Stjørnan má blanda kortini á heimavølli

Neistin hevði uppskriftina at avmarka vandamikla álopið hjá Stjørnuni og hevur nú fyrimunin í FM-finalurøðini, áðrenn Stjørnan leygardagin fær heimavøll og verður tvungin at finna eitt aftursvar

Kvinnurnar hjá Neistanum stað­festu í fyrstu finaluni á heimavølli mikukvøldið, at tær hava verið sterk­asta liðið í kappingini í ár. Tær hava leikt fleiri javnar og spenn­andi dystir ímóti Stjørnuni og sum heild fingið skarpasta gangin frá teimum úr Klaksvík, men við ein­um trivaligum avriki í so at siga øllum pørtum av spælinum lótu tær ongan iva vera í fyrstu final­uni, og umvegis ein 27-23-sigur hava tær munin, nú farið verður til Klaks­víkar at spæla næstu finaluna leygar­dagin.

Erla dugir
Tað tók eina løtu hjá Neistanum at rista Stjørnuna av sær í fyrstu finaluni, men tá ið tær so gjørdu tað, gjørdu tær tað eisini reiðiliga. Hálvleiksstøðan var 17-12 til Neistan og heldur óvant í einari finalu kundi Neistin við støðuni 22-13 í seinna hálvleiki velja at spara nakrar av leikarunum, sum høvdu tørv á hvíld eftir at Neistin hevði valt at brúka nógva orku frá byrjan av fyri at vinna sær eina trygga leiðslu, sum mátti sigast at vera ein góð uppskrift.
Stjørnan var sum dagur og nátt. Tær skoraðu eitt skifti í seinna hálvleiki bara eitt mál í góðar 20 minuttir, og hesa løtuna stóð Neista-málverjin, Erla Eliasen, sera stinn. Hon veit væl nær hon skal spæla væl og hevur góðar eginleikar at standa stinn í týðandi dystum.
Við nógvu útskiftingunum kom stígur í spælið hjá Neistanum, og tær úr Stjørnuni spældu seg upp og vóru um at revsa Neistan. Tað vóru serliga skjótálopini, ið tryggjaðu fleiri mál, umframt at ein annars væl vard Simona Petersen trein fram síðstu løtuna.

Mugu stýra dystinum
Neistin er bara ein dyst frá at tryggja sær FM-heitið, og merkir tað, at Stjørnan undir ongum um­støðum hevur ráð at ikki spæla upp til sítt besta. Nú eru tær á heimavølli leygardagin og verða tvungnar út á vøllin at stýra dystinum.
Tað er serliga mitt fyri á vøll­in­um, at liðini bæði hava sínar størstu profilar. Neistin megnaði til fulnar í fyrstu finaluni at verja upp fyri miðjuni og loyvdu ikki skjúttunum Corinu Demeterca og Simonu Petersen framat, meðan Stjørnan strídd­ist við júst sama trupulleika í teirra egnu verju – tær høvdu ilt við at verja fyri álopunum frá miðjuni og serliga Barbaru Brauer.
Taktikkurin er einfaldur, men ikki eins einfalt er tað at fremja hann í verki. Stjørnan skal av álvara taka leiðslu av dystinum frá byrjan og blanda kortini av nýggjum í álops­partinum, tí í høvuðsstaðnum rigg­aði hann ikki í ein mun, sum kann sløkkja Neistan.
Seinasta góða løtan frá Stjørnuni í fyrra dystinum má takast við inn á hallargólvið í Klaksvík leygardagin, og kann Marijana Lukic standa eins væl tá sum hon gjørdi ímóti dystar­enda í Havn, so kann hon fáa eins stóran týdning fyri Stjørnuna tá, sum Erla Eliasen hevði fyri Neistan í fyrstu finaluni.
Stjørnan hevur bara vunnið tveir út av sjey dystum ímóti Neistanum í vetur, og mugu tær hugsavna seg um, at nú er besta løtan at venda hesi gongdini.

Jacklin Durhuus:
Avgera tað leygardagin
Eftir nógvar tættar og spennandi dystir ímóti Stjørnuni, megnaði Neistin í fyrstu finaluni veruliga at gera av við Stjørnuna og var eina løtu á odda við níggju málum.
– Vit vóru ógviliga klárar og tendraðar. Vit koyrdu okkara spæl og høvdu eina øgiliga góða verju, vísir stríðskvinnan Jacklin Durhuus á.
– Vit ætla at vera eins klárar leygardagin og vit ætla at tað skal verða liðugt henda dagin. Vit hava sama upplegg sum miku­kvøldið, sigur hon.
Hon ynskir ikki eina triðju og avgerandi finalu.
– Vit ætla at avgera tað leyg­ar­dagin, og riggar tað ikki, so gera vit tað sunnudagin. Men nei, vit ætla okkum at avgera tað leygar­dagin, sigur ein avgjørd Jacklin Durhuus at enda.

Simona Petersen:
Mugu ikki misnýta
Ein av landsins bestu leikarum, landsliðsleikarin Simona Petersen, varð hildin í stuttum tjóðri av Neista-verjuni í fyrstu finaluni.
– Vit vóru ov seinar í gongd og Neistin var bara betri handan dystin. Vit hava trupulleikar við at verja og skora næstan ikki í 20 minuttir, tað er ikki góðkent, sigur hon.
Hon og liðfelagarnir fara nú at gera alt fyri at fáa eina triðju og avgerandi finalu í Havn, og tað væntar hon fer at bera til.
– Vit trúgva framvegis uppá tað. Nú hava vit heimavøll, og tað hjálpir. Fyrst og fremst taka vit verjuna, men í hinum end­anum mugu vit ikki missa 100% møguleikar, tað ber bara ikki til í einari finalu, sigur Simona Dziugyte Petersen.