NSÍ er aftur oddalið

Runavíkingar fingu trý stig við sær av Argjum, og nú eru teir gulu aftur á odda í Effo-deildini

So er liðugt, og NSÍ er aftur oddalið í Effo-deildini. Teir hava nú 37 stig fyri 18 dystir, og hava soleiðis otað seg fram um B36. Árstalsfelagið hevur 36 stig fyri sínar 17 dystir, meðan Víkingur somuleiðis hevur 36 stig - tó fyri 18 dystir.

 

Liðugt - NSÍ vann 2-1

Seinastu løtuna sendu argjamenn nógv fólk fram á vøllin, og teir fingu eini trý hornaspørk seinastu løtuna. Tað spurdist tó einki burtur úr hesm, og so kundu runavíkingar fegnast um sigurin, sum helst eisini var uppiborin.

 

 

91 min:

Nú eru bara minuttirnir, sum dómarin hevur lagt afturat, eftir. Klæmint Olsen stóð brádliga púra blankur, men hann langaði til víð síðurnar av málinum.

 

89 min:

Tað verður nógv lagt fyri, og hjá báðum pørtum er menn útlúgvaðir. Beint nú hevði Hørður Mohr góðan møguleika, men skotið var ikki nóg hart, og Ganga hevði ongar trupulleikar.

 

82 min:

Tað gongur hart fyri seg í báðum endum. Nú var tað NSÍ, sum var um reppið at skora eftir at AB-verjan ikki var nóg avgjørd.

 

80 min:

AB ger sína triðu útskifting. Inn kemur Nikolaj Eriksen, sum ikki hevur spælt á besta liðnum í longri tíð. Út fer Jógvan Skeel Nolsøe.

 

69 min:

Nú er Christian Høgni Jacobsen komin á vøllin. Løtu seinni var um reppið, at NSÍ økti, men í evstu løtu fekk AB-málverjin ruddað burtur, áðrenn Klæmint gjørdist heilt leysur.

 

75 min:

Nú var AB heilt nær við. Kristin R. Mouritsen breyt ígjøgnum í høgru, og tá hann legði útfrá, sendi Rógvi Poulsen bóltin beint framvið málinum.

 

Dion Splidt er farin út, og fyri hann hevur AB-venjarin sent Hørð Mohr á vøllin.

 

68 min:

Risa-møguleiki til NSÍ. Meinhard E. Olsen gjørdist púra leysur, men Niklas í AB-málinum bjargaði, áðrenn Magnus H. Olsen sendi returin framvið málinum.

 

61 min:

NSÍ fremur sína næstu útskifting. Út fer Jónhard Frederiksberg og inn kemur Meinhard E. Olsen. Gestirnir hava havt lítla yvirvág seinastu løtuna, men AB roynir eisini at hótta.

 

52 min:

NSÍ fremur sína fyrstu útskifting. Út fer Haraldur Højgaard, sum fekk gult kort undan steðginum, og inn er komin Hákun Edmundsson.

Tað hevur annars gingið hampuliga javnt á fyrstu løtuna eftir steðgin. Dmitrij Jankovic hevur sæð gult, eftir at hann steðgaði Klæmint Olsen, sum var um at sleppa leysur.

 

45 min:

Rógvi Poulsen kom onkursvegna at standa mest sum leysur, men stútarin varð sendur omanfyri málið hjá Andras Gango.

 

44 min:

AB hevur júst havt risa-møguleika, men púrasta blankur megnaði Kristin R. Mouritsen ikki at umseta møguleikan til mál.

 

 

41 min: 1-2, Tróndur Jensen

So er aftur mál á Argjum. Talan var um fyrsta veruliga møguleikan, sum AB hevur skapt í dystinum. Í fyrstu atløgu rakti Rói Danielsen ikki bóltin, men Tróndur Jensen stóð púra blankur aftanfyri, og so var mál.

 

 

32 min.
AB skiftir út. Jobin Drangastein, sum saman við Tróndur Jensen og Kristin R. Mouritsen hevur mannað sentrala miðvøllin, er tikin út. Í hansara stað er komin Kári Nielsen. Tað líkist eini skifting, har AB-venjarin roynir at fáa meira tyngd í illa sperda miðvøllin.

 

24 min: 0-2, Jann Martin Mortensen

AB verjan er ógvuliga passiv, tá Runavíkingar spæla seg upp eftir miðásini. Endin varð, at Jann Martin Mortensen gjørdist púrasta leysur, og so var hann ískaldur, tá málverjin kom út ímóti.

 

22 min.

Runavíkingar koyra á í royndunum at økja um leiðsluna. Ta einu ferðina varð bjargað á strikuni, og fleiri ferðir hevur talan verið um vandamikil innlegg. 

AB hevur hinvegin skapt millum lítið og einki, og í løtuni royna vertirnir bara at standa ímóti.

 

7 min: 0-1, Jann Martin Mortensen

Eftir stutt hornaspark kom Jann Martin at standa væl fyri, og so er NSÍ í ferð við at leggja seg ájavnt Víkingi og B36 í oddastríðnum.