Klaksvíkingar framum kollfirðingar

Eftir stórsigurin á sandavágsmonnum, hava klaksvíngar tikið leiðsluna í 1. deild. Fyrrverandi oddaliðið úr Kollfirði tapti óvæntað sín dyst um vikuskiftið

Talv

Fer tað endiliga at eydnast sigursvanda klaksvíksliðnum at vinna FM-heitið í ár? Teir hava verið tætt við seinastu fýra árini, men hava hvørja ferð dumpað ímóti endanum av kappingini. Seinast teir vunnu, var í 1999, og fimm ár millum FM-heitini er alt ov nógv sæð við klaksvíksbrillum.
Fýra umfør eru eftir og kunna teir nú sjálvir avgera lagnuna. Hálvtannað stig eru niður til kollfirðingar, men støðan millum liðini kann sjálvtsagt broytast; Kollfirðingar hava nevnliga møguleikar við stórmeistarastyrki seinastu umførini. GM Tiger Hillarp-Persson hevur leikt við nøkur umfør, og kenna vit kollfirðingar rætt, fara teir helst at gera sær dælt av trumfinum nú kappingarendin nærkast.

Torkil fall
Klaksvíksliðið var skert í dystinum ímóti sandavágsmonnum. Rani Nolsøe og Finnbjørn Vang saknaðust, men innskiftararnir Ingolf Gaard og Esbern Christiansen gjørdu sanniliga teirra skyldu.
Ólavur Simonsen, sum í fyrsta umfari tapti á Torkili, fekk sína hevnd sunnudagin. Við svarta fólkinum vann hann á formsterka Torkil Nielsen, sum undan hesum talvi manniliga hevur rikið fyrsta borð hjá vágamonnunum við eitt javnleiki móti GM Tiger og sum sagt sigurin á Ólavi. Ólavur er tí tann einasti, ið hevur megnað at steðgað føroysku fótbóltshetjuni á talvborðinum.
Úrslitið gjørdist ein ruddiligur 4-0 sigur til heimaliðið.

Endurreist hvalvíkslið
Hvalvíkingar vunnu tryggan 3-1 sigur á tí annars væl telvandi kollfjarðaliðnum. Rógvi W. Rasmussen var aftur við hvalvíkingum - eftir eina pausu seinastu umførini - og gjørdi hetta stóran mun. Sigurin sunnudagin móti Hans Kristian Simonsen prógvar, at Rógvi er ein telvari, ið skal takast í álvara. Møguliga telvar hann ikki eins nógv sum aðrir telvarar í topp 10 í Føroyum, men evnini hevur hann og íðin er hann sum fáur.
Hvalvíkingar vunnu dystin 3-1, og hava blandað seg eitt vet í oddastríðið. Tiger var ikki við í vikuskiftinum.

Heiðurligt úrslit
Sterka havnarliðið fekk ikki nógv burturúr ímóti skerda toftaliðnum, sum hinvegin kunna verða fegnir um stigini. Føroyameistararnir frá í fjør vunnu tepurt 2,5-1,5. Jens Kristian Hansen var ikki á toftaliðnum, og Olaf Berg fekk tí Wenzil Højgaard yvirav sær á fyrsta borði. Uppgerðina vann Olaf. Grand old man í føroyskari telving Jústines Hansen, vann óvæntað á Haldur Suna Johansen.
Við hesum úrslitið er greitt, at havnarmenn neyvan kunnu hótta toppin. Teir eru á fjórða plássi aftanfyri hvalvíkingar, kollfirðingar og klaksvíkingar. Toftamenn hava við hesum heiðurliga úrsliti helst tryggjað sær sessin í 1. deild; Hálvtfimta stig eru niður til sandavágsmenn á aftasta plássi.

Anand á odda í Wijk aan Zee
Sjey av trettan umførum eru leikt í krútsterku kappingini í Wijk aan Zee, Holland. Javnt er í toppinum, men einsamallur fremstur er indarin Anand (2766) við 5 stigum. Kramnik (2777) og Adams (2720) hava 4,5 stig, meðan Leko (2722), Topalov (2735) og Svidler (2747) hava 4 stig. Serliga hava Shirov (2736) og Bareev (2714) skuffað við sínum 3 stigum hvør.
Í C-bólkinum í Wijk aan Zee, hevur 13 ára gamli norski unglingurin Magnus Carlsen (2484) ognað sær sín fyrsta GM-norm! Hann er framanundan yngsti norðurlendski altjóða meistari, og verður uttan iva eisini tann yngsti norðurlendski stórmeistarin. Magnus hevur 6 stig av 7 møguligum í sterka C-bólkinum, sum millum luttakararnar telur fleiri stórmeistarar.