ætlanin var at fremja ætlanina í fleiri stigum, tí kommunan er so víðfør. Fyrsta stigið er at beina seyðin burtur úr býnum, har mesta búsetingin er. Tvs, frá Húsagarðsá við fótbóltsvøllin á Sevmýri, inn til [...] leingi verið ein plága fyri tvørafólk. Nú er nakað síðani at Tvøroyrar Býráð samtykti at beina seyðin úr býnum um veturin. Síðani hoyrdist onki aftur. Men gongd er í málinum og á seinasta býráðsfundi kunnaði [...] Húsgarður tikin uppí, tí tað er ein rættiliga stórur býlingur. Býráðsformaðurin upplýsti, at Matrikkulstovan hevur teknað økið upp, sum skal friðast í fyrsta stigi. Talan er um 240.000 fermetrar. Eftir
føroyameistaraheitið triðja árið á rað. Sum nú er, eru vestmenningar trý stig frá ovasta plássinum, og tað er ikki so nógv at tosa um, tá kappingin millum ovastu liðini er so jøvn. Men eftir H71 væntandi eisini [...] stig, um tað ikki eydnast VÍF at vinna. Tað sama er galdandi fyri Neistan, sum er eitt stig aftan fyri VÍF og sostatt fýra stig frá oddasessinum. Nú er rættiliga langt síðani, at Neistamenn hava verið [...] kann hava bæði negativt og positivt árin á liðið, sum í løtuni er fremst við betri málmuni enn H71, sum sær út til at vera liðið, tað er torførast at vinna á í løtuni. KÍF, sum helst tryggjaði sær plássið
bygningsverk er sjálvsagt sera stórsligið á at líta. Og tá hugsar ein mest um sjálva byrgingina, ið er 110 metrar høg, tí tað er hon, ið sæst. Men inni í fjallinum er eisini ymiskt. Har er sjálvt kraftverkið [...] inn í fjallið. Altaverkið er gjørt til vitjandi, vegur er allan vegin, men vanlig ferðsla sleppur ikki allan vegin alt árið - vtjandi mugu avtala tíð. El-framleiðsla Verkið er við tunnlum bygt inn í fjallið [...] byggiharrum í Noreg gjørdi arbeiðið. Byrgingin er 110 metur høg frá botni, náttúrligu ánni. Soleiðis fæst ein brunnur, ið er 19 km langur og sum, tá fult er, byrgir inni 2,9 ferkilometrar. Tá stendur vatnið
við. Elsti luttakarin á skeiðnum er Nancy Vesturbú í Havn. Hon er farin av teim áttati, men aldurin sæst ikki á henni. Hon er frísk, ferðug og rørir seg nógv. - Hetta er fyrstu ferð eg eri her og eg eri [...] ein ikki ansar eftir, hvat ein etur. Tað er í grundini eftir eini einfaldari mannagongd, at Tórharda hevur tapt 40 kilo. Hon hevur lagt allan feitan og søtan mat á hillina, og er í staðin farin at eta [...] sum hevur verið á Grønu Viku, er samdur við Tórhardu. - Tað er eingin grønur atsmakkur, sigur Óli skemtandi. Hann hevur sett sær fyri at tapa ikki minni enn 16 kilo, og tað er mest fyri at fáa gongd í at
Og fært tú stuðul er tað eingin sum spyr, hvat tú brúkar hann til og hvat kemur burtur úr. - Samstundis er umráðandi at seta sær nøkur mentunarpolitisk mál, bæði kvantitativ, tvs. hvat og hvussu nógv skal [...] sum í stóran mun er nógv øðrvísi enn tað føroyska. Her er ikki hend tann professjónaliseringin sum hóast alt er farin fram innan føroyskt mentunarlív seinastu árini. Mín uppgáva á Álandi er at stimbra og [...] sjónleikurin onkursvegna er mítt hjartabarn er arbeiðsorkan javnt býtt yvir allar uppgávurnar. - Persónliga er tað spennandi at kasta meg yvir onnur listaøki og seta meg inn í, hvat hendir t.d. innan málningalist
