Tey eru framvegis væl fyri og búgva heima. Signa, sum er fødd 31. mars í 1920, er ættað úr Gøtu. Foreldrini vóru Petra og Jóannes Mikkelsen í Syðrugøtu. Tey fingu fýra børn, og Signa er tann einasta, sum er eftir á lívi.
Søren Jacob, sum er føddur 13. november í 1913, er úr Rituvík. Foreldrini vóru Rachel og Joen Magnus Lamhauge. Hann var elsti sonur Amaliu og Søren Lamhauge, sum vóru millum fyrstu niðursetufólkini í Rituvík. Tey fingu sjey børn, og umframt Søren Jacob er ein systir eftir á lívi. Hon eitur Jonny og býr inni hjá Signu og Søren Jacob. Í dag fyllir hon 79 ár.
Signa og Søren Jacob giftust inn til foreldur hansara. Seinni vóru tey húsini tikin niður, og tey bygdu dygst við síðuna av.
Signa arbeiddi í nøkur ár í Lynfrost. Men mesta av tíðini var hon heima, og tað hevur verið nóg mikið at takast við. Umframt børnini so vóru verforeldrini eisini í húsinum. Tey doyðu út frá Signu og Søren Jacob. Eisini var ein onnur systir Søren Jacob, Valentina, í húsinum. Hon fekk menigitis sum 16 ára gomul og livdi inntil hon var elligomul. Í 1992 doyði hon út frá Signu og Søren Jacob.
Søren Jacob var sjómaður øll tey yngru árini. Hann hevur áður í samrøðu í Sosialinum greitt frá sínum langa og hendingarríka lívi. Eitt nú sigldi hann undir krígnum við William Martin, sum Niclas Højgaard í Rituvík førdi. Tá ið Fiskimannafelagið fyri stuttum skipaði fyri samkomu fyri teimum, ið sigldu undir krígnum, var Søren Jacob kanska elsti luttakarin, og tá greiddi hann hugtakandi frá um kavbátar og minur. Í FF blaðnum sigur hann serliga frá tí ferðini, tá ið teir norðanfyri Langanes vórðu álopnir, og tá ið hann hevði ábyrgdina av at senda rakettir við veiri upp í loft fyri at verja seg móti flogálopunum.
Tá ið kirkjan í Rituvík varð bygt í fimmti árunum, var Søren Jacob í bygginevndini, og hann var við til at byggja hana. Eftir at hon var liðug í 1955, var hann til skips aftur, men síðani 1958 hevur hann verið heimamaður. Søren Jacob smíðaði hús saman við beiggjunum Jógvani og Esmari, sum báðir vóru timburmenn.
Signa og Søren Jacob hava verið friðarlig fólk. Tey hava verið millum álitini í kirkjuni í bygdini. Søren Jacob var í mong ár limur í kirkjuráðnum og formaður eisini, og tey hava bæði verið millum teirra, sum hava havt orðið í missiónshúsinum.
Signa og Søren Jacob Lamhauge eiga fimm børn. Tey eru Rosa, sum er fødd í 1942, Jeffri í 1943, Joen Magnus í 1946, Meinhard í 1948 og Petra í 1953. Rosa og Jeffri búgva í Runavík, Joen Magnus býr í Havnini, og Meinhard og Petra búgva í Rituvík. Barnabørn og eisini fleiri í næsta ættarliðnum eru komin afturat.
Sunnudagin var familjan í kirkju í Rituvík, og so varð krúndiamantbrúdleypið hildið á Runavíkar Sjónmansheimi seinnapartin. Har var opið hús, og 170 fólk stukku inn á gólvið at heilsa upp á tey bæði, sum nú hava livað saman í 65 ár, og harvið hava livað saman í longri skeið, enn tað unnast teimum flestu.J