Føroyingar síggja ikki nyttuvirðið í mentanini

- At vit ikki hava ein orðaðan mentapolitikk gongur fyrst og fremst út yvir okkum sjálvi. Mentanin fer framyvir at hava ein ómetaligan stóran týdning fyri framtíðar liviumstøðurnar í Føroyum sum land og samfelag.

- Tey, ið fyrireika ein føroyskan mentapolitikk eiga at leggja dent á at skapa fortreytir fyri tí partinum av mentunarlívinum, ið peikar á okkara samtíð og sum roynir at tulka okkara støðu, sum hon er í dag. Sjálvandi skulu vit halda fast við mentanina vit kenna, siðsøgu og søgu okkara, men mentapolitikkurin má ikki bert snúgva seg um tað, sigur Mikkjal Helmsdal, stjóri á Nordens Institut á Álandi, hvørs uppgáva á Álandi er at stimbra og menna tann partin av álendsku mentanini, ið vil upp á eitt professjónelt støði.

Vit kenna hann frá sjónleiki og hann eigur røddina aftan fyri nakrar av figurunum í barnasendingunum í SvF, Fimlu. Mikkjal Helmsdal er útbúgvin dramaturgur og hevur seinasta hálvt annað árið verið stjóri á Nordens Institut á Álandi.

- Millum annað mín bakgrund innan sjónleik gjørdi, at júst eg fekk hetta starvið. Tað er eitt ynski frá stýrinum fyri Nordens Institut, at dentur verður lagdur á sjónleik. Samstundis bendir rákið í álendska samfelagnum tann vegin, at leiklistin skal mennast. Sjálvur siti eg í einum arbeiðsbólki undir álendska landsstýrinum, sum skal koma við einum uppskoti um, hvussu eitt yrkis leikhús kann verða sett í gongd, sigur Mikkjal Helmsdal.

Nordens Institut er eins og Norðurlandahúsið ein stovnur undir Norðurlandaráðnum, men hevur ikki egið hús og samstarvar tí við mentunarhús og mentunarfeløg á Álandi.

Fíggjarætlanin hjá stovninum er uml. tvær mill. danskar krónur um árið og hann røkir á leið somu uppgávur sum Norðurlandahúsið í Føroyum bert í ein minni mun og í minni mátistokki.

Starvið hjá Mikkjali Helmsdal er at umsita og at skapa verkætlanir og tiltøk, ið gera vart við sjálvan stovnin, umframt at sýna fram mentunartiltøk úr øðrum Norðurlondum, at senda álendingar í onnur Norðurlond og at fáa norðurlendingar til Álands. Nordens Institut verður stýrt við trý ára sáttmálum við Norðurlendska Ráðharraráðið. Her verður lagt fast, hvussu nógvur grundstuðulin er og hvørji mál skulu røkkast komandi trý árini. - Ein trý ára sáttmáli er akkurát komin í gildi og har havi eg valt at satsa á professjónellan sjónleik, mentan fyri børn og ung, professjónella list yvirhøvur umframt mentunarligt umbýti millum Áland og Norðurlond, sigur Mikkjal Helmsdal.


Stuðla mentanini upp á eitt professjónelt støði

Nordens Institut hevur ætlanir um at seta upp sjónleikir á professjónellum grundarlagi, har álendskir sjónleikarar og norðurlendskir leikstjórar og onnur innan leiklist arbeiða saman. Viðvíkjandi barna- og ungdómsmentanini hevur stovnurin í hyggju at skapa fjølbroytt tiltøk, har børn og ung sjálv fáa møguleikan at skapa í samstarvi við listafólk. Har er filmsverkætlanin Norðbúgvar-Oyggjabúgvar, ið bornholmarar, álendingar og føroyingar eru í felag um og sum Mikkjal Helmsdal sjálvur er upphavsmaðurin til, eitt átak.

- Undanfarni stjórin á Nordens Institut arbeiddi miðvíst við barna- og ungdómsmentan, og eg havi valt at arbeiða víðari við tí. Tá ið tað snýr seg um professjónella list yvirhøvur verður hugsað um størri fagnaðir, framsýningar, seminar, skeið og annað virksemi við professjónellum listafólki.

