gjørdar og hvørji øki vera við í útbjóðingini. Ein má ganga út frá, at økið, sum verður boðið út, helst fer at líkjast tí, sum oljufeløgini herfyri vístu á í nominatiónini. Spurningurin er so, hvat vit kunnu [...] eini nýggjari útbjóðing. Ein kann siga, at hon kemur í eini ikki alt ov hepnari tíð, tá útbjóðing er í øllum grannalagnum eisini, ein er í bretskum øki, ein í norskum og entá ein í Grønlandi eisini. Spurningurin [...] oljufeløgini hava orku og vilja til at bjóða bæði her hjá okkum og so í grannalagnum eisini. Men vit mugu so bara vóna, at útbjóðingin er so mikið áhugaverd, at oljufeløg fara at taka ímóti henni við opnum
til, sigur hann. Um so verður, at skipið skal vera í dokk í longri tíð, so er neyðugt við avloysaraskipi. Ferjan St. Ola, sum fyrr ehvur avloyst gamla Smyril liggur í Estlandi og kann fáast til vega. Men [...] at tað kann vera sera vandamikið, tá skipið siglir við nógvum tungum farmi – eitt nú frá fiskiídnaðinum, men eisini við maskinum í sambandi við tunnilsgerð – tí koppar slíkur farmur, so kann tað elva [...] annaðhvørt at fáa skipið í dokk beinanvegin. Hetta kann t. d. gerast í Frederikshavn, men tað er tó ikki vist, at skipið sleppur framat. Men um so er, so kann hugsast, at skipið fer úr Føroyum sunnukvøld og
teinurin ikki kann vera sum ásett, kann hann verða styttur. Sambært formanninum í Róðrarsambandinum, Hannisi Joensen, so hevur hetta verið skilt soleiðis, at róð hevur verið á so longum teinum, sum tað hevur [...] enn tríggjar tímar, so siga tey í Klaksvík seg ikki kunna seta fingurin á nakað, sum tók longri tíð, enn tað kundi gera. Hóast Róðrarsambandið eigur tveir fastar startir, so er tað, sum fer við mest tíð, [...] málinum, sum er norðanfyri Kósina og heimanfyri Grønaból, og sum 5-mannaførini við gentum og dreingjum og 6-mannaførini við kvinnum hava kappast á. Um ynskið hjá klaksvíkingum skal vinna frama, so er neyðugt
hinar. Men júst sum vónirnar vóru tær allarbestu gekk ikki ? og tó. Tí hóast tær kanska í so góðu vónirnar til elstu telvarnar ikki stóðu mát, so stóðu vónirnar til yngru telvarnar mát og tað so ríkiliga. Rógvi [...] Hann helt, at Helgi var gávuríkur telvari, sum sýntist at skilja torføra hugsunarháttin sum er galdandi í talvi. Olaf Berg Olaf Berg var ein av teimum, sum hevði rættuliga góðar vónir undan kappingini [...] Kristian Simonsen og Martin Poulsen bara ásannað. Hinvegin hava teir í fleiri kappingum víst, at teir sum einki buktað telvarum, sum eru nógv sterkari, enn teir. sum vóru í Føroyum hetta vikuskiftið. Men
føroyskt. Nú ein dagin kom ein tingmaður við tí pástandi, at tann, sum “hevði brotið seg”, skuldi straffast. Tað hoyrdist á málinum hjá honum, at hann ætlaði at siga “forbrotið seg”, men so steig tann innari [...] Ein vandrianekdota í umsetaracirklum er tann um dramavinin, sum skuldi umseta ein sjónleik úr donskum í føroyskt: Hann umsetti ‘havesyge’ til ‘urtagarðssótt’. Sama ger, um verulig grund er undir hesari [...] erstattað við ‘starvsfólk’. Men her er okkurt rúkandi galið: skulu øll orð, sum beginna við med- vera óføroysk? Skulu vit so eingi medmenniskjur hava longur, og skulu hesir medskapningar ikki sleppa at
