460 litrar, er einki eykahjól, hetta er helst tí, at bilurin hevur RFT-dekk (Run Flat Tyre) sum standard í øllum útgávunum. Hesi dekk eru gjørd til at kunna koyra eitt strekki upp á minst 80 kilometrar [...] vegfesti er heilt optimalt undir øllum koyriumstøðum, serliga kemur hetta til sjóndar í svingum. Fyri at lætta um bilin eru partar av undirvogninim gjørdir úr aluminium. Tær ymisku útgávurnar fáast við 16" [...] enn forgangarin og verður enn sum áður drivin av bakhjólunum. Bilurin er gjørdur sera praktiskur við at t.d. gardinan, ið fjalir tað sum liggur í viðførisrúminum, rullar seg automatiskt saman, tá baklúkan
verða heintaði í bygdini, soleiðis at foreldrini sleppa undan tí nógvu koyringini aftur og fram millum heim og skúla. Henda morgunin í Lamba var einki annað fólk at síggja í bygdini enn hesin einsamalli [...] hann út í skúlan á Glyvrum. Djóravinur Tað er kanska eisini nakað tíðliga at spyrja ein so ungan pilt um, hvat hann ætlar sær at verða, tá hann verður stórur. Eg taki kjansin og spyrji, um hann hevur hugsað [...] Vit høvdu eina kanin, men hon doyði í fjør. Men eg kundi væl hugsað mær at fingið okkurt djór, sigur Tráin. Nógvar vinmenn Eitt er at ganga í skúla og síðani gera heimaarbeiðið. Men hvat ger Tráin aftaná
landinum. Eftir at sýrisku herdeildirnar tóku seg aftur hevur Hizbollah fingið ein størri politiskan leiklut í landinum og síðsta valið eydnaðist sera væl hjá felagsskapinum. Ofta verður sagt, at felagsskapurin [...] Libanon - at sleppa undan ófriðunum og álopum. Sunnara partur av Libanon ber hjá summum heitið Hizbollah-land og her búleikast ein stórur partur av tí fátækara fólkinum, sum ikki hevur møguleika at sleppa [...] Í 1946 gjørdist Libanon sjálvstøðug tjóð eftir at hava verið undir fronskum verndarstýri í 23 ár. Politiska skipanin hevur frá byrjan av, og undir fronskum valdi, tikið atlit til fjølbroyttu samansetingina
einstaklingi frá Atlantic Music Event at spæla á rockfestivalinum 2005. ? AIRWAVES í Íslandi - oktober 2005. Møguleiki verður latin upp fyri at fáa føroyskar bólkar at spæla á Airwaves 2005. ? »Peace & Love [...] Airways lata vinningin. ? Listastevna Føroya - august 2006 - bjóðar vinnaranum av Prix Føroyar kappingini at spæla á Listastevnuni 2006. ? Jelling Musikfestival saman við Atlantic Airways - mai 2005 - velur í [...] Musikhuset VEGA í Keypmannahavn bjóðar minst einum bólki ella einstaklingi frá Atlantic Music Event at spæla í VEGA í 2005. ? Summarfestivalurin 2005 - velur ein bólk frá hálvfinaluni í Suðuroy og minst
Talv Fer tað endiliga at eydnast sigursvanda klaksvíksliðnum at vinna FM-heitið í ár? Teir hava verið tætt við seinastu fýra árini, men hava hvørja ferð dumpað ímóti endanum av kappingini. Seinast teir [...] Tiger Hillarp-Persson hevur leikt við nøkur umfør, og kenna vit kollfirðingar rætt, fara teir helst at gera sær dælt av trumfinum nú kappingarendin nærkast. Torkil fall Klaksvíksliðið var skert í dystinum [...] eitt javnleiki móti GM Tiger og sum sagt sigurin á Ólavi. Ólavur er tí tann einasti, ið hevur megnað at steðgað føroysku fótbóltshetjuni á talvborðinum. Úrslitið gjørdist ein ruddiligur 4-0 sigur til heimaliðið
