Í 1946 gjørdist Libanon sjálvstøðug tjóð eftir at hava verið undir fronskum verndarstýri í 23 ár. Politiska skipanin hevur frá byrjan av, og undir fronskum valdi, tikið atlit til fjølbroyttu samansetingina av fólkabólkum í landinum. Valdið varð soleiðis býtt ímilllum trúarbólkarnar tey kristnu, sunni muslimar, shia muslimar, drusarar og aðrar minni bólkar; tilsamans 17 skrásettir bólkar. Síðan Tjóðarsáttmálan frá 1943 hevur forsetin verið maronittiskur kristin, forsætisráðharrin sunni muslimur og tingsformaður í libanska tjóðartinginum shia muslimur. Somuleiðis vóru týdningarmikil embætisstørv og størv í herinum givin út eftir trúaruppruna. Átrúnaður varð soleiðis innflættaður í libanska fólkaræðið.
Tey fyrstu árini riggaði hetta væl. Stjórnmálafrøðingar vórðu hugtiknir av hesi skipanini. Pressan var fræls, almenna kjakið opið og lívligt. Eisini vórðu fólkaval regluliga hildin, hóast atkvøður vórðu fluttur aftur og fram. Men í 1958 var galið, og borgarakríggj brast á. Libanon hevði ongan virknan leiklut í 6 Daga krígnum í 1967. Eftir hetta kríggið bleiv Libanon ein høvuðsstøð hjá stríðandi palestinskum bólkum, ið skipaðu fyri álopum á Ísrael. Líka síðan hevur palestinska stríðið ímóti norðara parti av Ísrael verið kelda til mikið høvuðbrýggj hjá libansku mynduleikunum. T.d. í 1968 vórðu 13 ferðafólkaflogfør álopin og oyðiløgd á flogvøllinum í Beirut av ísraelskum stríðsflogførum í hevnisøk fyri palestinskar atgerðir.
Hendan støðan endaði í einum longum libanskum borgarakríggi í 1975. Upprunin til hetta borgarakríggj verður mettur at vera fleirtýddur, men ein høvuðsorsøk liggur palestinska hernaðarvirkseminum í suðurpartinum av Libanon.
Í 1978 tók Ísrael seg inn í sunnara part av Libanon og uppbygdi ein trygdarøki. Fram til 2000 er hetta trygdarøkið á ísraelskum hondum. Hizbollah-deildir taka seg inn á hetta økið í 2000, meðan ísraelar taka seg aftur.
Í dag eru shia muslimar hin størsti fólkabólkurin í landinum, 40 % av libansku íbúgvunum, størri enn tey kristnu og sunni muslimar. Hetta talið er ein meting, eingi almenn tøl av fólkatalinum, ið sigur frá støddini av trúarbólkunum, finnast. Hetta evnið er eitt tabu-evni í libanska politiska kjakinum.
Inntil 60ini vóru libansku shiamuslimarnir ein bólkur, sum eingin gav sær far um ein forsømdur fólkabólkur, sum lá niðast í samfelagnum undir harramonnunum úr teimum størru familjunum við tí mesta av politiska valdinum. Men í dag í stóran mun takkað verið politiska og hernaðarliga felagsskapinum Hizbollah eru shia muslimar ein støðugt vaksandi, politiskur leikari í landinum. Eftir at sýrisku herdeildirnar tóku seg aftur hevur Hizbollah fingið ein størri politiskan leiklut í landinum og síðsta valið eydnaðist sera væl hjá felagsskapinum. Ofta verður sagt, at felagsskapurin er ein statur innan í statinum. Felagsskapurin hevur ein her á nakrar túsund mans, eitt væl útbygt sosialt trygdarnet, eina væl umtókta sjónvarpsrás, al-Manar. Og sambært grein í tíðarritinum New York Review of Books hevur felagsskapurin ein fíggjarætlan á $ 100 mill., har stórur partur kemur úr Iran.
Meðan útlit fyri eini vápnahvíld eru døpur roynir eitt túsundtal av fólki báðu megin markið men serliga í Libanon - at sleppa undan ófriðunum og álopum. Sunnara partur av Libanon ber hjá summum heitið Hizbollah-land og her búleikast ein stórur partur av tí fátækara fólkinum, sum ikki hevur møguleika at sleppa burtur úr krígsrakta økinum.