- Eg eri komin til eitt mentunarlív, sum í stóran mun er nógv øðrvísi enn tað føroyska. Her er ikki hend tann professjónaliseringin sum hóast alt er farin fram innan føroyskt mentunarlív seinastu árini. Mín uppgáva á Álandi er at stimbra og stuðla tann partin av mentunarlívinum, sum ynskir at menna seg upp á eitt professjónelt støði, og hóast sjónleikurin onkursvegna er mítt hjartabarn er arbeiðsorkan javnt býtt yvir allar uppgávurnar.

- Persónliga er tað spennandi at kasta meg yvir onnur listaøki og seta meg inn í, hvat hendir t.d. innan málningalist, listapedagogikk, og innan mentunartiltøk, sum venda sær til børn og ungdóm, sigur Mikkjal Helmsdal.


Áhugamentan og varðveitandi mentan

Íbúgvaratalið á Álandi er 25.000, umleið tveir triðingar búgva í meginøkinum við høvuðsstaðnum Mariehamn, sum størsta plássi við 10.000 íbúgvum. Landið, sum er í ríkisfelagsskapi við Finnland, er rættiliga ríkt og høvuðsvinnur eru reiðaravirksemi innan farma- og ferðaskipavinnu við 60% og ferðafólkavinnan við uml. 25% av bruttotjóðarúrtøkuni.

Álendska mentanin er eyðkend av áhugamentan og varðveitandi mentan. Í sjónleikarlívinum, sum ikki er so nógv ment sum tað føroyska, eru at kalla bert áhugaleikarar. Nakrir heilt fáir álendingar hava útbúgving sum sjónleikarar, men allir uttan ein arbeiða í Finnlandi og Svøríki.

- Innan tónleikalívið er ein ávís professjónalisma. Ein musikskúli er, har fólk við tónleikarútbúgving eru knýtt at. Einir fýra-fimm álendingar liva sum professjónellir operasangarar.

- Í tann mun pengar verða settir í mentanina snýr tað seg um søvn og søgulig støð. Álendingar duga væl at formidla afturlítandi mentanina og gera hana spennandi. Tað kundu føroyingar eftir mínum tykki lært at gjørt betur.


Havmentan

Eitt hugtak, ið verður brúkt um oyggjasamfeløg, er aquamentan. Tað at samfeløg, ið eru umringað av havi, hyggja inn eftir í staðin fyri

úteftir og út um landoddarnar. Og er hetta galdandi í Føroyum, er tað upp aftur meiri eyðkent fyri Áland, heldur Mikkjal Helmsdal.

- Áland liggur rættiliga stutt frá Stockhólmi í Svøríki og Åbo, sum er ein stórur býur á finsku síðuni, t.v.s tveimum økjum, har nógv hendir og har málið er tað sama. Álendingar kenna tí tørv á at halda serliga fast um sítt egna fyri ikki heilt at hvørva í tí stóru myndini, og tvíhalda tí um sítt og leggja stóran dent á tað álendska. Tað hevur nærum enn størri týdning enn dygdin og góðskan. Vit síggja tað eisini í Føroyum, at tá metast skal um listina, verður ofta farið lætt um dygdina, um bert upphavsfólkið er eitt av okkara, men tað er enn meiri útbreitt á Álandi. Alt sum er álendskt verður róst til skýggja uttan mun til dygd og tá er tað ringt at motivera serliga amatør listafólk at verða betri, sigur Mikkjal Helmsdal.

