Gulli Johansen gav fyri stuttum út fløgu, sum avgjørt stendur í tyngra endanum í savninum við føroyskum fløgum.
Nú hevur Gulli Johansen givið sína næstu fløgu út, og er tað hesaferð ikki undir navninum Internal Healing, men undir navninum Gulli Johansen, tí hann metir tónleikin nógv lættari og so eru eisini allir tekstirnir á føroyskum. 9 løg eru á fløguni og tekstirnir eru andaligir. Tvey av løgunum eru instrumental.
Spælir sjálvur
Gulli spælir mestsum alt sjálvur og hann hevur eisini forritað, tikið upp og ljóðblandð. Hann fær tó stuðul á hesi fløguni av Mikkjal Hvannastein úr I Am, sum spælir sologuitar á nøkrum løgum. Gulli sigur í tíðindaskrivi, at hann metir tónleik og tekst at líkjast Frændum, um ein skal samanbera við nakran. Tó eru nøkur løg heldur meira rockkend.
Gulli hevur eisini sett húsan upp og tikið myndirnar, saman við Mikkjali Hvannastein
Tyngri
Um stutta tíð kunnu vit vænta enn eina fløgu frá Gulla. Tá er tað undir navninum Internal Healing. Fløgan verður tyngri enn hendan, ið nú er komin, og eisini meira nýmótans, Eisini verður mett, at hon er nýskapandi og heldur øðrvísi, enn nakað annað, ið er komið út í Føroyum.
Tá vit nærkast jólum, kemur ein fløga út, har fleiri bólkar eru savnaðir á. Hetta er ætlan, ið líkist Rock í Føroyum, tó er talan bert um andaligar bólkar og er Internal Healing millum bólkarnar á fløguni.
Jesus rular
Fløgan við Gulla er ein andalig fløga. Gulli takkar á fløguhúsanum teimum, ið hava stuðlað og hann takkar sínum vinum á Faroese chat Jesus chat. Men mest av øllum takkar hann Jesus Kristus og Gulli sigur soleiðis:
Mest av øllum tøkk til tann wellasta mega coolasta ultra feitasta simpulthen sakin suverenasti elskaði Jesus Kristus, sum hevur givið mær alt eg havi og setti meg totalt frían frá so nógvum, tú simpulthen rular Jesus.
Fløgan við Gulla er komin út og er at fáa kring alt landið. Tað eru Tutl og ghj-producion, ið standa fyri útgávuni.