Eingin ivi er um, at FC Suðuroy verður annað av liðunum, sum næsta ár fer at spæla í næstbestu og ikki í bestu deildini.
Hesa ferð noyddist FC Suðuroy úr Runavík við 5-1 tapi, og nú eru sjey umfør eftir hjá suðuroyingunum at vinna fyrsta sigurin í ár. Síðani landskappingin varð víðkað til at fevna um 27 umfør, er tað ikki komið fyri, at niðurflytari ikki hevur vunnið í hvussu so er eina ferð. Tað skal leitast heilt aftur til 1989 fyri at finna niðurflytara, sum ikki megnaði at vinna eina ferð. Tað árið flutti LÍF niður eftir at hava spælt átjan dystir og vunnið trý stig í trimum javnleikum.
Higartil hevur NSÍ verið við í stríðnum fyri at sleppa undan hinum niðurflytingarplássinum. Eftir trivaliga heimasigurin hesa ferð er tað meiri luft hjá teimum gulu til hóttanina av niðurflyting, og nú skal endaspurturin hilnast rættuliga illa, um tað næsta ár skal verða leygardagsfótbóltur og eingin sunnudagsfótbóltur við Løkin.
Kári Reynheim hevur eftir miðvíst og tógvið stríð samanspælt lið. Hesa ferð vóru teir somu ellivu á vøllinum alla tíðina, og tað var merkisvert, at níggju av teimum eru uppvaksnir í felagnum. Annar av sentralu miðvallarunum – Magnus Olsen – er uppvaksin í B71, og hin sentrali miðvallarin – Andras Frederiksberg – er uppvaksin á Skála.
Mest sum alla tíðina var heimaliðið leikliga omaná, og stóri pinnur hevði verið fimm ferðir runt, tá ið hol kom á. Jann Martin Mortensen legði væl innfyri úr høgru, og Árni Frederiksberg varð skrásettur sum málskjútti, eftir at Stanislav Kuzma hevði hálvbjargað royndini frá Magnusi Olsen.
Stórsigurin læt bíða eftir sær. NSÍ hevði bóltin nógv, men gestirnir vóru væl skipaðir í verjupartinum, og tað kom spenningur í, tá ið teir eftir hálvan tíma gagnnýttu ein av kontramøguleikunum. Eftir uppspæl og innlegg úr høgru tveitti miðvallarin í vinstru, David Asare, seg fram og stútaði meistarliga til 1-1.
Útjavnandi málið tóktist skelka heimaliðið, og næstu løtuna vóru fleiri spentar støður frammanfyri trygga Kristian Joensen í NSÍ málinum, men heimaliðið fótaði sær.
Kári Reynheim mundi í steðginum hava givið sínum monnum boð um at seta meiri damp undir ketlarnar, og so gekk tað fult og heilt fyri seg eftir treytunum hjá NSÍ, sum síðsta stóra hálva tíman skoraði fýra mál.
Merkisvert var tað, at síðuspælararnir – Árni Frederiksberg og Jann Martin Mortensen – skoraðu tvær ferðir í part, at miðvallarin Magnus Olsen skoraði eitt mál, og at toppskjúttin Klæmint A. Olsen hesa ferð ikki taldist millum málskjúttarnar, hóast talan var um trivaligan 5-1 sigur. Næst við at skora var hann, tá ið hann stutt eftir steðgin fyrst stútaði á stólpan og lítla løtu seinni sendi bóltin dygst framvið stólpanum.