Fyrr var tað Handilsmiðdepilin inni á Skálafjørðinum, sum í síni tíð tók stig til marknaðardagin, men síðani tók Nes Sóknar ítróttarfelag yvir, og nú er tað NSI, sum stendur fyri tiltakinum.
Tað eru nú nógv ár síðani, handlar á Skálafjørðinum tóku seg saman í handilsmiðdepilin fyri at gera handlarnar meiri sjónligar.
Síðani hevur miðdepilin staðið fyri ymsum tiltøkum, m.a. lýsingaherferðum.
Og tað skerst ikki burtur, at eystari armur á Skálafjørðinum er ein veruligir handilsmiðdepil.
Sunrid Olsen, sum er formaður í handilsmiðdeplinum, sigur, at tað eru útvið 50 handlar av øllum sløgum limur í Handilsmiðdeplinum.
Handilslívið her inni er nógv vaksið seinastu árini, sigur hon.
Hon sigur, at handlarnir inni á Skálafjørðinum eru blivnir veruligir kappingarneytar til handlarnar í høvuðsstaðnum, báði í úrvali og í prísi og tað er ikki sørt, at havnarfólk eisini leita sær inneftir til handils. Heldur ikki eru norðoyingar ókendir á gøtunum í Runavíkini og har um vegir.
Alt møguligt at selja
Leygardagin eru so nógvir av handlunum á Runavíkini við á marknaðardegnum, sum verður í ítróttarhøllini.
Marknaðardagurin er frá klokkan 14 til klokkan 20.
Tilsamans eru einir 40 seljarar við á marknaðardegnum, sigur Súsanna Debes, sum er ein av fyrireikarunum
Og har verður alt møguligt at fáa. Ikki minst klæðir frá teimum nógvu klædnahandlunum.
Men tað eru eisini nógv privatfólk, sum hava ymiskt at selja, sigur hon.
Ein skúlaflokkur hevur pakkað smáar pakkar til jólakalendaran. Onnur selja bundin og seymað pløgg. Onkur annar selur kjálkar o.a. av fiski. Og uppaftur onnur selja, smákakur, jólapynt og jólaprýði.
Bogaskjótifelagið Ørvur er við einum ?skava og vinn³ spæli við góðum vinningum.
Lions Club skipar fyri onkrum og Grønir Skótar fara at selja candyfloss og poppkorn, og teir fara eisini at selja jólapynt, sum børnini hava gjørt - hetta bara fyri at nevna okkurt.
Á marknaðardegnum er eisini kakutombola og tað ber til at fáa ein kaffimunn við breyði, ella kaku, afturvið.
Lutaseðlar verða seldir, har vinningurin er ein seyður.
Somuleiðis fer AWJ at taka myndir til jólakort.
Tvær mótasýningar
Á markanaðrdegnum verða tvær mótasýningar. Ein verður klokkan 15.30 við barnaklæðum og ein verður klokkan 18.30 við vaksnamannaklæðum.
Handlarnar, sum vísa klæðir fram, eru: Chic, Shari, Shop In, Hygg Inn, Jallur, Jungmann, handilin hjá Sannu, Curry og tógvhandilin hjá Mariu.
Eisini undirhald
Á marknaðardegnum verður eisini eitt sindur av undirhaldi.
Klokkan 16.30 fer Jóhan Mortensen at spæla undir, meðan barnakór syngur jólasangir og barnasangir.
Klokkan 19.30 kemur jólamaðurin framvið og hann hevur drops við til børnini.
Beint áðrenn tað er liðugt, klokkan 20, verður drigið um seyðin.