NSÍ dámar best uttan trýst

NSÍ-B71:

NSÍ hevuir bert æruna at spæla fyri, men royndirnar siga, at tað plagar at tæna teimum best úrslitaliga

 

Upptakt


Tað hevur víst seg seinnu árini, at tá runavíkingar einki annað enn æruni hava at spæla fyri, er ikki lukkuligt at vera fyri. Mest sjónligt var hetta í fjør, tá teir lógu illa fyri, men brádliga tóku øll oddaliðini eftir tørni. Eisini hevur GÍ kent sviðan av hesum, tá runavíkingar fyri viku síðani at kalla køvdu gullvónina hjá gøtumonnum.

Hesa ferð er tað tó ikki nakað oddalið, sum kemur á vitjan, men tað tykist vera ein trupul uppgáva, sum sandoyingar hava fyri framman.

Runavíkingar mugu tó vera Djóna N. Joensen fyri uttan til dystihn. Hann hevur meitt sær fótliðið, og í allar besta føri kann talan gerast um eitt pláss á beinkinum fyri hansara viðkomandi.

Hann var tó heldur ikki við í Gøtu, so alt í alt tykist talan gerast um á leið sama liðið.


Skulu vinna

Hjá sandoyingum eru treytirnar greiðar undan dystinum. Teir kunnu í øllum førum ikki dúva upp á lítla fyrimunin, sum teir hava til vágamenn, og tí skulu stig, og helst trý av slagnum inn á kontina sunnudagin.

Til dystin hevur Kári Reynheim allar sínar mans ? undantikið langtíðarskadda Iulian Florescu ? tøkar. Hóast hetta sjálvandi eru góð boð, so tykist Kári leggja størri dent á onnur viðurskifti, enn akkurát, hvat fólk er á vøllinum.

- Tað, sum nú ræður um hjá okkum, er at vit fara á vøllin at gera eitt gott arbeiði. Hvør einstakur leikari noyðist at taka ábyrgd og spæla upp til sítt allarbesta hesaferð. Tað hevur verið ov ofta, at ov fáir hava tikið hesa á seg, og serstakliga í seinnu helvt hevur hetta eisini verið at sæð aftur í úrslitunum, sigur Kári, sum við hesum hevur sagt sínum monnum, hvat hann væntar frá teirra síðu, tá farið verður á vøllin við Løkin sunnudagin.