Góðtekur ikki at lemmatrolarar fingu ein yvir nakka

Hendrik Old góðtekur ikki at lemmatrolararnir verða tvingaðir upp í fiskidagskipanina og næsta ár skulu teir hava hjáveiðikvotuna aftur, sum teir mistu í ár

Lemmatrolarar

 
 
­- Tíverri læt Bjørn Kalsø seg lokka ella trýsta av teimum, sum ynskja lemmatrolararnar har sum piparið grør.
Hendrik Old, formaður í vinnunevndini hjá løgtinginum, góðtekur ikki viðferðina, sum lemmatrolararnir hava fingið frá samgonguni.
Lemmatrolararnir hava nú mist 20% av hjáveiðikvotuni á innaru leiðum og nú bátar, sum taka livur, kunnu fáa eyka fiskidagar, eru lemmatrolararnir eisini við sviðusoð, hóast tað júst eru teir, sum taka 75-80% av teirri livur, sum kemur til høldar.
Sum vit greiddu frá í Sosialinum í gjár, eru lemmatrolararnir vónbrotnir av, at teir onga viðurkenning fáa fyri at taka livur.
- Eg veit, at tað eru sterkir áhugabólkar, sum ynskja lemmatrolararnir, har piparið grør og tíverri læt landsstýrismaðurin seg tøla av teimum og tí gav hann lemmatrolarunum ein yvir nakkan, sigur formaðurin í vinnunevndini.
 
Skulu ikki tvingast til nakað
Men hann leggur afturat, at hann góðtekur ikki framferðina.
Hann vísir eisini á, at vinnunevndin hjá løgtinginum vildi hava, at niðurskurðurin hjá lemmatrolarunum skuldi ikki vera størri enn hjá ørðum skipabólkum, men tað varð skúgvað til viks.
- Eg havi í greiðari talu latið landsstýrismannin vita, at eg góðtaki undir ongum umstøðum, at  hjáveiðikvotan hjá lemmatrolarunum er skerd 20%, samstundis sum aðrir skipabólkar bara hava mist eini 2% av sínum fiskidøgum, sigur Hendrik Old.
- Tað sum er farið fram, kann bara byggja á ókunnleika til lemmatrolararnar, og kanska eisini á øvundsjúku og tað hevur landsstýrismaðurin tíverri latið seg tølað av.
Hendrik Old tekur tað tískil sum heilt givið, at lemmatrolararnir fáa kvotuna aftur í næsta fiskiárið.
Annars heldur hann, at framferðin hjá landsstýrinum ímóti lemmatrolarunum kann føra við sær, at teir gevast at taka livur, og so er lítið vunnið.
Men lemmatrolararnir eru uttanfyri fiskidagaskipanina og so leingi teir eru tað, heldur Henrik Old, at tað verður torført at geva teimum eyka fiskidagar fyri at taka livur.
- Men teir kunnu heldur ikki revsast við at missa hjáveiðikvotuna.
- Bjørn Kalsø rør frammundir, at lemmatrolararnir skulu undir fiskidagaskipanina og so kunnu koma upp á tal at fáa eyka dagar fyri at taka livur.
- Men tað er heilt greitt, at eg góðtaki undir ongum umstøðum, at lemmatrolararnir verða tvingaðir upp í fiskidagaskipanina.
Hendrik Old sigur, at hetta kann bara vera ein avleiðing av, at landsstýrismaðurin er ikki greiðir yvir, hvønn týdning lemmatrolararnir hava.
- Teir eru teir tryggastu rávøruleverandørar, sum eru til fiskavirkini. Teir kunnu fiska óveðri, tá ið allir aðrir liggja við bryggju og tí eiga vit at lívga um teir.
- Samstundis fiska teir uttarliga og tí er nógv sigling. Av tí at teir eru uttanfyri skipanina, hava teir eisini ráð til at ligga bakk, sigur Hendrik Old.
- Skulu vit tí fáa nyttu burturúr teimum ytru leiðunum, er neyðugt at brúka nógvar dagar og eisini nógvar dagar við ongum fiskiskapi, tí tað er nógv sigling og teir liggja bakk. Tí skulu lemmatrolararnir ikki tvingast upp í fiskidagaskipanina, staðfestir Hendrik Old