Klokkan 15 bríkslaði Kári J. á Høvdanum fyri fyrstu ferð í hálvfinaluni í Klaksvík, har NSÍ og HB í lutfalsliga góðum fótbóltslíkindum kappast um, hvat av hesum báðum liðunum – FM vinnararnir í HB og silvurvinnararnir í NSÍ – leygardagin skal spæla finalu í kappingini um løgmanssteypið ímóti Víkingi.
Støðan er 2-0 til HB, og fyrru trý korterini hevur verið sonn maktdemonstratión av meistaraliðnum.
HB hevur havt bóltin nógv meiri enn NSÍ, og HB hevur megnað flótandi og hugflogsríkt fótbóltsspæl, meðan teir gulu og svørtu nógv størsta partin av tíðini hava runnið aftaná.
Tá ið tað so er eydnast NSÍ at fáa fatur á bóltinum, hava royndirnar at fáa skipað fótbóltslspæl í lag verið jánkasligar, tí tað er eydnast HB yvir allan vøllin at pressa og leggja trýst á, soleiðis at alt tað, sum NSÍ hevur ætlað, er miseydnað, tí NSÍ spælararnir hava verið strongdir.
HB setti hol á longu í áttanda minutti við frísparki dygst uttanvert brotsteigin í høgru. Daniel Johansen royndi seg við beinleiðis skoti, og bólturin sigldi umvegis ein av mótstøðumonnunum og í netið.
Og lítla løtu undan steðginum økti Adrian Justinussen til 2-0. Mathias Nygaard átti uppleggið, og Adrian Justinussen varð heilt blankur eitt vet til vinstu í brotsteiginum. Tórður Thomsen kendi seg noyddan at leypa úr málinum, og Adrian var púra kaldur, tá ið hann lyfti bóltin upp um málverjan og í málið.
Tað hava verið heilt nógvar spentar støður í NSÍ brotsteiginum, meðan tað ongantíð er eydnast NSÍ at spæla seg í álopsstøðu, og Petur Knudsen og Klæmint A. Olsen, sum verða roknaðir at vera vandamiklasta álopsparið í landinum, hevur tað verið millum lítið og einki at sæð til.
Nú leggja Allan K. Jepsen og hansara NSÍ spælarar ráð um, hvussu tað skal farast fram eftir steðgin. Um tað ikki eydnast at finna annað lag, enn tað, sum NSÍ higartil hevur roynt, so verður tað HB, sum leygardagin fer at spæla steypafinalu.
NSÍ - HB (0-2) kl. 15.00
NSÍ: Tórður Thomsen – Jóhan Troest Davidsen, Oddur Á. Højgaard, Jákup Jakobsen – Jann J. Benjaminsen, Jesper F. Christjansen, Betuel Hansen, Rógvi Egilstoft, Pætur Turiðarson Skipanes – Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen
HB: Teitur Matras Gestsson – Hørður H. Askham,Delphin Tshiembe, Bartal Wardum – Heri H. Mohr, Mathias Nygaard, Heðin Hansen, Daniel Johansen – Dan í Soylu, Mikkel Dahl, Adrian Justinussen