NSÍ er aftur best í kommununi

Petur Knudsen var dagsins maður, tá ið Skála legði rygg til 3-1 tap í Runavík

Fyri tey í Runavík kendist tað sum um, at tað mesta vendi skeivt í fjør. Eitt var, at besta liðið fyri fyrstu ferð í eina fjórðingsøld spældi í næstbestu deildini, og eitt annað var, at NSÍ tríggjar ferðir legði rygg til tap ímóti Skála.

 

Nú sær tað út til, at alt er komið upp á pláss aftur. NSÍ er aftur í fremstu deildini, og í kvøld vann NSÍ 3-1 á heimavølli ímóti Skála. Harvið hava bæði Skála og NSÍ trý stig eftir tvey umfør. Triðja umfar verður 2. páskadag, sum er um stórar tvær vikur. Tá fer NSÍ norður til Klaksvíkar, og tá fær Skála vitjan av B36.

 

NSÍ var grammari og meiri nærgangandi, og tað var serliga í vinstru, at Petur Knudsen aftur og aftur var nær við. Eitt korter var farið, tá ið Steffan A. Løkin, sum var miðvallari, spældi fram til Petur Knudsen, sum úr vinstru sendi bóltin flatt í handars síðunetið.

 

Petur Knudsen var av álvara dagsins maður í Runavík. Stórar tíggju minuttir eftir fyrsta málið var 2-0, og tá sá skálaverjan ikki gott út. Petur Knudsen legði við horna úr høgru innfyri, og mitt fyri málinum var miðvallarin Betuel Hansen púra leysur, tá ið hann við høvdinum setti bóltin í málið.

 

Miðskeiðis í 2. hálvleiki minkaði Skála um munin. Nicolai Møller Dohn royndi seg við frísparki úr 25 metrum. Málverjin hálvbjargaði, og Djóni Petersen var fyrstur á returbóltinum og skoraði.

 

So var spenningur í eina lítla løtu, men fýra minuttir seinni var Petur Knudsen aftur upp á spæl.

 

Av brotsteigarmarkinum og mitt fyri lyfti hann bóltin omanfyri manngarðin og í málið, og so var tað greitt, at øll stigini fóru at vera í Runavík.  

 

 

 

NSÍ – Skála 3-1 (2-0)

 

1-0: Petur Knudsen

 

2-0: Betuel Hansen

 

2-1: Djóni Petersen

 

3-1: Petur Knudsen

 

Dómari: Kári J. á Høvdanum

 

NSÍ: Kristian Joensen – Meinhard D. Geyti, Terzic Adi, James Drye, Pætur Hentze – Betuel Hansen, Konrad Gustafsson, Steffan A. Løkin – Jasper Van Der Heyden, Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen

 

Skála: Karstin Hansen – Bjarti Thorleifsson, Jákup Jakobsen, Kristian Martin Jacobsen, Djóni Petersen – Nicolai Møller Dohn, Jan Ingason Hansen – Marjus Nón, Ragnar Skála, Teitur Poulsen  – Carlos Ferreira