heilsølu. Torrey fór at starvast har, fyrst saman við Poul N. Kjølbro (Nølla) og Kristian Hvidbro. Seinni var hann leiðari á heilsøluni. Í 1977 fór hann saman við soninum Kára at hava egnan handil, Norðoya [...] rekur heilsøluna. Har er hann stóran part av degnum, og tað sigst, at hann framvegis ger eitt sindur til nyttu. Torrey er annars nær knýttur at samkomuni í Betesda og gongur trúliga har. Føðingardagin helt [...] , sonur Hansinu og Andreas Lindberg. Hansina var ættað av Víkum, húskið flutti seinni til Gásadals at búgva. Andreas varð vanliga nevndur Andreas í Beitinum har suðuri. Torrey vaks upp í stórum systkinaflokki
Trúgvin á Frelsaran, sum Jóhan og Ester lærdu at kenna í barnaárum, hevur verin berandi tátturin í lívi teirra, serstakliga tá ið sorgar- og sjúkuóløgi hava hótt við at taka tey av fótum. Men í øllum hesum eru [...] pápanum, sum stóð har niðasti parturin av Hotel Hafnia er. Í 1948 flutti húskið niðan á Hoyvíksvegin at búgva. Jóhan gekk í skúla í gamla kommunuskúlanum, sum varð bygdur í Húsgarðsbønum seinast í 1890-unum [...] Fuglafirði, sum hann giftist við í 1959. Eftir lokna hotelútbúgving í 1960 kom Jóhan heimaftur á klettarnar at hjálpa pápa sínum, sum í 1950 hevði bygt Hotel Hafnia og var byrjaður hotelvirksemi saman við konu
ábyrgdina av at senda rakettir við veiri upp í loft fyri at verja seg móti flogálopunum. Tá ið kirkjan í Rituvík varð bygt í fimmti árunum, var Søren Jacob í bygginevndini, og hann var við til at byggja hana [...] Signa arbeiddi í nøkur ár í Lynfrost. Men mesta av tíðini var hon heima, og tað hevur verið nóg mikið at takast við. Umframt børnini so vóru verforeldrini eisini í húsinum. Tey doyðu út frá Signu og Søren [...] hana. Eftir at hon var liðug í 1955, var hann til skips aftur, men síðani 1958 hevur hann verið heimamaður. Søren Jacob smíðaði hús saman við beiggjunum Jógvani og Esmari, sum báðir vóru timburmenn. Signa
teir fara út av fjørðinum. Portogiska skonnartin bað um loyvi at ligga fýra tímar, tí veðrið var so ringt, men teir fingu bert loyvi til at liggja í tveir tímar, so máttu teir út av fjørðinum. Á veg út [...] og gav bjargingarfelagnum í Grindavík ein borðabát. Í sambandi við at 31. mars í ár eru liðin 50, ár síðan hesa hendingina, ynskir Eli at seta seg í samband við teir føroyingarnar sum vóru við "Jón Balvinsson" [...] Føroyingahavnina, har eitt annað portogisiskt skip kom efitr teimum. "Borgin" fór síðan til Godthåb at gera róðurstammuna aftur. Har lá hvalabáturin "Sonja" við Hans Larsen úr Porkeri sum skipara. Mask
hoyvíkingar aftur í aftur, og tað eydnaðist teimum at koma frá 13-16 upp á javnleik 17-17, áðrenn farið var til hálvleiks. Hevði H71 harafturat megnað at gagnnýtt síni brotskøst, høvdu teir óivað verið á [...] eftir at leika, var H71 á odda við trimum málum, 30-27, men so steðgaði alt upp hjá hoyvíkingum. Síðstu løtuna gjørdu kollfirðingar eitt ordans sprell, og upp á fýra minuttir høvdu teir vent frá at verða [...] verða aftan fyri 27-30 til at verða á odda 31-30, og tá punkteraði ballónin hjá H71 fullkomiliga. Heini Bentsen fekk tó javnað til 31-31, men sálarliga yvirvágin var hjá kollfirðingum, og seinastu tveir m