fótum. Eitt lítið samfelag sum okkara hevur brúk fyri báðum, fyri amatørunum og fyri teimum professionellu. Hesin sangleikurin er so bara ein staðfesting av, at nakað gott kann spyrjast burtur úr, tá amatørar [...] skúlanæmingar framføra so væl og við slíkari gleði og inniligheit er helst eisini ein orsøkin til, at so mong hava leitað sær niðan í Norðurlandahúsið. Tíðindini um leikin hava gingið sum snarljós um alt landið [...] og í felag. Hetta er tað, sum kemur undir heitið: fólkslig mentan. Tá vit her umrøða amatørar, skal tað ikki skiljast sum nøkur undirmeting av teimum professionellu fólkum, sum royna at skapa sær og sínum
Stjørnuni og sum heild fingið skarpasta gangin frá teimum úr Klaksvík, men við einum trivaligum avriki í so at siga øllum pørtum av spælinum lótu tær ongan iva vera í fyrstu finaluni, og umvegis ein 27-23-sigur [...] leikarunum, sum høvdu tørv á hvíld eftir at Neistin hevði valt at brúka nógva orku frá byrjan av fyri at vinna sær eina trygga leiðslu, sum mátti sigast at vera ein góð uppskrift. Stjørnan var sum dagur og [...] mun, sum kann sløkkja Neistan. Seinasta góða løtan frá Stjørnuni í fyrra dystinum má takast við inn á hallargólvið í Klaksvík leygardagin, og kann Marijana Lukic standa eins væl tá sum hon gjørdi ímóti
lemmatrolarunum er skerd 20%, samstundis sum aðrir skipabólkar bara hava mist eini 2% av sínum fiskidøgum, sigur Hendrik Old. - Tað sum er farið fram, kann bara byggja á ókunnleika til lemmatrolararnar [...] Old sigur, at hetta kann bara vera ein avleiðing av, at landsstýrismaðurin er ikki greiðir yvir, hvønn týdning lemmatrolararnir hava. - Teir eru teir tryggastu rávøruleverandørar, sum eru til fiskavirkini [...] leiðum og nú bátar, sum taka livur, kunnu fáa eyka fiskidagar, eru lemmatrolararnir eisini við sviðusoð, hóast tað júst eru teir, sum taka 75-80% av teirri livur, sum kemur til høldar. Sum vit greiddu frá
siglingarleið. Tað kann vera til umvælingar, proviant, farm og fyri at taka nýggja manning umborð. Tað er upplagt at hava ein slíkan depil her, tí Føroyar liggja so væl fyri í tí, sum amerikanararnir kalla [...] í fjør. Spurningurin er so, hví amerikanarar eru so áhugaðir í at fáa atgongd til føroyskar havnir. – Amerikanarar hava brúk fyri at hava ein depil, har amerikanski flotin kann hava eitt natúrligt stað [...] uttanríkismálaráðharra, er eitt av fleiri áhugamálum hjá USA at gera ein maritiman depil í Føroyum, sum tann amerikanska flotin kann brúka. Kjak hevur síðani verið um, hvørjar ætlanir eru við hesum maritima
um eldraøkið, so hesa ferð er tað dagstovnaøkið.Tað er ikki rætt, at kommunan bara hevur fokus á bygningarnar og tøl av brúkarum og børnum á stovni, men fokus má so sanniliga eisini vera á sjálvt innihaldið [...] innihaldið skal vera, tá tað er optimalt, men hartil náa tey ikki. Har eru snøgt sagt ov lítið av starvfólkum, og tað kann bara kommunan gera nakað við. Í 2014 kom Pedagogfelagið við einum álitið, sum vísti, hvussu [...] ivi um tað. Tí er tað so avgerandi neyðugt, at vit sum foreldur og samfelag geva tí unga ættarliðinum bestu kor fyri menning og trivnað. Tað ber tí ikki til, at vit framhaldandi bara hava fokus á, hvussu