næstbestu hjá HB við Løkin, har síðsti dysturin í 10. umfari varð spældur. Úrslitið var 1-1. Miðvallarin Kári Hansen legði NSÍ framum í 1. hálvleiki, og verjuspælarin Torkil Kollsker javnaði fyri HB í 2. hálvleiki [...] Sonni L. Petersen hevði skorað tvær ferðir, tá ið tíggju minuttir vóru farnir. Í báðum førum var hann spældur leysur innanfyri verjuna. EB/Streymur gjørdi sjálvmál eftir NSÍ frísparksinnlegg, miðvallarin [...] miðvallarin Jann Martin Mortensen skoraði til 4-0, eftir at Gunnar á Steig hevði hálvbjargað, og Kári Hansen staðfesti 5-0 heimasigurin. Úrtøkan í hesi vikuni ber við sær, at NSÍ nú hevur átta stig. Tað eru tvey
ð keypti frá skopuningum. 5-mannafarið Spógvin varð bygdur í 1961, og var hann tann fyrsti báturin hjá felagnum. Sunvard Vang sigur, at felagið enn ikki hevur mannað allar bátarnar til komandi kappingarár [...] at geva ítróttarfólki okkara betri umstøður, at vit hava bygt hetta nýggja neystið, sigur Sunvard Vang, nevndarlimur í Kappróðrarfelagnum NSÍ, nú nýggja neystið varð tikið í nýtslu leygardagin. Limirnir [...] úm og brúsurúm í kjallaranum. Í erva er stórur salur, ið kann nýtast til alskyns endamál. Sunvard Vang væntar, at hesin salurin kann geva eitt fitt ískoyti til raksturin av felagnum og nýggja bygninginum
at hetta bara fevndi um tann eina dystardagin, sum hann longur hevur sitið yvir. Eisini verður roknað við, at Kári Hansen er í hópinum, eftir at hann annars hevur verið úti við skaða størsta partin av [...] vilja upp í part á sundalagsstevnuni. Hjá NSÍ fekk Sjúrður Jacobsen skaða undir venjing í vikuni, og hann verður tí ikki partur av hópinum. Tað rokna tey við, at Jústinus R. Hansen verður. Tá vit seinast [...] av árinum. Hjá EB/Streymi verður sagt, at allir mans eru tøkir. Hans Pauli Samuelsen og Knút Vesturtún eru av álvara farnir at nærkast fimta gula kortinum, men enn eru leikbannini ikki farin at gera um seg
Fróði Benjaminsen, tá eitt korter var farið. Hann sneiddi í høgru fleiri av, men tá hann var komin í brotsteigin og skuldi leggja bóltin til vinstra bein, varð hann taklaður. Í næsta álopinum, eftir at NSÍ [...] eyðsýndur sum góður stýrimaður í verjuni. Hann og Arnfinn Langgaard vunnu allar luftbóltarnar ímóti lítið sjónligu Marcello Marcellino og Súna Fríða Johannesen, og Kári Hansen stóð seg eisini væl sum eftiransari [...] langa tíð. Hann hevði eina uppgávu. Hon var at fylgja Øssuri Hansen alla staðni. Øssur var saman við Jan Dam og Arnbirni Danielsen mest eyðsýndi B68 maðurin, men tætta eftiransingin gjørdi, at hann ongantíð
útivølli. Á B36 liðnum var verjuspælarin Bjarni Petersen, sum hevur verið skaddur. Hann man vera á veg aftur á besta liðið, tí hann varð tikin út, tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin. [...] teir 3-0 ímóti NSÍ. Hálvleiksstøðan var 1-0. Málskjútti í trettanda minutti var Andri Benjaminsen. Hann hevur ikki frítt av royndum úr bestu deildini. Tað hava fleiri liðfelagar hansara eisini. Eitt nú [...] Tróndargjógv, sum er givin á besta liðnum, Betuel Hansen, sum er á veg á besta liðið aftur, eftir at hann hevur verið uttanlands, Per Langgaard, sum er við at koma seg eftir skaða, og Mórits Heini Mortensen
