ÅRHUS: Høgni Hoydal mælir til at broyta vælferðarskipanina

Á fundi hjá Føroyingafelagnum í Århus hóskvøldið segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, at danska vælferðarskipanin eigur at verða skift út. Og tað eru bara danskir pengar, sum binda Føroyar at Danmark

Edvard Joensen


Ymiskt er, sum bendir á, at fullveldið fer at hava aðrar broytingar við sær enn tær, vit dagliga hugsa um.


»Tað er ikki vist, at tann danska vælferðarskipanin, vit kenna í dag, er tann besta,« segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, millum annað á fundi, sum Føroyingafelagið í

Århus skipaði fyri hóskvøldið.


Tí arbeiðir Landsstýrið eisini við at gera eina nýggja, føroyska pensiónsskipan. Talan er um eina samhaldsfasta skipan, har goldið verður inn eftir orku, og útgoldið aftur

eftir tørvi.


Tað vil siga, at tikið verður av hvørji einastu lønarútgjalding til ein samhaldsfastan grunn, sum so øll fáa úr aftur.


Men tey, sum umframt hava persónliga trygging, skulu rokna við, at útgjaldið úr teirri almennu fer at lækka í mun til tað, tey fáa aðrastaðni.


Spurdur, um hann helt politiskan meiriluta vera fyri hesi skipan, svaraði Høgni Hoydal, at í Landsstýrinum er meiriluti fyri hesum. Og hann ivast ikki í, at tað eisini fer at verða

tað í Løgtinginum, tá tann tíð kemur.


Heldur ikki var hann bangin fyri, at Fólkaflokkurin fór at slíta eina samgongu upp á eitt slíkt mál.


Danskir pengar ráða í Føroyum


Føroyingar og danir hava ikki tann stóra mentunnarfelagsskapin, sum fleiri vilja vera við, segði Høgni Hoydal. Sambært landsstýrismanninum eru tað bara pengarnir, sum

binda okkum at Danmark.


»Føroyska fólkið er okkara størsta tilfeingi. Og tað er hetta tilfeingi, vit skulu grunda okkara fullveldi á. Oljan ger einki fullveldi,« segði Høgni Hoydal.


Hann heldur tó ikki, at gamla, romantiska sjálvstýristosið er nakað, vit byggja fullveldið á.


»Fullveldi er einki endamál í sær sjálvum,« segði Høgni Hoydal. »Men vit mugu hava fullveldi fyri at koma víðari.«


Høgni Hoydal er sannførdur um, at verður úrslitið av eini komandi fólkaatkvøðu ikki eitt ja fyri fullveldi og nýggjari grundlóg, fáa vit eitt afturstig, sum vit kanska ikki hóra

undan.


Nýggj heimsmynd


Endamálið við fullveldinum er ikki at byrgja okkum inni, sum onkur vil vera við, at vit fara at gera, segði Høgni Hoydal. Onki við at ganga í húðaskóm og dansa føroyskan

dans fyri ferðafólki.


Gamla heimsmyndin við nationalstatum er farin. Í dag er gongdin tann, at lond taka seg saman í størri eindir sum eitt nú ES.

Men treytin fyri at sleppa upp í eitt slíkt millumtjóða samstarv er, at talan er um eitt sjálvstøðugt samfelag. Tí mugu Føroyar fyrst verða sjálvstøðugar, áðrenn vit kunnu fara at

tosa um limaskap í ES.


»Men ES limaskapi eri eg tó hart ímóti,« gjørdi landsstýrismaðurin púra greitt.


Hyggja vit at, hvussu gongdin í heiminum er í dag, síggja vit, at komandi øld tykist fara at verða tíðarskeiðið hjá smátjóðunum, metir


Høgni Hoydal. Tann gamla heimsskipanin

er við at fara, og eitt hugtak sum valdsfaktorur hevur fingið nýggjan týdning.


Gomlu hernaðarskipaninar eru farnar í søguna. Nú eru tað onnur ting, sum avgera, hvør tann sterki er.


Heimurin er við at skipa seg sum ein marknaður. Og tíðin, har eitt land skuldi hava stóra umboðan víða um í heiminum, er ikki til meira.


Í framtíðini fara vit at samstarva um umboðsstovur úti í heimi, og tað fer at vera stórur fyrimunur fyri tær smáu tjóðirnar.


Væl fyri og tó


Føroyingar eru væl fyri, tá vit tosa um útbúgving. Vit eru væl fyri innan kunningartøkni. Og vit eru rættiliga liðiligir, tá ræður um at tillaga okkum nýggjum umstøðum. Ikki minst kreppan í nítiárunum hevur víst hetta, segði Høgni Hoydal.


Kortini heldur hann, at eiga vit at gerast enn meira professionellir. Og har kann oljuvinnan hjálpa okkum.


Hendan sama oljan, sum Høgni Hoydal ikki hevði annað at siga um, enn at hon fer so ikki at bjarga okkum nakað fullveldi. Hann metti oljuvinnuna sum eitt ævintýr í høvdinum á føroyingum.


»Er oljuvinnan ikki bara tað reina gass? Oljan er einki framtíðartilfeingi. Er hon har, ja so heldur hon kanska í eini 50 ár. Og so er tað sera óheppið, um vit tá standa eftir einans

við einum tveyhundrað »yuppiarum« við fínum dokumentmappum, sum

halda seg liva mitt í verðini.«


Nei, vit eiga at brúka teir oljupengar, sum møguliga koma, at skipa okkara útbúgvingarpolitikk soleiðis, at vit hava eina framkomna útbúgvingarskipan, tá fullveldið kemur.


Høgni Hoydal segði, at hann kundi hugsað sær, at tað beinleiðis verður sett í okkara komandi grundlóg, hvat oljupengar skuldu brúkast til.


Tá onkur fundarluttakari spurdi, um tað ikki var heldur ógvusligt, at seta slíkt í grundlógina, svaraði hann, at tað var fyri at verja politikkararnar móti tí trýsti, sum annars verður

lagt á teir um at sleppa fram at hesum pengunum.


»Skal bert ein løgtingslóg til, kann tað ov skjótt enda við, at teir fara til eitt nú stuðul ella veðhald.«


Skulu arbeiða skjótt


Høgni Hoydal, landsstýrismaður, er eldhugaður í sínum fullveldisarbeiði. Og hann ætlar at arbeiða skjótt.

Á fundinum í Århus hóskvøldið, segði hann, at málið hjá Landsstýrinum er, at vit skulu hava avgreitt okkara viðurskifti við danir longu komandi ár.


Tað merkir sjálvandi ikki, at vit hava avgreitt allar smálutir endaliga longu tá. Men vit skulu longu komandi ár til fólkaatkvøðu um bæði fullveldisspurningin og grundlógina.


Og Høgni Hoydal heldur fast við, at fullveldisspurningurin skal avgerast á eini fólkaatkvøðu eina ferð fyri allar.


Spurdur, um ikki tvey løgting áttu at avgreiða málið við vali ímillum, svaraði hann nei. Og nóg mikið er eisini við vanligum meiriluta. Um hann so bara er upp á 50,1%.