- Tað kann eisini lýsast sum provinsialisma heldur enn sum aqua- ella oyggjamentan. Ein mentunarprovinsialisma, sum hevur ávísar logiskar orsøkir. Í grundini eru føroyingar ikki meiri afturlítandi enn natúrligt er fyri eitt so lítið samfelag, sum hevur sítt egna mál og sín egna siðaarv at røkja. Tú mást hóast alt kenna teg sjálvan, áðrenn tú kanst taka umheimin til tín. Eg hugsi tað er ein mýta, at føroyingar als ikki taka nakað til sín, men bara standa við rygginum móti umheiminum og líta inn í seg sjálvar. Vit hava sæð nógv verk innan tónleik, myndlist og bókmentir seinastu árini, sum mótsiga hesum. Taka vit sjónleikin hava bæði Gríma og Havnar Sjónleikarfelag í nítiárunum spælt nógv av tí nýggjasta dramatikkinum, sum verður leiktur í Europa og Norðurlondum. Harvið veri ikki sagt, at vit ikki í størri mun enn í dag kunnu vera opin fyri teimum rákum, sum eru frammi í tíðini uttan um okkum, so vit listarliga og mentunarliga so at siga eru á talufóti við umheimin. Innan onkrar listagreinir hava vit kanska eitt formmál, sum liggur eini 20-30 ár aftan fyri menningina í hinum Norðurlondunum. Men fyri at taka tey nýggju rákini til okkum og skapa nakað sjálvstøðugt við teimum og ikki bara blíva burtur í teimum, krevst júst, at vit hava eitt egið grundarlag at standa á, sigur Mikkjal Helmsdal.


Fatan og virðing

Álendingar hava ein orðaðan mentapolitikk og hóast politikararnir leggja stóran dent á varðveitandi og afturlítandi mentanina býr eisini ein vilji í teimum til at geva mentanini betri karmar.

- Hóast álendingar hava eitt afturlítandi mentunarsjónarmið, hava tey kortini ein virknan og orðaðan mentapolitikk. Við jøvnum millumbili verður hesin tikin upp til gjølluga politiska viðgerð. Løgtingsins mentunarnevnd ger so eitt endaligt álit, sum verður lagt fyri tingið til samtyktar. Ein slík aðalviðgerð av mentunarpolitikkinum fór fram fyrst í nítiárunum og hetta seinasta árið hevur mentunarpolitikkurin verið til nýggja viðgerð.

- Í mentunarpolitisku skránni, sum nú er samtykt, verður bæði staðfest, hvat innihaldið í mentunarpolitikkinum skal vera, umframt ítøkiligir málsetningar um at fremja virksemi og tiltøk. Har finna vit m.a. avgerð um at seta á stovn mentunarhús, at stovna ein yrkistónleikabólk og at stovna eitt yrkisleikhús.

- At mentunarpolitikkurin soleiðis er greitt framlagdur og sett er út í kortið, hvat skal fremjast tey komandi árini, gevur mentunarlívinum nakrar karmar at arbeiða út frá. Bara tað at mentapolitikkurin verður orðaður ger, at hann kemur á borðið. Fólk kunnu kjakast um hann og tey kunnu koma á tal við tey, sum taka avgerðir.

- Politiskt er størri fatan fyri mentanini á Álandi enn í Føroyum, hóast vanliga játtanin á fíggjarlógini ikki er nóg stór, kanska enntá minni enn í Føroyum. Kortini kemur tað fyri, at stórar eykaupphæddir verða settar av til serlig mentunartiltøk. Eitt nú vóru í 1997 og 1998 brúktar einar 2 mil. finnmarkar um árið (2,5 mill. kr.) til at gera sangleik úr skaldsøguni "Katrin" eftir Sally Salminen.

- Politikararnir á Álandi eru tilvitaðir um mentanina sum eitt týdningarmikið øki fyri samfelagið. Nógvir leggja kanska høvuðsdentin á eitt afturlítandi mentunarsjónarmið, har tað ræður um at varðveita ein søguligan álendskan samleika, men tað er orðað á ein slíkan hátt, at tað ber til at fara í kjak um tað.


Peika á okkara samtíð

- Í føroyska mentunarálitinum Avmarkaður marknaður fáa vit eina mynd av støðuni sum hon er og hvør tørvurin er. Álitið er fyri tað mesta ein lýsing, har eru nøkur ynski og tilráðingar, men eg sakni eina greining, sum peikar frameftir og mentunarpolitiskar málsetningar. Álitið kann brúkast til at arbeiða víðari við og tað hevur verðið lovað fleiri ferðir.

- Í Føroyum er tørvur á at ein lóggáva kemur í gildi fyri tann meiri etableraða partin av mentunarlívinum, soleiðis at tí er tryggjað eitt tilverugrundarlag framyvir. Sum er hongur alt í leysari luft. Tá ið eingin mentunarpolitisk stevnuskrá er at halda seg til, verður mentunarpolitikkurin førdur yvir fíggjarlógina og fólk, sum arbeiða í mentunarlívunum, bíða hvørt ár um tey fáa eina upphædd ella ikki, og hvussu stór hon verður. Og fært tú stuðul er tað eingin sum spyr, hvat tú brúkar hann til og hvat kemur burtur úr.

