Eli var til skips við "Borgini" TG777 í 1946 í Grønlandi við Torvaldi Hjelm í Vági sum skipara. Teir fóru av Vestmanna 26. juni, og 32 mans vóru við skipinum. Teir byrjaðu við línu og so við loddi.
Teir komu í illveður, og róðurstamman klovnaði. Síðan sigldu teir inn í Fiskermesterhavn í Grønlandi. Ankraðu upp og lógu har í nakar dagar.
Tá kom fýra mastraða portogisiska skonnartin "Florentina", sum hevði fingið maskinbrek og ankraði við síðuna av teimum.
Meðan teir liggja har, kom danska verjuskipið "Heimdal" har og bað teir fara út av fjørðinum. Portogiska skonnartin bað um loyvi at ligga fýra tímar, tí veðrið var so ringt, men teir fingu bert loyvi til at liggja í tveir tímar, so máttu teir út av fjørðinum.
Á veg út kom portogisiska skonnartin í harðan streym og rak á land. Teir fingu síðan siglt inn aftur og ankraðu upp, men eftir átta tímum sakk Florentina. Verjuskipið flutti manningina til Føroyingahavnina, har eitt annað portogisiskt skip kom efitr teimum.
"Borgin" fór síðan til Godthåb at gera róðurstammuna aftur. Har lá hvalabáturin "Sonja" við Hans Larsen úr Porkeri sum skipara. Maskinmeistari hjá teimum var Jóannes Danielsen (Samma Jóannes) úr Kollafirði. Hann gjørdi róðurstammuna aftur við boylum, so "Borgin" kundi sigla heim aftur í øllum góðum.
Teir høvdu umleið 10-11 dagar um túrin og komu á Vág 26. september sama árið. Fingu 1480 skippund og mansskapsparturin var 4.300 krónur.
Íslendskur trolari sakk við Reykjanes í 1955
Í 1955 var Eli við íslendska trolaranum "Jón Baldvinsson" úr Reykjavík sum sigldi á land eystan fyri Reykjanes, millum Grindavík og Reykjanes.
Teir vóru 42 mans við trolaranum harav 13 føroyingar.
Teir rendu á land klokkan 03.30 um náttina 31. mars 1955. Fingu samband við bjargingarfelagið í Grindavík, sum vóru frammi um 7 tíðina. Teir skutu ein silkiveir í land, so teir fingu hálað línuna hjá bjargingarfelagnum umborð. Línan var 140 metrar long. Tá klokkan var 9.40 var øll manningin bjargað í land.
Tá teir komu í land, stóð ein lækni og ein sjúkrasystir og tók ímóti teimum. Læknin bjóðaði manningini snaps, tí teir vóru so illa á holdum komnir. "Hetta er besti snapsur eg nakrantíð havi fingið", sigur Eli.
Tað var ikki so lætt at koma upp, tí frá staðnum har skipið lá, var bergið 40 metrar høgt frá fjøruni og upp á eggina. Tá manningin komu upp, vórðu teir bodnir inn til fýrpassaran og til bóndan á Reykjanesi. Tey vóru ógvuliga blíð við manningina og bjóðaði teimum kaffi og góðan mat. Manningin bleiv soleiðis bjargað í øllum góðum.
Fyri tveimum árum síðan var Eli Petersen í Íslandi og gav bjargingarfelagnum í Grindavík ein borðabát.
Í sambandi við at 31. mars í ár eru liðin 50, ár síðan hesa hendingina, ynskir Eli at seta seg í samband við teir føroyingarnar sum vóru við "Jón Balvinsson" hendan túrin. Eli hevur telefon 227698.
Systkini hjá Eli Petersen
Sámal Jákup føddur 1925 býr í Kvívik
Hjørdisfødd 1927býr í Danmark
Petrinafødd 1928býr í Danmark
Eli føddur1928býr í Havn
Jakoba (doyði í 1996) fødd1931búi í Danmark
Trúgviføddur 1932býr í Havn
Áslafødd1944býr í Danmark