? Tað er fyri at geva ítróttarfólki okkara betri umstøður, at vit hava bygt hetta nýggja neystið, sigur Sunvard Vang, nevndarlimur í Kappróðrarfelagnum NSÍ, nú nýggja neystið varð tikið í nýtslu leygardagin.
Limirnir í felagnum eru ógvuliga fegnir um at hava fingið eitt ordiligt neyst til bátarnar og eini felagshøli, har tey kunnu hava samveru eftir venjingar.
Kappróðrarfelagið NSÍ hevur í dag fimm bátar, og í fjør vóru seks manningar knýttar at felagnum. Hetta er tí eitt stórt og virkið felag, ið hevur sett dám á føroyskan kappróður seinastu árini.
Pláss er fyri fimm bátum í neðra, og harumframt eru umklæðingarrúm og brúsurúm í kjallaranum. Í erva er stórur salur, ið kann nýtast til alskyns endamál.
Sunvard Vang væntar, at hesin salurin kann geva eitt fitt ískoyti til raksturin av felagnum og nýggja bygninginum.
Leygarkvøldið var stór veitsla í salinum, og tá varð borðreitt fyri umleið 200 fólkum. Hesin salurin er tí væl egnaður til brúdleyp og onnur stór tiltøk.
Fleiri nýggjar bátar
Kappróðrarfelagið NSÍ hevur í dag fimm bátar. Tríggir teirra eru heilt nýggir. 10-mannafarið Eysturoyingur varð bygdur fyri 4 árum síðani. 5-mannafarið Tjaldrið og 6-mannafarið Sølmundur eru enn nýggjari enn 10-mannafarið.
Síðani er tað 8-mannafarið Heiðabáturin, ið er gamli Skopuningurin, sum róðrarfelagið keypti frá skopuningum. 5-mannafarið Spógvin varð bygdur í 1961, og var hann tann fyrsti báturin hjá felagnum.
Sunvard Vang sigur, at felagið enn ikki hevur mannað allar bátarnar til komandi kappingarár. Onkur av bátunum er so gamal, at tað er torført at fáa manningar at bjóða seg fram.
Góðan stuðul
Sunvard Vang sigur, at felagið hevur fingið sera góðan stuðul frá vinnulívinum og fyritøkum á Skálafjørðinum til byggingina av nýggja neystinum. Uttan hesa fíggjarligu hjálpina hevði verið torført at farið undir byggingina.
Umframt henda privata stuðulin hevur felagið eisini fingið 30% av kostnaðinum úr landskassanum.
Byrjað varð at byggja neystið í 1998, og árið eftir kundu bátarnir standa undir taki í neystinum. Nú eru tó allir snøklar gjørdir. Tað mesta av arbeiðinum hevur verið sjálvboðið, og tí hevur tað eydnast at halda ein lágan kostnað. Neystið hevur kostað einar tvær milliónir krónur.
Leygardagin var eisini ein uppboðssøla, har málningar hjá lokalum politikarum vórðu seldir. Kappróðrarfelagið fekk einar 80.000 krónur frá hesum tiltakinum.
Nú eru karmarnir kring virksemið hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ avbera góðir, og runavíkingar vóna sjálvandi, at hetta fer at síggjast aftur í úrslitunum í ár.
Í fjør fekk felagið eitt FM-heiti. Tað vóru dreingirnir á Tjaldrinum, ið gjørdust vinnarar. Harumframt fingu menninir á Sølmundi silvur.