VÍF heldur seg til

Hondbóltur: Vestmenningar eru nú bert eitt stig frá silvurplássinum

KÍF-VÍF 22-32 (10-15)


Føroyameistararnir úr VÍF eru komnir heilt væl við aftur eftir aldudalin, teir vóru í fyrr í kappingini. Mikukvøldið spældu teir móti KÍF, og vestmenningar vístu, at teir eru komnir yvir hvøkkin úr steypakappingini og vunnu trygt 32-22.

Við hesum sigrinum kom VÍF upp á 16 stig, og tað merkir, at teir veruliga eru komnir upp í oddastríðið aftur. Mikukvøldið var tað uttan Sámal Joensen, men hinvegin vísti Agnar Joensen, at vestmenningar hava gott í væntu eisini komandi árini. U18 landsliðsmaðurin skeyt átta mál móti kollfirðingum, og tað varð bert yvirgingið av Allani Mørkøre og liðfelaganum Áka Olsen, sum skutu níggju mál í part.

Tað fór allatíðina at verða VÍF, sum var omaná í dystinum, og KÍF var ongantíð frammanfyri í dystinum. Tá 11 minuttir vóru farnir, var støðan 7-2 til vestmenningar, og teir vunnu fyrra hálvleik 15-10. Í seinna hálvleiki øktist munurin til 20-12, men KÍF gjørdi ein seinasta vørr og fekk minkað til 20-17. Men nærri komu kollfirðingar ikki, og stutt seinni var støðan 27-17 til VÍF. Og hesin munurin upp á tíggju mál helt sær fram til endan.

Eins og í Havn vóru nógvar útvísingar í Vestmanna mikukvøldið, tólv tilsamans. KÍF átti tveir triðingar av teimum, átta í tali, men tað var ikki tað, sum var avgerandi. Munurin á liðunum var stutt og greitt ov stórur hesaferð.


KÍF-VÍF 22-32 (10-15)

KÍF: Allan Mørkøre 9, Petur M. Johansen 4, Jákup Dam 3, Jónálvur Johannesen 2, Leif Hansen 1, Eddie Joensen 1, Finn Heri Johannesen 1, Vagnur Johannesen 1.

VÍF: Áki Olsen 9, Agnar Joensen 8, Martin Hummeland 5, John Zachariasen 3, Oyvindur Brimnes 2, Áki G. Olsen 2, Sjúrður Holm 1, Petur Fr. Joensen 1, Hjalmar Klein Olsen 1.

Ávaringar: KÍF 2, VÍF 1.

Útvísingar: KÍF 8, VÍF 4.

Dómarar úr Kyndli: Hanus Kúrberg & Hans Thomassen.