Semingsmennirnir, Jógvan Amonsson og Alfred Petersen, hava kallað Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið aftur til samráðingarborðið, nú tvær vikur eru síðani samráðingarnar slitnaðu og arbeiðssteðgurin byrjaði.
Jógvan Amunsson, ið er annar av semingsmonnunum sigur, at hann hevur vónir fyri einari semju um ikki alt ov langa tíð. Hann vísir á, at um vónir ikki vóru fyri einari semju, so høvdu semingsmennirnir als ikki kallað partarnar saman. Hann sigur, at komast má til eina semju fyrr ella seinni, og heldur hann, at sjálvandi er betur at koma fram til hetta úrslit fyrr í staðin fyri seinni.
Jógvan Amunsson vil einki siga annað siga um samráðingarnar enn, at partarnir skulu tosa saman, og síðani verður farið undir at gera eitt semingsuppskot, ið báðir partar vónandi taka undir við.
Samráðingarnar millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið byrjaðu á Hotel Føroyum í gjár klokkan 14.