsamt í føroyskari myndlist, so nýtið høvið, tí framsýningin er bert opin í dag og í morgin afturat.


Rógvi Thomsen