ið tey kunnu breggja sær av. Men her er okkurt, ið tey hava misskilt. Tí, tað er júst tá ið hendur okkara eru tómar, at rætta løtan er at leita til Guðs. Hann er læknin hjá hinum sjúku, ríkidømi teirra [...] hyggin ráð. Hin yngri hevði ongan hug at lýða á sovorðið nakað, og tók orðið av hinum og helt fyri: »Hvat skal eg gera við tveimum tómum hondum?« Hin gamli hugdi álvarsamur men vinarliga upp á sín unga vin [...] segði so: »Hendurnar ? tær kanst tú folda í bøn til Guðs«. Hóast allar gøtu her sýnast ógongdar, tá er leiðin upp til Guðs enn opin. Ta leiðina kann eingin steingja. Vissuliga kann tað sýnast eyðmýkjandi
við nationalstatum er farin. Í dag er gongdin tann, at lond taka seg saman í størri eindir sum eitt nú ES. Men treytin fyri at sleppa upp í eitt slíkt millumtjóða samstarv er, at talan er um eitt sjálvstøðugt [...] ævintýr í høvdinum á føroyingum. »Er oljuvinnan ikki bara tað reina gass? Oljan er einki framtíðartilfeingi. Er hon har, ja so heldur hon kanska í eini 50 ár. Og so er tað sera óheppið, um vit tá standa [...] Joensen Ymiskt er, sum bendir á, at fullveldið fer at hava aðrar broytingar við sær enn tær, vit dagliga hugsa um. »Tað er ikki vist, at tann danska vælferðarskipanin, vit kenna í dag, er tann besta,« segði
manglar so nógvir pengar í. Tað er nettup tí, at tað gongur okkurt fyri seg, sum ikki eigur at ganga fyri seg. Har er ov lítið eftirhugt, hvat pengarnir fara til. Hví er Almannastovan bara opin tveir tímar [...] um vikuna kunnu øll hesi fólkini, sum hava brúk fyri almannahjálp, fáa fatur á teimum. Hvat er tað fyri nakað. Hvat gera øll hesi fólkini alla hina tíðina, 60 fólk, hevur Kristian Magnussen fyrrv. land [...] til hesi prógv. Og spurningurin er eisini, um taðer rætt at generalisera út frá einstøkum smáum hendingum. Soleiðis sum tingkvinnan bar málið fram í tinginum, og tað er hetta Føroya fólk hoyrdu í sendingini
um serligan heiður. Tað sum hendi tá var, at føroyska liðið koyrdi bóltin av vøllinum, sum vanligt er, tá ein spælari liggur skaddur á vøllinum og má hava viðgerð. Vanliga gevur mótstøðuliðið tá hinum [...] til Marc Overmars, sum púra leysur skoraði til 2-1, meðan Sheffield-menninir ikki rættiliga skiltu, hvat hendi. Men tá teir sóu, at Arsenal hevði skorað, kom eldur í krútið, og við venjaranum Steve Bruce [...] afturat, sum reint ítróttarliga ikki var rætt, segði franski venjarin hjá enska meistaraliðnum. ? Kanu er nýggjur í enskum fótbólti, og hann ætlaði ikki at snýta. Hann visti ikki, hví málmaðurin hevði sparkað
fótbólti eru onglendingar kendir fyri at vera sera rættvísir á vøllinum, og sagt verður ofta, at tað er í Onglandi, at Fair Play trívist best. Tí kom tað dátt við hjá mongum, at dysturin millum Arsenal og [...] Sigursmálið hjá Arsenal minti ikki sørt um tað, kekkar fingu móti Føroyum í september í fjør, og avgjørt er nú, at nýggjur dystur skal spælast millum tey bæði ensku feløgini. Hetta má sigast at vera rættiliga [...] viðkomandi fyri føroyingar, sum hava verið úti fyri tí sama, men ikki fingu somu lagnu. Torleif Sigurðsson er formaður í Fótbóltssambandi Føroya. Tá vit ringdu til hann mánadagin, hevði hann ikki hoyrt um hendingina