samgongan ikki er so samd um. Tí metir flokkurin, at Jørgen Niclasen er besta boðið at taka við eftir John Petersen. Komandi landsstýrismaðurin hevur eisini váttað, at hann fer at halda fram, har gamli la [...] heldur tað vera ólukkuligt at Fólkaflokkurin í Suðuroy, sum fekk so nógvar atkvøður, ikki fekk tingmann. Í hesum føri snýr seg tó um fakmál við landsstýrissessinum, og tí mettu vit, at tað var lættari [...] og uttan at spyrja Fiskavirking? So vítt eg veit, er tað málið fingið í rættlag millum Jørgen Niclasen og Føroya Fiskavirking, sigur Óli Breckmann, sum sigur um hendingina: Tað var á náttartíð, at
karnir ikki eru so samdir um fullveldisuppskotið, sum Landsstýrið annars vil vera við. Tá tosað verður um teir hóvligu og teir víðgongdu í Tinganesi, kundi hugsandi verið skilagott, um málið fekk breiðari [...] burturvið at tosa um so ógvusligar broytingar í ríkisfelagskapinum, tá fíggjarligu umstøðurnar eru so ótryggar, at tað gongur út yvir vælferðina. Sønguligur mønguleiki at fremja broytingar So mikið meira óhugnalig [...] fíggjarlógini fyri 1999, so er undirskotið 800 mió. krónur. Samstundis hava vit fingið at vita frá danska for- sætisráðharranum, at um fullveldi verður úrslitið í Føroyum, so skulu vit ikki vænta okkum
ein skilagóð loysn hevði verið at sett skattin niður. Hann heldur nevniliga, at um ein hugsar seg um, so eru lønirnar ikki so ógvuiliga lágar. Hann vísir á, at tað er tann høgi skatturin, ið ger, at fólk [...] n leggur seg eftir at fara spakuliga fram. Eisini vísir Gudmundur Jacobsen á, at trupulleikin at fáa fatur á útbúnum maskinsmiðum hevðið blivið uppaftur størri, um skipasmiðjan fór undir at byggja skip [...] á skipasmiðjuni, vantar teimum altíð fólk, ið er útbúgvið til skipasmiðjuarbeiði. Serliga er talan um maskinsmiðir. Maskinsmiðirnir hava betri kor aðrastaðni í grannalondum okkara, og tískil velja teir
semingsmonnunum sigur, at hann hevur vónir fyri einari semju um ikki alt ov langa tíð. Hann vísir á, at um vónir ikki vóru fyri einari semju, so høvdu semingsmennirnir als ikki kallað partarnar saman. Hann [...] seinni, og heldur hann, at sjálvandi er betur at koma fram til hetta úrslit fyrr í staðin fyri seinni. Jógvan Amunsson vil einki siga annað siga um samráðingarnar enn, at partarnir skulu tosa saman, og
hesum lyfti eru vit øll bundin av - eisini tá tað snýr seg um at halda kirkjuligar lógir og fyriskipanir. Mær vitandi er eingin broyting farin fram í teirri avmarkaðu ábyrgd og tí avmarkaða rætti, sum só [...] prædika í øðrum kirkjum enn teirra egnu, og henda rætt havi eg onga ætlan um at lata frá mær. Og sambært § 3, stk. 1 í lóg um brúk av kirkjum v.m., sum tit fingu avrit av, kunnu »een eller flere af et [...] viðmerkt á skrivinum frá kirkjufólki í Leirvík, fari eg at loyva mær vinarliga at biðja tygum um at bera so í bandi, at tey fáa viðlagda brævbjálva, sum svar mítt til teirra er í. Vinarliga Hans Jacob Jonesen
Danir virdu okkum ikki so frægt, at teir søgdu okkum tað, sigur Marita Petersen. Hon er sannførd um, at hevði Landsstýrið havt ta vitan, sum danska stjórnin og Den Danske Bank høvdu, so høvdu føroyingar kunnað [...] Eftir tí, sum frættist í Landsstýrinum um brævið hjá løgmanni til donsku stjórnina, so verður nú gjørt vart við, at Landsstýrið í 1994 og 1995 undirskrivaðu avtalurnar undir skeivum fortreytum. Hvørt hetta [...] sínum arbeiði er komin fram á, at áðurnevndu brotini í avtalunum eru gjørd undir skeivum fortreytum. Danska stjórnin visti, at bankin hevði brúk fyri meira peningi, men segði einki um tað fyri Landsstýrinum
handils. Heldur ikki eru norðoyingar ókendir á gøtunum í Runavíkini og har um vegir. Alt møguligt at selja Leygardagin eru so nógvir av handlunum á Runavíkini við á marknaðardegnum, sum verður í ítrót [...] 30 við barnaklæðum og ein verður klokkan 18.30 við vaksnamannaklæðum. Handlarnar, sum vísa klæðir fram, eru: Chic, Shari, Shop In, Hygg Inn, Jallur, Jungmann, handilin hjá Sannu, Curry og tógvhandilin [...] framvið og hann hevur drops við til børnini. Beint áðrenn tað er liðugt, klokkan 20, verður drigið um seyðin.
mótið, og er rættilga sannførdur um, at tá samanum kemur, og vit koma til eina loysn í fullveldismálinum, so fer hon at liggja ótrúliga nær uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum um sjálvstýrislóg. Í 1991 skrivaðu [...] at Javnaðarflokkurin ikki hevur megnað at borið sín boðskap so einfalt fram, sum t.d. samgongan ger í hesum máli? Tað hugsi eg ikki er so einfalt. Innihaldið í okkara boðskapi kann bert ikki seljast [...] sjálvstýrislóg upp at standa. Tað undrar meg, um Fólkaflokkurin ikki enn minnist, hvat stóð í tí skjalinum, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann vísir aftur pástandin um at Javnaðarflokkurin ikki torir fullveldi
als ikki. Tá eg hevði tikið avgerð um at stilla upp, fór óttin burtur. Eg óttist meira, hvat var hent, um eg ikki stillaði upp. Veljarin hevur víst týðuligt tekin um, at vit skulu byggja landið uppaftur [...] hetta, og eg eri ikki bangin fyri at taka ábygd. Meta vit eftir, hvussu fólk hava valt, so er valið týðiligt tekin um, at fólk ynska broytingar í viðurskiftunum við danir, sigur Høgni Hoydal. Hann fekk 1358 [...] í tingið, harav trý eru nývald. Hetta tulki eg sum tekin um, at nýtt fólk skal til, sigur nýggi tingmaðurin. Ert tú ikki bangin fyri at so stór framgongd fyri flokkin og teg persónliga, fer at skapa
sleppa at leggja fram fyri danir. Eg kundi hugsað mær at víst á, hvat teir søgdu, tá kanningin kom fram. Teir søgdu, at nú skuldu føroyingar fáa endurgjald fyri missin vit høvdu havt, men um endurgjaldið [...] fóru fram, virdu meg sum ein líkastillaðan persón, og tað kendist sera ódámligt, sigur Marita Petersen. Hvussu hevur tað ávirkað teg persónliga? Hesa tíðina meðan bankakanningin er farin fram, so havi [...] ikki liggja og bøla omaná slíkum. Tí er tað so umráðandi at vit fáa greiðu á viðurskiftunumvið Danmark, og at alt kemur fram, líkamikið hvør kemur í klemmu. Um tað vera politikarar til høgru ella vinstru