- Samstundis er umráðandi at seta sær nøkur mentunarpolitisk mál, bæði kvantitativ, tvs. hvat og hvussu nógv skal setast í verk, og kvalitativ, hvør skal dygdin vera, hvussu tryggja vit at hon verður nóg góð samstundis sum vit gera okkum greitt, hvørja mentan vit vilja hava í Føroyum og hvussu skal hon stimbrast og stuðlast, sigur Mikkjal Helmsdal.

- Tey, ið fyrireika ein føroyskan mentapolitikk eiga at leggja dent á at skapa fortreytir fyri tí partinum av mentunarlívinum, ið peikar á okkara samtíð og sum roynir at tulka okkara støðu, sum hon er í dag innan sjónleik, tónleik, film, myndlist og ikki minst skaldskap. Sjálvandi skulu vit halda fast við ta mentanina vit kenna, siðsøgu og søgu okkara, men mentunarpolitikkurin má ikki bert snúgva seg um tað. Tað ræður um at skapa rættiliga fleksiblar karmar, har vit hava nakrar fastar stovnar umframt fíggjarorku til at lofta tí, sum er nýtt í tíðini.

- Vandi er sjálvsagt altíð fyri at vit bert fáa ein orðaðan

mentapolitikk, men einki at fylla karmarnar við. Er politiskt ynski um at fyribyrgja hesum, kann tað t.d. gerast við at nakrar fastar upphæddir ella fastir fíggjarnormar so sum eitt ávíst tal av ársverkum, verða sett inn í eina mentunarlóggávu. Tað verður eitt nú gjørt innan ávísar partar av donsku leiklistarlóggávuna.


Mentanin enn størri týdning

- Fatanin hjá føroyskum politikarum fyri mentanini hevur altíð verið lítil, í hvussu er um ein skal døma eftir politisku raðfestingini, ið mentanin hevur fingið. Eingin politikari verður valdur uppá at tosa fyri mentanini, men tað er saknur í, at onkur flokkur torir at taka mentanina meiri fram og seta hana á politisku dagskránna.

Hví skilja føroyskir politikarar ikki, at mentan er eitt tilfeingi?

- Helst er tað tí, at tað liggur ein ávís materialisma í hugsunarháttinum hjá føroyinginum hóast teir ikki halda seg aftur at tosa um okkara serligu mentan og mentunarlig virðir. Ov fáir føroyingar síggja nyttuvirðið í mentanini.

- Avleiðingarnar av, at vit ikki hava ein orðaðan mentapolitikk og at verandi mentapolitikkur verður førdur um fíggjarlógina, gongur fyrst og fremst út yvir okkum sjálv. Eg trúgvi, at mentanina kemur og fer framyvir at hava ein ómetaligan stóran týdning fyri framtíðar liviumstøðurnar í Føroyum sum land og samfelag. Vit upplivdu fyrst í nítiárunum, at vit kanska kundu fáa trupulleikar við at fólka okkara land. Nógvir føroyingar eru fluttir av landinum og eru ikki komnir heimaftur. Vit liva í eini verð, sum verður alt meiri mobil og tað verður alt meiri vanligt at flyta ímillum lond og arbeiða tvørtur um landamørk. Fyri at livnaðurin og mentunarpolitiska yvirlivingin skulu tryggjast verða føroyingar noyddir at satsa nógv meiri uppá mentanina.

- Altjóða mentanin nýtist ikki at vera eina hóttan ímóti teirri føroysku um føroyingar velja at skapa karmar fyri skapandi virksemi á heimligari grund. Hinvegin er tað ikki rættiliga vorðið greitt í tilvitinum hjá politikarum, hóast onkur oyru eru gloppað, at føroyingar mugu brynja seg at taka ímóti árinunum uttani ífrá. At vit mugu hava eitt livandi, virkið og dygdargott mentunarlív, skulu vit ikki verða tikin av fótum mentunarliga í eini gongd, har heimurin allur kann koma inn í stovur okkara. Altjóða mentanin setir júst eina stóra avbjóðing til mentapolitikkin og mentunarlívið yvirhøvur.


