Arbeiða víðari við málinum at friða Tvøroyri fyri seyð

Nú skal samráðast við hagapartarnar

Seyður, sum gongur leysur ímillum húsini um vetrarnar, hevur leingi verið ein plága fyri tvørafólk.

Nú er nakað síðani at Tvøroyrar Býráð samtykti at beina seyðin úr býnum um veturin.

Síðani hoyrdist onki aftur.

Men gongd er í málinum og á seinasta býráðsfundi kunnaði býráðsformaðurin býráðslimir um málið.

Hann endurtók, at ætlanin var at fremja ætlanina í fleiri stigum, tí kommunan er so víðfør.

Fyrsta stigið er at beina seyðin burtur úr býnum, har mesta búsetingin er.

Tvs, frá Húsagarðsá við fótbóltsvøllin á Sevmýri, inn til Svalbardsá í Trongisvág, men møguliga verður Húsgarður tikin uppí, tí tað er ein rættiliga stórur býlingur.

Býráðsformaðurin upplýsti, at Matrikkulstovan hevur teknað økið upp, sum skal friðast í fyrsta stigi.

Talan er um 240.000 fermetrar. Eftir vanligum prísi upp á 2,50 fyri fermeturin, verður sostatt talan um eitt endurgjald til hagarnar uppá 600.000 krónur fyri mist vetrarbit. Haraftur koma útreiðslur til stik, rulluportur o.s.fr. Økið er eitt sindur størri enn 240.000 fermetrar, men endurgjald skal ikki latast fyri grundstykki, fiskapláss, parkeringspláss o.s.fr, so tað er drigið frá.

Býráðið fer nú at taka upp samráðingar við hagarnar um endurgjald. Samráðst verður fyrst við hagarnar omanfyri sjálvan miðbýin, tí góðtaka teir ikki ætlanina, hevur tað ongan týdning, hvat hagarnir í útjaðaranum siga. Men í síðsta enda hevur býráðið møgleika at ognartaka vetrarbiti, um samráðingarnar enda púra úrslitaleysar.