­ Meta um dygd heldur enn veita tænastur

Ónøgdin í Fólkaflokkinum í Suðuroy er væl skiljandi, tí teir eftir røttum áttu at havt ein tingmann, men landsstýrissessurin snýr seg um eitt fakmál. Tí var lættari at velja nýggja landsstýrismannin í tingbólkinum, sigur Óli Breckmann

Í seinastuni hevur verið nógv frammi í miðlunum, at suðuroyingar eru ónøgdir við at Jørgen Niclasen, tingmaður, skal taka yvir landsstýrissessin í fiskivinnumálum. Teir kravdu, at Páll Vang á Tvøroyri fekk henda sessin.

Hvussu verður ein landsstýrismaður valdur. Er tað eftir, hvussu nógvar atkvøður hann hevur skaffað flokkinum, ella eftir, hvønn førleika hannhevur at virka sum landsstýrismaður?

Henda spurningin settu vit Óla Breckmann, formanni í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum.


Jørgen Niclasen bestu royndir

­ Hesaferð hevur tingbólkurin valt, at ein av tingmanningini skal fara út í Tinganes. Av tí at Jørgen Niclasen hevur flestu vinnuligar royndir, umframt at hann í hesi setuni hevur sitið sum fíggjarnevndarformaður, og eisini, av tí at hann var formaður í vinnunevndini í fara valskeiði, valdu vit hann, sigur Óli Breckmann, sum eisini heldur tað telja við, at Jørgen Niclasen er ógvuliga ágrýtin og hevur gott samstarv við hinar í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum.

­ Tá Finnbogi Arge varð valdur landsstýrismaður, valdu tit ikki ein í tingbólkinum. Hvussu ber tað til?

­ Ta ferðina hildu vit Finnboga Arge vera best skikkaðan at taka við vinnumálum. Hann var næstur á listanum í atkvøðutali, og vit halda eisini, at hann hevur víst seg at vera góður maður á sínum øki, sigur Óli Breckmann, sum tó ásannar, at Fólkaflokkurin ikki hevur eina mannagond, tá landsstýrisfólk skulu setast.

­ Tað kann virka sum er mannagongdin hjá tykkum at velja landsstýrismann eftir atkvøðum heldur enn dygd, nú suðuroyingar vilja sleppa upp í part, tá sessurin skal setast av nýggjum?


Ikki fyri at veita floksfelagi tænastu

­ Vit hava ikki valt eftir at veita flokslimi eina tænastu. Hetta var kanska gjørt fyri nógvum árum síðani, sigur Óli Breckmann.

­ Í 1981 varð Páll Vang settur sum landsstýrismaður í samskifti og heilsumálum, men hann hevði ikki Strandferðsluna á sjónum, sum vítt eg minnist, tí hann ikki vildi tað.

­ Tað, at tú hevur sitið í landsstýrinum áður, merkir ikki, at ein av sær sjálvum kemur inn aftur eina aðru ferð, sigur Óli Breckmann. Hann heldur tað vera ólukkuligt at Fólkaflokkurin í Suðuroy, sum fekk so nógvar atkvøður, ikki fekk tingmann.

­ Í hesum føri snýr seg tó um fakmál við landsstýrissessinum, og tí mettu vit, at tað var lættari at velja ein úr tingbólkinum.

­ Í seinasta lagi er tað løgmaður sum einamallur kann velja landsstýrismannin, og hann nýtist ikki at halda seg til okkara tilráðing. Eg vóni ikki, at hetta fær avleiðing fyri flokkin í Suðuroy, sigur Óli Breckmann.


Fólkaflokkurin illa

fyri sum er

Fólkaflokkurin er ikki væl fyri framman undan. Hann skal velja nýggjan landsstýrismann fyri John Petersen, sum noyddist at fara frá, orsakað av dómi í neyðtøkumáli.

Harnæst skulu týðandi avgerðir takast á fiskivinnuøkinum, sum øll samgongan ikki er so samd um. Tí metir flokkurin, at Jørgen Niclasen er besta boðið at taka við eftir John Petersen. Komandi landsstýrismaðurin hevur eisini váttað, at hann fer at halda fram, har gamli landsstýrismaðurin slepti.


Skrædlarin á Fiskavirking

­ Hevur tað einki at týða fyri flokkin, at Jørgen Niclasen fyri nøkrum árum síðan tók ein skrædlara á flakavirkinum hjá Fiskavirking í á Vágum á miðjari nátt, og uttan at spyrja Fiskavirking?

­ So vítt eg veit, er tað málið fingið í rættlag millum Jørgen Niclasen og Føroya Fiskavirking, sigur Óli Breckmann, sum sigur um hendingina:

­ Tað var á náttartíð, at skrædlarin á Tomba, har Jørgen Niclasen var leiðari, gekk fyri. Teir høvdu fleiri tons av fiski at arbeiða, og visti um skrædlara á virkinum í Miðvági, sum tá ikki var opið. Jørgen Niclasen metti at tað var lættari at flyta maskinuna heldur enn fiskin.

­ Trupulleikin var bert, at Jørgen Niclasen ikki ringdi til leiðsluna á Fiskavirking kl. tvey á nátt, og bað um loyvi at lána skrædlaran. Onkur á Fiskavirking gjørdi aftná vart við hetta, men eftir hvat eg havi skilt, so varð hetta fingið í rættlag millum Fiskavirking og Jørgen Niclasen, sigur Óli Breckmann.

Hann heldur, at um ein flokkur skal leita tann vegin eftir landsstýrismanni, sum ongantíð hevur gjørt eitt mistak, so verður torført at finna nakað skikkað fólk.


Mistøk og einki at fáa á skaftið

­Skulu vit leita eftir fólki, sum ongantíð hevur gjørt mistak, verða bert tey eftir, ið ongantíð hava fingið nakað á skafti, sigur Óli Breckmann. Hann heldur, at eitt fólk sum rokast eitt sindur, ikki sleppur undan at gera mistøk.

­ Flokkurin er komin til bestu loysnina, tá so skuldi vera, at ein landsstýrismaður skuldi finnast í hesum umfari, sigur Óli Breckmann.

Hann er formaður í tingbólkinum, og hevur havt sítt at siga í hesum máli. Hóast Anfinn Kallsberg er formaður í Fólkaflokkinum, so hevur flokkurin skipað seg soleiðis, at formaðurin í tingbólkinum tekur yvir samskipanina í flokkinum, um formaðurin er limur í Landsstýrinum. Hetta verður gjørt fyri at - løgmaður í hesum føri - skal sleppa frá at taka støðu til mál í flokkinum í tíðarskeiðnum hann er í Tinganesi.