­ Høvdu farið undir størri uppgávur um meira fólk var

Gudmundur Jacobsen, stjóri á Vágs skipasmiðju, sigur seg hava sama trupulleika, sum Gunnar Mohr á skipasmiðjuni á Skála. Hann sigur, at um meira útbúgvið fólk var at taka av, so hevði skipasmiðjan verið før fyri at bjóða seg at fara undir størri arbeiðir enn hon longu ger.

Vágs Skipasmiðja er ikki eins stór og Tórshavnar Skipasmiðja og Skála Skipasmiðja, men hon er tó væl við í kappingini, og tekur sær av sama slagi av uppgávum, sum tær báðar stóru skipasmiðjurnar. Men trupulleikin hjá Vágs Skipasmiðju er tann sami, sum hjá hinum skipasmiðjunum. Hon fær ikki fatur á nóg nógvum útbúnum fólki.

Gudmundur Jacobsen, stjóri á Vágs Skipasmiðju, sigur, at tá nógv er at gera á skipasmiðjuni, vantar teimum altíð fólk, ið er útbúgvið til skipasmiðjuarbeiði. Serliga er talan um maskinsmiðir.

­ Maskinsmiðirnir hava betri kor aðrastaðni í grannalondum okkara, og tískil velja teir at starvast har. Hetta er orsøkin til, at vit ikki fáa fatur á slíkum fólki, sigur Gudmundur Jacobsen.


Lønirnar ov lágar

Stjórin á skipasmiðjuni í Vági sigur, at hann metir lønirnar hjá millum øðrum maskinsmiðum vera ov lágar. Tó ásannar hann, at um skipasmiðjan skuldi goldið starvsfólkunum meira í løn, hevði gingið sera stritli hjá skipasmiðjuni at klára seg fíggjarliga, og hevði hetta verið beinleiðis kappingaravlagandi. Tískil heldur hann, at ein skilagóð loysn hevði verið at sett skattin niður. Hann heldur nevniliga, at um ein hugsar seg um, so eru lønirnar ikki so ógvuiliga lágar. Hann vísir á, at tað er tann høgi skatturin, ið ger, at fólk ikki fáa serliga nógva løn útgoldna.


Nógv at gera

Gudmundur Jacobsen sigur, at Vágs Skipasmiðja vanliga hevur nógv at gera. Tó metir hann ikki júst byrjanina av árininum vera tað tíðarskeiðið, har mest er at gera hjá skipasmiðjunum. Hann sigur, at skipasmiðjan hevði serstakliga nógv at gera beint undan jólum, og væntar hann eisini, at nógv fer at verða at gera nú, tað fer at líða móti vári.

Gudmundur Jacobsen sigur, at skipasmiðjan hevur fleiri skip, ið fast koma til skipasmiðjuna, tá umvælingar og viðlíkahald stendur fyri. Hann sigur, at tað er slíkt arbeiði, ið mest verður gjørt av á Vágs Skipasmiðju, men vísir á, at skipasmiðjan í fjør hevði eitt størri arbeiði á skránni. Tá longdi skipasmiðjan nevniliga brunnbátin Tjørnunes úr Klaksvík við sera góðum úrsliti.

Stjórin á Vágs Skipasmiðju sigur, at teir ikki høvdu farið undir slíkt arbeiði, tá teir júst høvdu opnað skipasmiðjuna, men hann heldur, at teir nú eru farnir at tora betri.


Byggja ikki skip enn

Vágs Skipasmiðja er enn ikki farin at takast við at byggja skip. Gudmundur Jacobsen sigur, at hetta helst hevði borið til, men leggur afturat, at skipasmiðjan leggur seg eftir at fara spakuliga fram. Eisini vísir Gudmundur Jacobsen á, at trupulleikin at fáa fatur á útbúnum maskinsmiðum hevðið blivið uppaftur størri, um skipasmiðjan fór undir at byggja skip, tí tá hevði henni nevniliga tørva nógv meira av fólki enn til vanligt umvælingararbeiði.


"Heygadrangur" gott ískoyti

Fyrrverandi Heygadrangur, ið nú ber heitið Orcades Viking III, men sum enn vanliga verður kallaður Heygadrangur millum vágbingar, er eitt gott ískoyti hjá skipasmiðjuni í Vági, upplýsir Gudmundur Jacobsen, stjóri. Hetta skip er nevniliga regluliga á Vági og landar, og hvørja ferð skipið er inni, verða boð send eftir Vágs Skipasmiðju, um at gera onkrar umvælingar umborð á hesum stóra skipi.

Gudmundur Jacobesen sigur, at fólk frá skipasmiðjuni júst hava verið umborð á skipinum og gjørt heilt stórt arbeiði. Hann sigur, at skipasmiðjan roynir at geva hesum skipi góða tænastu, av tí at skipið regluliga landar í Vági, og tískil gevur fólkinum á staðnum væl av arbeiði. Nú nýggja frystivirkið er komið, væntar stjórin á Vágs Skipasmiðju, at hetta fer at geva skipasmiðjuni væl meira at gera.