Kollfirðingar og hoyvíkingar hava í ár verið tvey rættuliga óútroknilig lið, sum til tíðir hava gjørt ein ordans vørr og púra óvæntað tikið stig frá onkrum toppliði. Sunnudagin hittust hesi bæði liðini á felags heimavøllinum, Hoyvíkshøllini, í næstseinasta leikumfari á árinum, og í hesari botnfinaluni vóru tað kollfirðingar, ið drógu longra stráið.
Gekk javnt á
Dysturin var rættuliga javnur. Fyrstu løtuna vóru tað hoyvíkingar, ið vóru við yvirlutan, og teir vóru á odda fyrstu tíggju minuttirnar. Kollfirðingar kom tó á javnt aftur, og tað sum eftir var av fyrra hálvleiki, vóru tað sum oftast kollfirðingar, ið vóru á odda. Serliga var tað stóri skjúttin hjá KÍF, Damir Oros, ið H71 hevði stórar trupulleikar av. Ferð aftaná ferð fór Oros upp og langaði bóltin í netið aftan fyri Levi Nybo í H71-málinum.
Kollfirðingar hinvegin høvdu stórar trupulleikar av leikandi venjaranum hjá H71, Henrik Gerster, sum skeyt heili seks mál fyri steðgin. Men eisini Heini Bentsen í høgru síðu hevði ein góðan dyst, og hann skeyt fimm mál fyri steðgin.
KÍF hevði munin ein stóran part av fyrra hálvleiki, men tá ið seinastu fimm minuttirnar komu hoyvíkingar aftur í aftur, og tað eydnaðist teimum at koma frá 13-16 upp á javnleik 17-17, áðrenn farið var til hálvleiks. Hevði H71 harafturat megnað at gagnnýtt síni brotskøst, høvdu teir óivað verið á odda í hálvleikinum, tí H71 fekk bert mál upp á eitt av sínum fýra brotskøstum í fyrra hálvleiki.
Endaspurturin gav KÍF stigini
Kollfirðingar fingu betru byrjanina upp á seinna hálvleik, men tað gekk ikki lang tíð, so vóru tað hoyvíkingar, ið vóru omaná. H71 legði seg á odda, tá ið eitt knapt korter var farið av seinna hálvleiki, og næstu løtuna vóru teir heilt greitt omaná. Teir fóru eitt sindur frá kollfirðingum, og tá ið einans sjey minuttir vóru eftir at leika, var H71 á odda við trimum málum, 30-27, men so steðgaði alt upp hjá hoyvíkingum.
Síðstu løtuna gjørdu kollfirðingar eitt ordans sprell, og upp á fýra minuttir høvdu teir vent frá at verða aftan fyri 27-30 til at verða á odda 31-30, og tá punkteraði ballónin hjá H71 fullkomiliga. Heini Bentsen fekk tó javnað til 31-31, men sálarliga yvirvágin var hjá kollfirðingum, og seinastu tveir minuttirnar fingu Petur Martin Poulsen og Regin Petersen skorað hvør sítt mál, meðan Óla Kristian í KÍF-málinum hevði stongt málið hjá sær, og tískil var tað KÍF, ið vann dystin 33-31.
Nú eru KÍF og H71 jøvn í stigum í botninum í 1. deild, men H71 hevur betur málúrtøku. Á seinasta leikdegi komandi leygardag, fær H71 vitjan av Neistanum í Hoyvíkshøllini, meðan KÍF skal inn á Skála at dystast við strandingar.
KÍF: Damir Oros 12(7), Regin Petersen 5, Gert Hansen 4, Mirko Milinkovic 3, Rógvi Weihe 3, Petur Martin Poulsen 3, Teitur Joensen 3
H71: Heini Bentsen 8, Henrik Gerster 7, Halgir Dahl-Olesen 5(1), Niels Viggo Niclasen 4, Kristian Eli Zachariassen 3, Anfinnur N. Debes 2, Johnny Durhuus 1, Eyðun Jensen 1
Brotskøst: KÍF 7(7), H71 4(1)
Útvísingar: KÍF 6, H71 3
Dómarar: Geir Wardum og Gunnar Gregoriussen