Klokkan 15 bríkslaði Kári J. á Høvdanum fyri fyrstu ferð í hálvfinaluni í Klaksvík, har NSÍ og HB í lutfalsliga góðum fótbóltslíkindum kappast um, hvat av hesum báðum liðunum – FM vinnararnir í HB og [...] brotsteiginum. Tórður Thomsen kendi seg noyddan at leypa úr málinum, og Adrian var púra kaldur, tá ið hann lyfti bóltin upp um málverjan og í málið. Tað hava verið heilt nógvar spentar støður í NSÍ brotsteiginum
taldist millum málskjúttarnar, hóast talan var um trivaligan 5-1 sigur. Næst við at skora var hann, tá ið hann stutt eftir steðgin fyrst stútaði á stólpan og lítla løtu seinni sendi bóltin dygst framvið [...] rættuliga illa, um tað næsta ár skal verða leygardagsfótbóltur og eingin sunnudagsfótbóltur við Løkin. Kári Reynheim hevur eftir miðvíst og tógvið stríð samanspælt lið. Hesa ferð vóru teir somu ellivu á vøllinum [...] fleiri spentar støður frammanfyri trygga Kristian Joensen í NSÍ málinum, men heimaliðið fótaði sær. Kári Reynheim mundi í steðginum hava givið sínum monnum boð um at seta meiri damp undir ketlarnar, og
Kristin R. Mouritsen breyt ígjøgnum í høgru, og tá hann legði útfrá, sendi Rógvi Poulsen bóltin beint framvið málinum. Dion Splidt er farin út, og fyri hann hevur AB-venjarin sent Hørð Mohr á vøllin. 68 min: [...] minuttirnir, sum dómarin hevur lagt afturat, eftir. Klæmint Olsen stóð brádliga púra blankur, men hann langaði til víð síðurnar av málinum. 89 min: Tað verður nógv lagt fyri, og hjá báðum pørtum er menn [...] annars gingið hampuliga javnt á fyrstu løtuna eftir steðgin. Dmitrij Jankovic hevur sæð gult, eftir at hann steðgaði Klæmint Olsen, sum var um at sleppa leysur. 45 min: Rógvi Poulsen kom onkursvegna at standa
við horna úr høgru innfyri, og mitt fyri málinum var miðvallarin Betuel Hansen púra leysur, tá ið hann við høvdinum setti bóltin í málið. Miðskeiðis í 2. hálvleiki minkaði Skála um munin. Nicolai Møller [...] fýra minuttir seinni var Petur Knudsen aftur upp á spæl. Av brotsteigarmarkinum og mitt fyri lyfti hann bóltin omanfyri manngarðin og í málið, og so var tað greitt, at øll stigini fóru at vera í Runavík [...] Skála 3-1 (2-0) 1-0: Petur Knudsen 2-0: Betuel Hansen 2-1: Djóni Petersen 3-1: Petur Knudsen Dómari: Kári J. á Høvdanum NSÍ: Kristian Joensen – Meinhard D. Geyti, Terzic Adi, James Drye, Pætur Hentze – Betuel
Djóna N. Joensen fyri uttan til dystihn. Hann hevur meitt sær fótliðið, og í allar besta føri kann talan gerast um eitt pláss á beinkinum fyri hansara viðkomandi. Hann var tó heldur ikki við í Gøtu, so alt [...] kontina sunnudagin. Til dystin hevur Kári Reynheim allar sínar mans ? undantikið langtíðarskadda Iulian Florescu ? tøkar. Hóast hetta sjálvandi eru góð boð, so tykist Kári leggja størri dent á onnur viðurskifti [...] í seinnu helvt hevur hetta eisini verið at sæð aftur í úrslitunum, sigur Kári, sum við hesum hevur sagt sínum monnum, hvat hann væntar frá teirra síðu, tá farið verður á vøllin við Løkin sunnudagin.