Bati

Hóast føroyskir politikarar ikki síggja mentanina sum eitt tilfeingi og sum nyttuvirði, metir Mikkjal Helmsdal, at støðan er batnað síðstu 20 árini.

- Tað er avgjørt eitt framstig, at mentunarálitið varð skrivað og somuleiðis nú, tá ið mentapolitikkurin kemur á dagskránna. Annars eru nógv mentunarpolitisk tiltøk framd, men saknur hevur verið á einum mentunarpolitiskum karmi og eini umhugsaðari mentunarpolitiskari leið, ið perspektiverar hesi tiltøkini.

- Norðurlandahúsið hevur sett gongd á rættiliga nógv innan mentunarlívið í Føroyum, sum hevur fingið eina vissa politiska uppfylging. Tað hevur ment tónleikalívið, sjónleikalívið og hevur skapt ein tørv, sum lutvíst verður dekkaður av játtanini hjá Norðurlandahúsinum. Hinvegin er tað partvíst rætt, sum ført hevur verið fram, at politikararnir hava yvirlatið dekan ov nógv til Norðurlandahúsið. Áðrenn Norðurlandahúsið kom svóvu føroyskir politikarar, hvat mentunarpolitikki viðvíkir. So vaknaðu teir av Norðurlandahúsinum í ein vissan mun av tí sum hendi har

og løgdu seg so til at sova aftur, tá ið teir sóu, at Norðurlandahúsið átók sær at loysa fleiri av teimum mest átrokandi uppgávunum.

- Norðurlandahúsið verður rættiliga lætt ein sovipúta mentunarpolitiskt, tí húsið er ein so sera tungt vigandi stovnur í mentunarlívinum. Tað er størsta og besta mentunarhúsið og hevur bestu teknisku heintleikarnar í landinum. Har eru starvsfólk og so eru tvær-tríggjar miljónir krónur tøkar til virksemið um árið. Eingin mentunarstovnur í landinum hevur í nær námind av ta fíggjar- og materiellari orku, sum Norðurlandahúsið hevur. Sama leiklut hevur Nordens Institut á Álandi ikki, tí stovnurin er so nógv minni og hevur einki hús. Tí ber ikki rættiliga til at samanbera hesar báðar stovnarnar. Av tí at vit hava munandi minni fíggjarætlan satsa vit eisini munandi smalari.

- Tað er eisini so við Norðurlandahúsinum, at nógv av tí reint føroyska, ið fer fram í mentunarlívinum í Føroyum, eisini fyrigongur undir takinum á Norðurlandahúsinum, tí húsið hevur so góðar møguleikar, sigur Mikkjal Helmsdal.


Gott hugskot

Mikkjal Helmsdal fegnast um átakið hjá Tórshavnar býráð, ið um árskiftið setti ein arbeiðsbólk at gera uppskot um ein kommunalan mentapolitikk.

- Hugskotið er framúr gott og eitt klókt stig at taka. At landið og einstakar kommunur hvør í sínum lagi orða eina mentunarpolitiska stevnu nýtist ikki at órógva ella at koma í stríð við hvørt annað. Tað er í grundini heilt hvør sín uppgáva at orða ein kommunalan mentapolitikk og ein mentapolitikk, sum skal galda alt landið. Tórshavnar kommuna stuðlar sum er einum ógvuliga umfatandi mentunarvirksemi, og at tey nú gera upp, hvat tey hava og hvat tey kunnu hugsa sær at menna, er bara gott, sigur Mikkjal Helmsdal at enda.


----

Íkast til orðaskiftið um mentapolitikk


Samrøðan við Mikkjal Helmsdal, stjóra á Nordens Institut á Álandi, er fyrsta samrøðan í eini greinarøð um ein føroyskan mentapolitikk, ið landsstýrið í samgonguskjalinum hevur sett út í kortið skal orðast við støði í mentunarálitinum frá 1996, Avmarkaður marknaður. Í næstum fara vit í samrøðum og greinum at geva eitt íkast til orðaskiftið um ein framtíðar mentapolitikk. Komandi leygardag verður samrøða við