At vitja vitja stóru byrgingina nærhendis Alta, minnir ikki sørt um at vitja uppi í Mjørkadali. Á Sornfelli, inni í fjallinum.
Hetta stóra bygningsverk er sjálvsagt sera stórsligið á at líta. Og tá hugsar ein mest um sjálva byrgingina, ið er 110 metrar høg, tí tað er hon, ið sæst.
Men inni í fjallinum er eisini ymiskt. Har er sjálvt kraftverkið, turbinurnar, umframt matstova og annað. Gjøgnum tunnlar við portri á, sum eitt bilhús, verður koyrt inn í fjallið.
Altaverkið er gjørt til vitjandi, vegur er allan vegin, men vanlig ferðsla sleppur ikki allan vegin alt árið - vtjandi mugu avtala tíð.
El-framleiðsla
Verkið er við tunnlum bygt inn í fjallið. Árliga framleiðslan er 625 GWh (milliónir kilowattímar).
Vatnið verður savnað. Síðani slept niður til støðina, turbinurnar. Vatnið drívur turbinurnar og generatorurin er heftur at hesum. Har verður hetta til el orku.
Orkan verður leidd út á netið, ið røkkur alt landið.
Mótstøða
Eingin onnur bygging hevur verið fyri slíkari mótstøðu, sum vatnbyrgingin í Alta. Arbeiðið varð seinkað fleiri ár, tí fólk skipaðu fyri mótmælistiltøkum.
Tá harðast leikaði á, vóru um 600 politistar settir at flyta tey um 1000 mótmælisfólkini burtur.
Tað tók 5 ár at byggja verkið og upp til 200 mans arbeiddu uppá byggingina. Útbyggingin í Sautso byrjaði í 1982 og lat upp alment í 1987. Kostnaðurin gjørdist 1.1 milliard , eksl. rentur. Eitt felag við størstu byggiharrum í Noreg gjørdi arbeiðið.
Byrgingin er 110 metur høg frá botni, náttúrligu ánni. Soleiðis fæst ein brunnur, ið er 19 km langur og sum, tá fult er, byrgir inni 2,9 ferkilometrar. Tá stendur vatnið 15 metur hægri, enn vanliga í Virdnejávri. Savnaða vatnið er 6% av tí, sum eitt miðal ár rann úr innsjónum, áðrenn byrgt varð fyri.
Verkið veriður rikið av einum dóttirfelag hjá Statskraft, Finnmark Energiverk AS.
Statskraft skal reka kraftverk, keypa og selja orku, reka virksemi, ið náttúrliga hevur smband við hetta.
Stutt søgulgt yvirit
Hyggja vit at gongdini í samband við byggingina av byrgingini í Alta, so er hon í stuttum henda.
1970
- Ætlanir um orkuverkið verða gjørdar. Aðrar ætlanir um størri tillagingar av Virdnejávri eru áður farnar í vaskið, tí hetta hevði ov stórar avleiðingar fyri búsetuna í Masi og t.d. isviðurskiftini niðanfyri verkið.
1973
- tá hendir m.a. tað, at Stórtingið samtykkir at varðveita Masi (Vardarætlan 19
1974
- Ætlanirnar, og hvat tær umfata, verða lagdar fram:
1976
Tá hendir millum mangt annað hetta:
- Komman í Kautokaina er ímóti byggingini á fundi 19. januar við 12 ímóti 5 atkvøðum
- Kommunustýrið í Alta er á fundi 2, mars ímóti við 30 atkvøðum ímáoti 15
1978
- Olju- og Orkunevd setir 10. mars fram uppskot um regulering av Virdnejávri og bygging av orkuverki. Ætlandi skal útmunnin frá orkustøðini gerast omanfyri samanrenningina við Joatkajohka, so laksaleiðin ikki ikki verður turrløgd. Onnur øki verða friðað.
- Stórtingið samtykkir 30. november við 90 ímóti 36 atkvøðum uppskotið um bygging og friðing.
!979
- Stórtingið samtykkir, at Altamálið ikki skal fyri aftur í tinginum.
- Mótmælisfólk forða fyri vegarbeiði.
- Stjórnin útsetir arbeiðið, tí loyvi er ikki fingið at halda fram, uttan at kanna og meta um krøvini hjá teium, ið halda reinsdjór.
1980
- 1. juli loyvið verður givið.
- 15. septembyr verður samtykt, at arbeiðið kann halda fram
-
1981
- 15. januar byrjar arbeiðið aftur og løgreglan flytir mótmælisfólk
1982
- Arbeiðið við orkustøðina byrjar
1987
- Orkuverkið verður tikið í nýtslu í mai
1995
- 1. januar yvirtekur dótturfelagið hjá Statskraft, Finnmark Energiverk AS, raksturin av verkinum