Eftir ein steðg upp á hálva triðju viku byrjaði landskappingin hjá monnunum aftur mikukvøldið við dystinum millum KÍF og Tjaldrið, sum kollfirðingar vunnu 33-26.
Hetta vikuskiftið verður aftur eitt fult umfar, t.e. við trimum dystum, og bæði liðini, sum vóru í Havn og spældu steypafinalu síðsta leygardag, skulu aftur til høvuðsstaðin í dag og í morgin.
Í dag er tað Neistin, sum tekur ímóti steypavinnarunum úr Vestmanna, sum ivaleyst hava gott mót eftir steypasigurin á StÍF.
Og tað hevur eisini sera stóran týdning hjá VÍF at halda fram við sigursrøðini, um tað skal eydnast at vinna føroyameistaraheitið triðja árið á rað. Sum nú er, eru vestmenningar trý stig frá ovasta plássinum, og tað er ikki so nógv at tosa um, tá kappingin millum ovastu liðini er so jøvn. Men eftir H71 væntandi eisini vinnur í dag móti Tjaldrinum í Runavík (alt annað hevði verið størsta sensatión higartil í ár), kann munurin økjast upp til fimm stig, um tað ikki eydnast VÍF at vinna.
Tað sama er galdandi fyri Neistan, sum er eitt stig aftan fyri VÍF og sostatt fýra stig frá oddasessinum. Nú er rættiliga langt síðani, at Neistamenn hava verið í dysti ? ja, í roynd og veru eru tað tríggjar vikur síðani teir spældu seinast (móti H71), og so er spurningurin, hvussu tað hevur ávirkað liðið. Men tað kann í øllum førum roknast við, at um Neistin tapir í dag, eru teir ikki meir við í FM-stríðnum.
H71 favorittur í dag
Sum nevnt vitjar H71 í høllini í Runavík í dag, og har skuldu verið góðir møguleikar hjá hoyvíkingum at styrkt um sína støðu og vinna sín fimta sigur á rað í endaspælinum, har teir enn ikki hava tapt.
Tað gjørdi Tjaldrið hinvegin mikukvøldið, og tann ósigurin avgjørdi helst lagnuna hjá Tjaldrinum, sum móti KÍF tapti sín fimtanda dyst á rað og nú er heilt afturúrsiglt, hóast fimm av teimum sjey dystunum, Tjaldrið hevur eftir, eru heimadystir.
Í morgin verður so triði dysturin í 1. deild hjá monnum hetta vikuskiftið, og henda uppgerðin sær rættiliga áhugaverd út. Tað eru nummar eitt og nummar trý, Kyndil og StÍF, sum møtast á Hálsi til ein dyst, ið skuldi borgað fyri undirhaldi.
Strandingar vóru við undirlutan seinasta leygardag móti VÍF, men bert eitt mál skilti partarnar, og StÍF vann á Kyndli í Havn í grundspælinum, eins og tað var 2. deildarliðið hjá StÍF, sum sendi Kyndil úr steypakappingini.
Kyndil hevur eins og Neistin ikki verið í veruligum dysti í tríggjar vikur, og tað kann hava bæði negativt og positivt árin á liðið, sum í løtuni er fremst við betri málmuni enn H71, sum sær út til at vera liðið, tað er torførast at vinna á í løtuni.
KÍF, sum helst tryggjaði sær plássið í bestu deildini mikukvøldið, hevur frívikuskifti.
Kvinnurnar komnar í helvt
Kappingin hjá kvinnunum varð ikki órógvað av U18 landsdystunum fyri tveimum vikum síðani, og tí eru tær komnar eitt sindur longri enn menninir. GÍ/Tjaldrið spælir ikki hetta vikuskiftið, og tað merkir, at um fýra tíðina í morgin hava øll liðini spælt seks dystir og eru sostatt komin í helvt.
Ein dystur verður longu í dag, og er tað eins og hjá monnunum dysturin millum Neistan og VÍF. Hesi bæði liðini møttust í hálvfinalunum í steypakappingini fyri ikki so langari tíð síðani, og tá var neyðugt við umdysti fyri at finna samlaða vinnaran. VÍF-kvinnurnar skuldu havt fingið eitt lyft av steypasigrinum, men eftir hvat skilst hava tær mist onkrar spælarar, og tað kann merkja unga liðið, sum hóast tær nú eru steypavinnarar ikki hava nær so nógvar royndir sum liðið hjá Neistanum.
VÍF verður ikki føroyameistari ? tær hava tapt móti báðum botnliðunum ? men Neistin hevur framvegis møguleikan. Tað verður tó bert gjørligt, um tær vinna so at siga alt tað, sum eftir. Í løtuni tykist munurin upp á seks stig til Kyndil, sum veruliga hevur fingið vind í seglini, at vera ov stórur, og Kyndil skal missa nógv stig fyri at missa leiðsluna, men tað eru framvegis sjey dystir og fjúrtan stig eftir at spæla um.
Kyndil havt
vind í seglunum
Í morgin verður eins og hjá monnunum uppgerð millum nummar eitt og nummar trý. Kyndil og StÍF vóru í fjør liðini, sum saman við Neistanum myndaðu toppin til tað seinasta, og StÍF hevur eisini fingið ferð á eftir eina laka byrjan, har tær leingi lógu nærri botninum enn toppinum. Tapið í finaluni skal bert gloymast sum skjótast, og hóast tað eru sjey stig upp til Kyndil, kann tann munurin minka niður í fimm, um tað eydnast teimum at vinna í morgin.
Tað verður tó neyvan lætt, tí Kyndil hevur ikki verið til at steðga í endaspælinum, hóast føroyameistararnir í fleiri dystum hava verið aftanfyri væl inni í seinna hálvleiki, og kappingin, sum var so sera jøvn í grundspælinum, er nú býtt upp í tríggjar partar: Oddaliðið, tey fýra sum elta, og tey bæði botnliðini.
Triði dysturin verður í morgin í Vági millum VB og Stjørnuna. Stjørnan sá leingi út til at vera besta boðið upp á at skumpa Kyndil av ovastu rók, men tær taptu eisini móti oddaliðnum, og tað kom illa við hjá klaksvíkingunum. Stjørnan hevur framvegis eins góðan møguleika og StÍF, men liðini, sum fara til Vágs, kunnu ongantíð vita, hvat bíðar teimum.
Í grundspælinum var Stjørnan í stórum trupulleikum í Vági, men vann kortini, og sum heild hava VB-kvinnurnar verið rættiliga óútrokniligar í hesum kappingarárinum. Fyrstu tíggju dystirnir góvu bert tvey stig, men so komu tveir sigrar upp í slag beint áðrenn jól ? enntá á útivølli. Í øðrum dystum hevur gingið nógv verri, so tað er trupult at gita um, hvussu leikur fer vesturi á Eiðinum í morgin.