Torrey Lindberg 80 ár

Leygardagin 24. januar fylti Torrey Lindberg í Klaksvík 80 ár

Leygardagin 24. januar fylti Torrey Lindberg í Klaksvík 80 ár. Hann er ættaður úr Trongisvági, sonur Hansinu og Andreas Lindberg. Hansina var ættað av Víkum, húskið flutti seinni til Gásadals at búgva. Andreas varð vanliga nevndur Andreas í Beitinum har suðuri.
Torrey vaks upp í stórum systkinaflokki, tí Hansina og Andreas fingu 11 børn, 9 dreingir og 2 gentur. Børnini vóru:
Maria (Mia) var gift við Pola Mohr Mortensen. Tey búðu fyrst í Vágum, síðani í Havn.
Jacob sigldi úti í eina tíð og búsettist so í Hillerød.
Jens búði í Keypmannahavn.
Hermund doyði av sjúku 14 ára gamal.
Hans búsettist á Havnarfirði í Íslandi.
Henry fór 16 ára gamal fyri kríggið við skúlaskipinum Danmark. Teir fóru inn í New York, skipið varð internerað, og manningin mátti í land. Henry vitjaði ikki heima aftur fyrr enn 20 ár seinni, tá hann var 36 ár. Hann býr í Florida.
Næstur í røðini er Torrey.
Elly giftist við Erning hjá Bókbindaranum, og tey búsettust á Tvøroyri. Hon er á lívi enn og var tað einasta av børnunum, sum búsettist har suðuri.
Hermund, uppkallaður eftir beiggjanum, sum doyði, býr í Helsingør.
Eilev er yngstur. Hann giftist við Kirstin Restorff, og tey búgva í Havn.
Systkinini vóru ongantíð heima í senn. Umframt henda stóra barnaflokk fostraðu Hansina og Andreas eisini móðurloysingin Frits Olsen upp. Hann giftist til Klaksvíkar við Inu.
Eftir lokna skúlagongd fór Torrey at arbeiða hjá einum kolafelag, sum helt til á Drelnesi. Hann sat á skrivstovuni í erva saman við Peturi Bærentsen. Undir krígnum varð Drelnes bumbað. Torrey var staddur á skrivstovuni, tá flogfarið kom, men náddi í evstu løtu niður, áðrenn bumban brast.
Í 1946 fór Torrey til Danmarkar á handilsskúla. Hann fór við Atlantsfarinum úr Klaksvík. Skipari var Jógvan Isaksen, sum átti skipið saman við Kjølbro. Við á ferðini var eisini næstelsta dóttir skiparan, Korintha, og tað man hava verið ein av teimum stóru romansunum í Norðuratlantshavi, tá tað rann saman millum hana og Torrey á ferðini. Tey giftust uppundir jól í 1947 og búsettust í Klaksvík. Tey fingu sonin Kára, sum er giftur við Mariu, f. Olsen í Gøtu.
Torrey fekk starv á mætastu skrivstovu í Klaksvík, hjá Kjølbro, har fleiri suðuroyingar og aðrir avbygdarmenn høvdu arbeiði. Klaksvíkingar sjálvir róðu út ella fóru á fjarleiðir.
Fyrst í 1960-unum fekk Kjølbro sær heilsølu. Torrey fór at starvast har, fyrst saman við Poul N. Kjølbro (Nølla) og Kristian Hvidbro. Seinni var hann leiðari á heilsøluni.
Í 1977 fór hann saman við soninum Kára at hava egnan handil, Norðoya Fruktsølu.
Torrey var eisini eitt skifti lærari á handilsskúlanum, sum var kvøldskúli, og hann hevði onkrar roknskapir um hendi.
Korintha hevur verið minnisveik í nøkur ár og er nú á tí nýggja røktarheiminum á Heygnum í Klaksvík. Torrey er birgur enn, sum tað eisini sæst á myndini, tikin 80 ára føðingardagin.
Hann situr ikki bara og bínir, men fer hvønn morgun av Garðavegi út á Bumshamarsveg, har Kári nú rekur heilsøluna. Har er hann stóran part av degnum, og tað sigst, at hann framvegis ger eitt sindur til nyttu. Torrey er annars nær knýttur at samkomuni í Betesda og gongur trúliga har.
Føðingardagin helt hann leygardagin á Klaksvíkar Sjómansheimi fyri einum 40 innbodnum gestum.