Tá Høgni Hoydal, størsti atkvøðuslúkin á valinum, vaknaði morgunin eftir eina drúgva og strævna valnátt, var hann ótolin at sleppa til verka.
Eg leyp út í hetta, og eg eri ikki bangin fyri at taka ábygd. Meta vit eftir, hvussu fólk hava valt, so er valið týðiligt tekin um, at fólk ynska broytingar í viðurskiftunum við danir, sigur Høgni Hoydal.
Hann fekk 1358 atkvøður á valinum, sum tveyfaldaði Tjóðveldisflokkin, og setti átta umboð í tingið, harav trý eru nývald.
Hetta tulki eg sum tekin um, at nýtt fólk skal til, sigur nýggi tingmaðurin.
Ert tú ikki bangin fyri at so stór framgongd fyri flokkin og teg persónliga, fer at skapa trupulleikar innanhýsis?
Nei, tað haldi eg ikki. Vónandi kunnu vit sameina royndirnar hjá teimum tilkomnu, og samstundis geva í flokkinum nýggja megi við teimum ungu umboðunum, sigur Høgni Hoydal.
Skal eg brúka valúrslitið til nakað munagott, so er neyðugt at gera tað. Hetta er ikki eitt fagnaðarval fyri meg, og einki meir, men eitt val sum hevur givið mær stóra ábyrgd.
Hóast eg framvegis eri ovfarin av stóru undirtøkuni, so eri eg sannførdur um, at hetta skal brúkast til nakað veruligt, sigur Høgni Hoydal.
Hann heldur, at einasta rætta hjá Edmundi Joensen løgmanni, hevði verið at lagt frá sær longu valnáttina, og viðmerkir samstundis, at stýrisskipanarlógin ikki er betur enn tær siðvenjur, sum løgmaður her leggur fyri dagin.
Taka veljararnar
í álvara
Nú mugu veljararnar takast í álvara. Tí eigur løgmaður og Sambandsflokkurin, sum fór 5,4 pst. aftur, góðtaka valúrslitið og leggja frá sær. Úrslitið prógvar týðuliga, at fólk ynskja broytingar, sigur Høgni Hoydal.
Hann hevur gjørt sær sínar tankar um nýggja samgongu, men heldur, at tað verður trupult.
Møguligar samgongur
Ein møguleiki er at borgarliga samgongan heldur fram, men tað er burturvið, tí hon dumpaði.
Annar møguleiki er at skipa sjálvstýrislandsstýri, við Tjóðveldisflokkinum, Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum.
Triði møguleikin er ein vinstrasamgonga við Javnaðarflokkinum, Tjóðveldisflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum.
Henda samgonga er ikki so álítandi, av tí at hon helst vil gera politiskar karmar um sambandið til Danmark.
Fjórði møguleikin er møguliga tann besti.Tað er at skapa eina breiða samgongu, við Tjóðveldisflokkinum, Javnaðarflokkinum, Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum.
Tann møguleikin skal roynast, og persónliga haldi eg tað vera besta loysnin, sigur, nýggi tingmaðurin.
Vit skulu hava ítøkiligar broytingar, og tað merkir at vit skulu fara undir at skapa Føroyum fullveldi. Skulu vit fáa nakað munagott burturúr, er neyðugt at samgongan er so stór og breið sum til ber.
Tjóðveldið legði undir valstríðnumupp til at nýggja Løgtingið skal velja eina grundlógarnevnd, sum skal fáa samgonguna at fremja eina uppgerð við Danmark, bæði búskaparliga og á annan hátt.
Spurningur um Javnaðarflokkurin
Føroyska samfelagið er ikki komið úr kreppuni, og tí verður neyðugt at fremja stórar broytingar, fyri at endurreisa samfelagið. Eitt nú innan almanna- og heilsumál, eins og kommunuskipanina skal endurskoðast. Við hesum vil eg vísa á, at vit mugu fáa eina raðfesting í møguligt samgonguskjal.
Tað velst kortini um, hvussu langt Javnaðarflokkurin vil fara í loysingarspurninginum, eins og hvussu vit kunnu draga Fólkaflokkin inn móti miðjuni í føroyskum politikki, sigur Høgni Hoydal.
Ert tú ikki bangin fyri at uppgávan hjá tær, sum er óroyndur í politikki, verður ov stór?
Nei, als ikki. Tá eg hevði tikið avgerð um at stilla upp, fór óttin burtur. Eg óttist meira, hvat var hent, um eg ikki stillaði upp.
Veljarin hevur víst týðuligt tekin um, at vit skulu byggja landið uppaftur. Tað verður trupult og hart arbeiði, men eg eri ikki so góðvarin at eg haldi eitt gott val er nóg mikið. Nú skulu vit fara undir at reka realpolitikk.
Grundarlag er fingið at arbeiða út frá, og eg eri ikki bangin fyri at fara til verka, heldur hinvegin - eg gleði meg til at sleppa til arbeiðis, sigur Høgni Hoydal.