Gamla daman nærkast

Sjónleikarhúsið í Havn er karmur um leikin "Tann gamla Daman kemur til býin". Um eina viku letur Havnar Sjónleikarfelag huðarnar upp og 6. februar klokkan 20 sleppa vit at síggja gomlu damuna.

Sjónleikarhúsið er ikki manntómt í hesum døgum. Ikki færri enn 28 leikarar eru við í leikinuum, sum tey venja í løtuni. Laura Joensen er leikstjóri og 6. februar fæst at síggja, hvat tey hava fingið burturúr. Tá verður leikurin "Tann gamla daman kemur til býin" frumsýndur.


Stakast

Í løtuni smíða og stákast tey dúgliga. Pallarbeiðið er nærum liðugt og seymikonan leggur seinastu hond á búnarnar. Barbara í Gongini hevur ábyrgd av palli og búnum og er hetta hennara fyrsta uppgáva av slíkum slag.

Likurin er tann kendasti hjá Friedrich Dürrenmatt. Elin Súsanna Jacobsen hevur týtt. Leikurin er skrivaður í kjalarvørrinum av seinna veraldarbardaga og viðger evni sum skyld og revsing - hykl og maktgirnd í støðugt vaksandi materialismu. Eingin ávís áskoðan kemur til sjóndar, men øll kunnu kenna seg aftur.


Setir treytir

Leikgongdin er í stuttum, at býurin Güllen er farin á húsagang, men sær eina bjarging fyri framman, tá Claire Zachanassian kemur til heimbýin. Hon rýmdi á ungum árum, tí hon var komin í óføri, orsakað av Ill.

Á ellisárum er hon múgvandi dáma og lovar at stuðla, men hon setir treytir og tær eru ikki mjúkar. Hvørjar tær eru, og avleiðingarnar, snýr leikurin seg um. Óhugni og skemt, hvørt um annað, heldur áskoðaranum í sessinum í teir góðu tveir tímarnar, ið leikurin varir. Steðgut er í leikinum.

Aase Lützhöft Dunn og Jógvan E. Ósá hava høvuðsleiklutirnar. Stórur partur av hinum leikarunum eru menn í búnum aldri, men eisini yngri. Bæði nýggj og eldri kend andlit eru at síggja á pallinum. Johan Dalsgaard hava vit ikki sæð í sjónlekkarhøpi áður. Aase L. Dunn kennir onkur frá leikum, ið leiktir vóru fyri skjótt mongum árum síðani. Jógav Ósá kenna vit, eisini frá filmi. Millum hinar veteranarnar kunnu nevnast tvær ferðir Kári Petersen. Heldur ókendari frá sjónleiki er skúlastjórin í Hoyvík, Petur Dahl, sum eisini hevur ein leiklut.

Forsølan av atgongumerkjum byrjar mánadagin 1. februar í Kunningarstovuni.